mánadagur 15. desember 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 241 - 15. desember 2008 ]
StÍF-Kyndil 28-18
(13-11):
Kyndil
í botni
Í botninum hevur spenn
ingurin í bestu kvinnu
deildini
í
hondbólti
snúð seg um tvídystin
millum StÍF og Kyndil.
Við sigri í Havn fyrr
í heyst hevði StÍF vunn
ið sær fyrimun í hesum
stríðnum, og í gjár var
so als eingin ivi, tá
Kyndil vitjaði á Skála.
Úrslitið gjørdist ikki
minni enn 2818 sigur
til heimaliðið, sum so
leiðis ruddiliga stað
festi, at tær als ikki
vilja blandast ov nógv í
botnstríðið. Um tær so
megna at toga seg long
ur uppeftir, er ein annar
spurningur, og higar til
hevur gingið striltið við
at fáa nakað burtur úr
móti Tjaldri og Neistan
um, sum liggja á næstu
plássunum.
-mørk
StÍF-Kyndil 23-23:
Aftur
stig til
Kyndil
Mansliðið hjá Kyndli
hevur ikki havt tað so
øgiliga lætt í vetur, men
í gjár bragdaði aftur hjá
liðnum.
Hesa
ferð
vitjaði
Kyndil hjá StÍF, ið var
einasta liðið, sum Kynd
il hevði tikið stig frá
undan dystinum sunnu
dagin.
Og tað eydnaðist aft
ur hesa ferð hjá teimum
grønu at gera ein vørr.
Við
stiginum
hevur
Kyndil nú togað seg
ájavnt KÍF í botninum
av talvuni.
StÍF misti hinvegin
enn eitt fet í kapprenn
ingini við Neistan og
H71, sum nú tykjast
hálvgum einsamøll í
dystinum um at vinna
rætt til plássið sum
nummar tvey – og har
við eisini plássi í FM
finaluni.
-mørk
Áhugaður í Tottenham-spælarum
Nýggi venjarin hjá Real Madrid, Juande Ramos, var í heyst sekkjaður í Tottenham,
og nú er hann hugaður at keypa tríggjar spælarar úr Tottenham. Sunday Telegraph
skrivar, at Ramos er áhugaður í Roman Pavlyuchenko, Aaron Lennon og Didier
Zokora. Harafturat er Ramos eisini áhugaður at keypa Ashely Young úr Aston Villa.
Vónandi skjótt klárur
Tað var ein dyggur smeitur fyri H71, tá Halgir Dahl
Olesen tíðliga í dystinum mátti av vøllinum. Hugsingur
var ikki um at taka lut aftur í dystinum, men sjálvur
vónar Halgir ikki, at talan er um álvarsligan skaða. Eg
veit ikki ordiliga, hvat hendi. Eg leyp upp, og fekk eitt
lítið skump, so eg setti skeivt av, og eg føldi okkurt í
knænum. Eg havi havt mínar trupulleikar við knænum,
men vónandi er hetta ikki serliga álvarsligt, segði Halgir
Dahl Olesen eftir dystin sunnudagin.
Hoyvíkingarnir vórðu
skerdir, tá teir mistu
Halgir Dahl Olesen,
men kortini hildu teir
Neistanum í skák, til
seinastu og avgerandi
minuttirnir stóðu fyri
framman
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin tók sunnudagin eitt
sera avgerandi fet í stríðnum
um at vinna sær rætt til ann
að av plássunum í FMfinal
uni í manshondbólti.
Sum kappingin hevur lag
að seg, so hevur talan fyri
tað nógva verið um kapp
renning millum H71 og
Neistan í stríðnum um at
fylgja við oddaliðnum úr
Vestmanna, og tí var lagt
upp til sannan stórdyst.
Og verður tosað um in
tensitet, so livdi dysturin so
ruddiliga upp til vónirnar.
Mistu Halgir
Tað fekk stóran týdning fyri
H71, at Halgir Dahl Olesen
tíðliga noyddist av vøllinum
við nógvari pínu í knænum.
Hóast hann nú fyri tað
nógva eisini er á strikuni,
so tók skaðin nógv av skot
styrkini frá H71, sum tí fyri
tað allar mesta noyddist at
stríða seg heilt inn, áðrenn
álopini vórðu endað.
Tí máttu teir nýta væl
fleiri kreftir enn Neistin,
sum við monnum sum Finn
ur Hansson og Áka Mørk
eisini hevur skotstyrki frá
bakkunum, og sum við ein
um sera væl uppløgdum
Blagoje Buha eisini hevði
spælaran, sum kundi seta
beinleiðis mótstøðumannin
av.
Men hetta fekk á ongan
hátt hoyvíkingar at gevast.
Tvørtur ímóti hóttu teir
veruliga við at renna avstað,
tá fyrri hálvleikur var á leið
hálvrunnin. 810 varð broytt
til 1311, áðrenn Neistin aft
ur raknaði við, og eftir hetta
hevði H71 fyri tað mesta
tak á dystinum.
Men tað eydnaðist ikki at
halda fast í hesum. Og
kanska var missurin av
Halgir júst ein orsøk til
hetta. Vertirnir vóru støðug
noyddir at brúka fleiri kreft
ir í sínum álopsspæli, og
seinastu minuttirnar tóktist
heilt útselt. Talan gjørdist
nú bara um skot útifrá, og
hesum hevði væl vaksna
Neistaverjan ikki stórvegis
trupulleikar av at verja fyri.
Og so kundi David Edvard
sen við tveimum kanónskot
um av veinginum punktera
spenningin í dystinum.
Trýst á H71
Eitt er, at sigurin gav Neist
anum fyrimun í kapprenn
ingini við H71 um pláss í
FMfinaluni.
Annað er, at hetta økir
munandi um trýstið á hoy
víkingarnar. Teir hava higar
til verið teir einastu, sum
hava tikið VÍF, og nú er tað
næstan krav, at talan verður
um endurtøku, tá H71 kom
andi vikuskiftið spælir í
Vestmanna.
Hóast KÍF royndi at
arga, so var eingin
slingur í valsinum hjá
VÍF, sum framvegis
heldur rimmarfast
um oddasessin
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað gongur framvegis við
fullari ferð hjá besta mans
liðnum hjá VÍF.
Frá fyrsta kappingardegi
hava vestmenningar sett seg
á oddasessin í Atlantic Air
waysdeildini, og sunnudag
in gjørdist aftur talan um
sigur.
Hesa ferð var tað móti
grannunum úr Kollafirði, at
dysturin
stóð,
og
eini
grannauppgerð so líkt, so
var intensiteturin alla tíðina
í dystinum.
VÍF var tó fyri tað mesta
liðið, sum var omaná, men
tað var ongan tíð soleiðis,
at teir veruliga kundu kanna
sær bitan. Eitt skifti vóru
kollfirðingarnir
enntá
á
odda, men fyri tað mesta
var munurin millum liðini
eini tveytrý mál.
Við sigrinum heldur VÍF
framvegis fast um oddasess
in, har teir nú hava 14 stig
fyri átta dystir. Fyrst og
fremst ræður um at halda
seg millum tey bæði fremstu
í deildini, og tað gjørdi ikki
lagið verri, at H71 hesa ferð
misti stig, soleiðis at mun
urin niður til triðja plássið
øktist upp í fýra stig.
Kollfirðingar eru fram
vegis í tunga endanum av
talvuni saman við Kyndli,
men hóast teir neyvan koma
at spæla um heiðursmerki í
ár, so hevur liðið fleiri ferð
ir prógvað, at teir kunnu
geva øllum í deildini ein
skarpan gang.
H71-Neistin 26-28 (16-14):
Neistin betri undir trýsti
KÍF-VÍF 21-24 (9-12)
10 min: 1-4
20 min: 6-7
40 min: 12-15
50 min: 18-19
Málskjúttar
KÍF: Andreas Nielsen 4, Pætur Johansen 4, Jákup
Trúgvason 4, Rógvi Weihe 3, Ási Dam 2(2), Regin Petersen
1, Niclas Reginsson 1, Teitur Joensen 1, Suni Johannesen 1
VÍF: Sámal Joensen 8, Joen Pauli Høgnesen 3, Karl Johan
Durhuus 3, Bjarti HJansen 2, Rúni Joensen 2(2), Niels
Andreasen 2, Áki G. Olsen 2, John Zachariassen 1
Brotskøst: KÍF 2, VÍF 3
Útvísingar: KÍF 2, VÍF 4
Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen
FAKTA um dystin
KÍF-VÍF 21-24 (9-12):
Vestmenningarnir halda stílin
H71-Neistin 26-28 (16-14)
10 min: 4-4
20 min: 8-10
40 min: 18-19
50 min: 23-23
Málskjúttar
H71: Janus Sørensen 7, Dánjal Tórgarð 6(4), Johnny
Durhuus 3, Esbern Patursson 2, Danni Syhler 2, Regin
Joensen 2, Bjarni Sørensen 1, Bárður Brimvík 1, Halgir Dahl
Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1
Neistin: Finnur Hansson 6(2), Blagoje Buha 6, Áki Mørk 5,
Karl Herup Olsen 4, Ingi Olsen 3, Tróndur Kragesteen 2,
David Edvardsen 2
Brotskøst: H71 4, Neistin 3
Útvísingar: H71 4, Neistin 2
Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt)
FAKTA um dystin
Ingi Olsen spældi stóran part
av dystinum á strikuni hjá
Neistanum, men heldur ikki
hetta hevði hondbóltsveteranurin
stórvegis trupulleikar av
Mynd: Álvur Haraldsen