mánadagur 15. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 241 - 15. desember 2008 ]
Bíðar við at
skriva sáttmála
Cicinho á veg heim
Tað gongur einki serligt hjá brasilska verjuspælaranum
Cicinho í italska felagnum AS Roma, og nú verður tosað
um, at Cicinho er á veg heimaftur til Brasil. Cicinho
spældi fyri Real Madrid, men skifti í summar til Roma.
Nú verður sagt, at Santos í Brasil er áhugað í at keypa
Cicinho leysan av sáttmálanum við Roma, og venjarin hjá
Santos vil gjarna hava Cicinho á sítt lið.
Gomes vil aftur til PSV
Tað hevur gingið heldur misjavnt hjá málmanninum Heurelho
Gomes, síðani hann skifti til Tottenham at spæla. Um vikuskiftið
spældi Gomes heilt væl, men hann hevur eisini havt fleiri misjøvn
avrik. Venjarin hjá Tottenham, Harry Redknapp, vil hava ein
nýggjan málmann til felagið at kappast við Gomes, men kanska
fer Gomes aftur til PSV, haðani hann kom. Stjórin í PSV sigur, at
Gomes vil aftur til teirra at spæla.
Leygardagin varð Atli
Danielsen valdur at
vera ársins spælari
í Frem, har venjarin
gevur honum tað
skoðsmál, at hann
– umframt at vera
góður við bóltinum
– eisini er fínur
pressspælari, sum
fevnir um stórt øki av
vøllinum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
- Umframt at vera ein góður
liðfelagi, so er Atli eisini
ein spælari, sum altíð gevur
seg heilt. Bæði tá ið vit
venja, og tá ið vit spæla
dystir, er hann væl fyrireik-
aður.
Hetta vóru nøkur av rós-
andi orðunum, sum Frem
venjarin,
Anders
Theil,
leygarkvøldið, tá ið Frem
hevði jólaborðhald, hevði at
geva føroyska landsliðs-
spælaranum, Atla Daniel-
sen, sum venjararnir og leið-
ararnir hjá danska 1. deild-
arliðnum høvdu kosið at
vera besta Frem spælara í
2008.
Tað ber ikki til at siga
annað, enn at tað hevur
gingið skjótt hjá Atla Dan-
ielsen at vinna seg upp á
tindin í Frem: 1. apríl í fjør
spældi hann fyrstu ferð á
liðnum. Higartil hevur hann
spælt 55 dystir, og hann
hevur skorað trý mál. Fyri
tað mesta spælir Atli á mið-
vøllinum, men onkra ferð-
ina hevur hann verið í mið-
verjuni.
Í grundgevingini fyri at
kjósa føroyska landsliðs-
spælaran at vera tann besta
í 2008, varð tikið soleiðis
til:
- Tað verður ikki altíð
lagt so nógv til merkis,
hvønn leiklut Atli hevur,
sjálvt um hann megnar at
vera alla staðni, har tað
gongur fyri seg. Uttan mun
til hvussu tað gongst, so
stríðist Atli, inntil dómarin
hevur bríkslað fyri síðstu
ferð. Harafturat er Atli ein
klókur og taktiskt stinnur
spælari, sum er sera tilvit-
aður um tað, sum gongur
fyri seg, og hann dugir væl
at taka rættar avgerðir.
Hann sparkar væl við báð-
um beinum, og støðið í
fyrstu nertingunum hjá hon-
um er høgt. Hann er góður í
samanspælinum, og so er
hann so vælsignað róligur í
spælinum,
søgdu
Frem
ábyrgdarpersónarnir, sum
løgdu afturat:
- Atli Danielsen hevur
verið framúr í 2008, sum
annars hevur verið eyðkent
av nógvum turbolensi. Aft-
ur og aftur hevur hann ging-
ið á odda, tá ið tað skuldi
stríðast fyri at fáa týdning-
armikil stig á kontina. Hann
hevur avgjørt ikki spart seg
sjálvan.
Tí hevur tað verið upplagt
hjá okkum at kjósa Atla
Danielsen til besta Frem
spælaran í 2008, søgdu venj-
ararnir og leiðararnir í Frem
í síni grundgeving, tá ið teir
undir
jólaborðhaldinum
leygardagin kunngjørdu val-
ið av ársins spælara.
Liðfelagarnir fegnaðust
saman við føroyska lands-
liðsspælaranum, sum teir
væl og virðiliga untu heið-
urin av verða kosin besti
spælari.
Hetta er aðru ferð, at
føroyskur landsliðsspælari
verður kosin at vera ársins
spælari í Frem. Í 2005 var
sami heiður vístur Jón Róa
Jacobsen, sum síðani í
summar aftur er í Frem,
eftir at hann í tvey ár spældi
í AaB.
Setningurin
hjá
Atla
Danielsen og liðfeløgunum
verður at halda tørn um
plássið í næstbestu donsku
deildini. Eftir 15 av 30
umførum er Frem á 8. plássi
við 18 stigum. Nummar 14,
15 og 16 flyta niður. Í løtuni
er felagið hjá Toda Jónsson,
FC Amager á 14. plássi við
14 stigum. Tað vil siga, at
tað eru fýra stig frá Frem
og niður til strikuna.
Sáttmálaskeiðið
hjá Atla Danielsen
í Frem verður
liðugt í summar,
men føroyski
landsliðsspælarin
kennir ikki skund á
sær at skriva undir
nýggjan sáttmála
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sáttmálaskeiðið hjá Atla
Danielsen í Frem verður
liðugt 30. juni í 2009.
Eingin ivi man vera um,
at teir í felagnum fegnir
vilja tryggja sær undir-
skriftina hjá føroyska
spælaranum, men tað
verður í hvussu so er ikki
nú beinanvegin, at Atli
fer at skriva undir nýggj-
an sáttmála við Frem:
- Eg rokni við, at eg
fari at bíða eitt sindur við
tí. Tað eru tað fleiri orsøk-
ir til. Ein er, at eg í summ-
ar verði liðugur við út-
búgvingina. Eg havi ikki
tikið endaliga støðu til,
um eg fari at halda fram
við útbúgvingini her í
Keypmannahavn,
ella
um eg skal halda fram
við útbúgvingini onkra
aðra staðni, ella um eg
skal brúka meiri tíð upp
á fótbóltin.
Hvat droymir tú um?
- Sjálvsagt hevði tað
verið spennandi og stór
avbjóðing, um tað hevði
eydnast at skrivað sátt-
mála við okkurt felag í
superliguni og harvið at
fingið møguleika at vant
fleiri ferðir um dagin.
Men tað er ikki bara sum
at siga tað, tí tað eru
nógvir um boðið og kapp-
ingin er stór, staðfestir
lítið lætni klaksvíkingur-
in.
Besta fótbóltsdeildin í
Danmark er geografiskt
skeiklað soleiðis at skilja,
at tað lutfalsliga eru fá
feløg í høvuðsstaðarøki-
num og fleiri í provinsini.
Í Keypmannahavn og øki-
num rundanum eru tað
stórfeløgini Brøndby og
FCK og so FCN, sum
heldur til í Farum. OB er
á Fyn, og øll hini átta
feløgini eru í Jyllandi.
- Kappingin er serliga
stór her í Keypmanna-
havn. Men um tilboð
hevði komið frá einum
av feløgunum í provins-
ini, so hevði eg sjálvandi
umhugsað tað, sigur Atli
Danielsen, sum í eitt stutt
skifti fyri nøkrum árum
síðani royndi seg í Sogn-
dal í Noregi. Annars
hevur hann bara umboðað
KÍ og síðani 1. apríl 2007
Frem, sum leygardagin
boðaði frá, at Atli í 2008
hevur verið besti spælarin
í felagnum.
Feløgini í Jyllandi í
superliguni eru FCM,
AGF, AaB, Randers FC,
SønderjyskE,
Esbjerg,
Vejle og Horsens.
Atli er bestur í Frem
Tað hevur gingið striltið hjá Frem í ár, men persónliga hevur Atli Danielsen staðið seg framúr, og nú kann hann eisini erpa sær av
heitinum sum ársins spælari í felagnum í ár
24