mánadagur 15. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 241 - 15. desember 2008 ]
Eydnast ikki at fáa
akkord-skipan við
kreditorarnar, kann
B36 væl fara av
knóranum. Felagið
hevur í løtuni ikki
møguleika at svara
hvørjum sítt
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í fleiri ár varð B36 mett
sum
kanska
fíggjarliga
sterkasta felagið í landinum.
Fleiri ár á rað varð talan um
stór yvirskot, og eginognin
var fyri fýra árum síðani
farin upp um fimm milliónir
krónur.
Støðan í desember mán
aði í 2008 er tó ein heilt
onnur. Hóast B36 tvær ferð
ir á rað spældi seg víðari í
europiskum høpi, og harvið
vann sær nógvar inntøkur
úr
UEFAkassanum,
so
hevur pengastreymurin út
eftir verið munandi størri
enn inntøkurnar.
Somikið illa stóð til í
summar, at øll nevndin í
felagnum varð skift út.
Kristjan á Neystabø og
Kjartan Mohr vóru av fleiri
mettir sum ímyndirnar av
fíggjarligu sterku stýringini
í felagnum, og teir játtaðu
at koma aftur í nevndina,
har Edvard Heen gjørdist
triði nevndarlimurin.
Missiónin var heilt greitt
at skrúva ein fíggjarligan
bjargingarpakka
saman,
men hesin tykist nú vera
miseydnaður.
15% til ognarar
Í øllum førum hevur B36
sent út skriv til ognarar
sínar, har biðið verður um
eina
sonevnda
akkord
skipan.
»Eftir at fíggjarkreppan
tók seg upp fyrr í ár, og
soleiðis sum gongdin í
okkara samfelagið hevur
verið, er tað vorðið alsamt
meira torført at útvega
felagnum nýggjan kapital,
soleiðis at felagið verður
ført fyri at rinda alla skuld
sína.
Um felagið skal koma
aftur á bein reint fíggjarliga
er neyðugt, at felagið eina
akkordskipan við vanligar
kreditorar«.
Soleiðis verður sagt í
skrivinum, har felagið sigur
seg vera til reiðar at gjalda
15% av skuld sínari, so
leiðis at B36 fíggjarliga
kann koma aftur á beint, og
kann tryggja framhaldandi
rakstur felagsins.
Kristjan á Neystabø,
formaður í B36, er
púra vísur í, at onnur
feløg hava somu trupul-
leikar, men at hesi bíða
við at tackla hesar
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kristjan á Neystabø var í
meira enn 20 ár formaður í
B36, og tá hann fyri fýra
árum síðani legði frá sær, var
tað eitt fíggjarliga sterkt fel
ag, sum hann læt eftir sær.
Bara hálvt fjórða ár seinni
varð hann tó saman við
øðrum garvaðum kreftum
kallaður aftur til felagið,
sum hevði rent seg fast
fíggjarliga.
Vit eru tríggir, sum nú
eru settir í nevndina, og
fremsta málið hjá okkum er
at fáa greiðu á búskaparligu
støðuni hjá felagnum. Har
eru vit longu komnir væl
áleiðis, og felagið roynir
framvegis at svara hvørjum
sítt. Ivaleyst høvdu vit
eisini megna at halta víðari
í nøkur ár afturat, men fyri
at fáa slætt borð og fyri at
kunna hugsa longur fram,
hava vit valt at fara í
samráðingar við kreditorar
okkara, sigur Kristjan á
Neystabø, formaður í B36.
Og hann leggur dent á, at
B36 langt ífrá er nakað ein
dømi í føroyskum fótbólti.
Eg eri sannførdur um, at
tað eru onnur feløg, har
støðan í dag er verri, enn
hon er hjá okkum. Vit hava
tó valt at fara út at tackla
trupulleikan.
Hvussu
hendan royndin so fer at
eydnast, veit eg ikki. Men
eg eri tó rættiliga vísur í, at
B36 eisini er til reiðar at
spæla við í fremstu røð í
2009, sigur Kristjan á
Neystabø, formaður í B36.
Ávaringarlampurnar
hava blunkað í
føroyska fótbólts-
heiminum í fleiri
ár, men higar til
hava hesar í stóran
mun verið púrasta
ignoreraðar
Ítróttarklumma
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum tað er nevnt aðrastaðni á hesum síðum, so er
fótbóltsfelagið B36 komið í stórar fíggjarligar
trupulleikar.
Enn er ikki greitt, um felagið megnar at finna eina
loysn á sínum trupulleikum, men tað stendur
samstundis rimmarfast, at talan als ikki er um einasta
fótbóltsfelag, sum er komið í fíggjarligar trupulleikar.
Ein stórur trupulleiki í føroyskum fótbólti seinnu
árini hevur verið, at fleiri av feløgunum als ikki hava
tikið atlit til inntøkurnar, tá útreiðslukarmurin er
settur. Hóast fá tøl eru almenn, so hevur tað støðugt
ljóðað, at talan hálva vegna hevur verið um
lønarveitslu hjá spælarunum, tá feløgini í eini
fyrilitarleysari kappbjóðing hava roynt at styrkt sær
um hópin.
Hjá summum teirra hevur gularótin verið mongu
sveisarafrankarnir, sum streyma til føroyameistaran
úr UEFAkassanum, men tað er trupult at finna sær
meira enn tann eina meistaran, og tí er sviðurin
meinur, um gullið ikki kemur til høldar á hvørjum
ári. Og tað í sjálvum sær er nú eisini serstakliga
trupult, tá tað á hvørjum ári eru 10 um boðið.
Skulu feløgini sjálvi tackla trupulleikan, er
neyðugt, at hesi fyrst og fremst byrja at hugsa longur
enn bara um dagin í dag. Tað hava tey ikki megnað
higartil, og tí er spurningurin, um Fótbólssambandið
ikki eigur at gera greiðar reglur fyri, hvussu hart eitt
felag kann spenna seg fíggjarliga. Til dømis við
áseting um, at bert ein ávísur prosentpartur av
inntøkunum kann nýtast til spælaralønir, ella at
skuldarbindingin ikki má vera størri enn ein ávísur
partur av eginognini.
Verður hetta ikki gjørt, er avleiðingin heilt víst, at
fleiri av feløgunum koma í svára fíggjarneyð. Og tað
verður ein støða, sum ikki tænir nøkrum endamáli í
føroyskum fótbólti.
Útreiðslukarmar
mugu setast
B36 á veg á húsagang
Vilja ikki renna undan
Frá at hava verið helst fíggjarliga
sterkasta felagið í landinum
er B36 upp á fýra ár komið í
fíggjarligan brotasjógv
TB sóknast eftir venjara
Aldursforsetin í føroyskum fótbólti, TB, skal aftur í komandi
kappingarári royna at vinna pláss í fremstu fótbóltsdeildini –
Formuladeildini. Eftir øllum at døma gongur illa at finna venjara
til liðið, tí á heimasíðu felagsins søkir TB eftir venjara til 1.
deildarliðið. Prógv, sum mininum skal vera B3 og umsøkn kann
sendast til Tvøroyra Bóltfelag, box 35. 800 Tvøroyri.
Vilja gjalda landsliðsvenjara
Norski ríkmaðurin, Øystein Stray Spetalen bjóðar seg til at fíggja
helvtina av lønarupphæddini, um norska fótbóltssambandið, NFF setir
núverandi meksikanska landsliðsvenjaran, Sven Göran Eriksson í
starvið, sum norskam landsliðsvenjara. Spetalen setir tó sum treyt, at
ein annar norskur ríkmaður, Tor Olav Trøim fíggjar hina helvtina av
lønini hjá Eriksson. Tor Olav Trøim vil tó heldur verða við til at fíggja
Alex Ferguson, sum norskan landsliðsvenjara, um Spetalen fíggjar
helvtina av tí verkætlanini.