Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 241 - 15. desember 2008 ] EM í svimjing fekk ein virðiligan enda fyri føroyska liðið. Seinasti svimjari í hylinum sunnumorgun var Pál Joensen, ið svam 200 frísvimjing. Tað gjørdi hann so sannlilig til fulnar før­ oyskt met á teimum fyrstu 100 metrunum við tíðini 0:51,82 og endatíðin uppá 1:46,61 eisini føroyskt met. Pál gjørdist nr. 28 av 62 Innan kappingina hjá Páli hevði Mona Simonsen svomið 200 metra frísvimj­ ing, hon fekk tiðina 2.10,25, ið er 27 hundraðpartar seinni enn tilmeldingaríðin. Við portalin segði Jón Hestoy, formaður í Svimji­ sambandinum, at talan hevur verið um eina heilt góða kapping fyri alt liðið. Samanlagt settu før­oysku svimjar­ar­nir­ seks met í Kr­oatia, og vór­u hesi: • Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí ­ føroyskt met • Pál Joensen: 51.82 í 100 frí ­ føroyskt met (útlegg á 200) • Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí ­ føroyskt met • Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí ­ føroyskt met • Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí ­ føroyskt met (útlegg á 1500) • Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí ­ føroyskt met, besta juniortíð í heiminum nakrantíð Í UEFA eru fíggjarligu krøvini til feløgini strong, og tí kann ein húsagangur kosta dýrt Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyski limaskapurin í UEFA ásetur millum annað krøv til Formula­feløgini um, at fíggjarviðurskiftini hjá feløgunum skulu vera greið. Millum annað verður hetta gjørt við at geva feløg­ unum loyvisgóðkenning á hvørjum ári. ­ Tað eru ikki ítøkiligar reglur fyri, hvussu vit í Før­ oyum gera, um eitt felag fer á húsagang. Hinvegin hava vit praktisera, at um felag verður umskipað, ella um talan er um samanlegging, kann hetta bert gerast, um framhaldandi felagið yvir­ tekur allar skyldur hjá upp­ athaldandi felagnum ella feløgunum, sigur Ísak Mikla­ dal, aðalskrivari hjá FSF. Í Danmark hava dømi tó verið um feløg, sum eru tvangsniðurflutt til lægri deild, tí fíggjarligu skyldur­ nar ikki verða svaraðar. Og spurningurin er, um FSF hevur so øgiliga nógvar aðr­ ar møguleikar, skuldi tað komið hartil. Í øllum førum skal eitt nýtt felag, sum ikki yvirtekur ein verandi lisens, byrja av nýggjum í lægstu deildini. Og so eru tað eisini UEFA­krøvini at taka atlit til. Hesi staðfesta, at um felag fer av knóranum, miss­ ur felagið rættin til at taka lut í europiskum kappingum í trý ár. Og avleiðingin er tann sama, um felagið verður fíggjarliga umskipað við at lata skyldurnar liggja eftir í gamla felagnum og halda fram við rakstrinum í nýggjum felag. Kann kosta dýrt Tvey met í einum til Pál Hóast hann mátti taka til takkar við einum plássi sum nummar fimm í Europa, so var tíðin hjá Pál Joensen skjótasta junior-tíð nakran tíð á teininum Todi millum teir bestu í Superliguni nakrantíð Todi Jónsson er ein tann sterkasti álopsspælarin í superliguni nakrantíð. Tað heldur danska Ekstrablaðið, sum hevur gjørt ein lista við teimum størstu profilunum í superliguni gjøgnum árini. Ekstrablaðið heldur, at fyrrverandi danski landsliðsspælarin Ebbe Sander størsti profilurin, sum hevur verið í superliguni. Síðani hevur blaðið gjørt ein lista við 100 spælarum, og ein av spælarunum á listanum er føroyski álopsspælarin Todi Jónsson, sum er nummar 76. ­ Toda er ein av sterkastu álopsspælarunum í søguni hjá superliguni. Føroyingurin var skjótur á fótum og á avtrekkjaranum, skrivar Ekstrablaðið. Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF