mánadagur 15. desember 2008síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 241 - 15. desember 2008 ]
Tosic vil ikki til United
Serbiski vongspælarin Zoran Tosic er ikki nøgdur við
sáttmálan, sum Manchester United hevur boðið honum, men
hann er sinnaður at taka støðu til eitt nýtt tilboð. Enska felagið
hevur samráðst við serban seinastu tíðina, og United og
Partizan, sum Tosic spælir fyri, eru komin ásamt um ein prís
fyri spælaran. - Eg rokni við, at vit fara at finna eina loysn, og
tí umhugsi eg ikki onnur feløg í løtuni, sigur Tosic, sum hevur
spælt 12 landsdystir fyri Serbia.
Súni Fríði heldur fram í B68
Súni Fríði Barbá heldur fram sum venjari hjá 1. deildarliðnum og
unglingunum hjá B68. Partarnir hava longt sáttmálan, og tað fegnast
B68 um á heimasíðu sínari. 1. Deildarliðið hjá B68 yvirlivdi í
næstbestu deildini farna kappingarár, og unglingarnir vunnu bronsu í
sínari deild, so úrslitini vóru heilt góð.
Laurie Cunningham
varð bert 33 ára
gamal, tá hann
doyði í einari
ferðsluvanlukku.
Men hann stendur,
sum ein sannur
undangangsmaður
hjá littum fótbólts
spælarum í Bretlandi
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Viðhaldsfólkini hjá West
Bromwich Albion minnast
Laurie Cunningham, sum
eitt framúr stórt náttúru-
talent. Laurie Cunningham
gjørdist tann fyrsti litti fót-
bóltsspælarin, sum spældi
við enska U-21 landsliðnum.
Hann gjørdist eisini fyrsti
enski spælarin, sum fekk
ein
sáttmála
við
Real
Madrid, 24 ár áðrenn David
Beckham skrivaði undir
sáttmála við spanska stór-
felagið.
Ættaður úr Jamaica
Laurie Cunningham varð
føddur 8. mars í 1956 í
Holloway í London. Pápin
varð ein sonevndur “Jock-
ey”, ein hestareiðmaður, ið
hevur sítt yrki á reiðøkju-
num, har nógvur peningur
verður settur á tær ymisku
hestakappingarnar. Arsenal
helt ikki, at tann ungi Laurie
varð nóg góður til at fáa ein
sáttmála við “The Gunners”.
Men Laurie Cunningham
fekk ein sáttmála við lítla
London-felagið,
Leyton
Orient, og gjørdist yrkis-
spælari just tann dagin, tá
hann fylti 18 ár.
Hann varð lítil av vøkstri,
og var heldur neyðarsligur,
tá hann byrjaði í Leyton
Orient. Laurie Cunningham
spældi við Leyton Orient,
árini 1974-1977. Í 75 dyst-
um fyri felagið skeyt hann
15 mál.
Í 1977 skifti hann felag,
og flutti til Birmingham
fyri at spæla við West Brom-
wich Albion. Leyton Orient
seldi hann fyri 110.000
bretsk pund, sum varð nógv-
ur peningur í enskum fót-
bólti, tá á døgum. Laurie
Cunningham spældi tvey ár
við WBA. Í 86 dystum
skeyt hann 21 mál fyri
Birmingham-felagið.
Hann gjørdist sera væl
úmtóktur spælari millum
viðhaldsfólkini hjá West
Bromwich Albion. Tá fe-
lagið í 2004 skipaði fyri ein-
ari atkvøðugreiðslu, um
hvørjir
spælarar
høvdu
verið best í felagnum í 125
ára tíðarskeiðnum 1879-
2004, varð Laurie Cunning-
ham valdur at verða millum
16 teir bestu spælarnar hjá
WBA hetta 125 ára tíðar-
skeiðið. Hetta hóast hann
bert spældi 2 ár við felag-
num.
Á U-21 landsliðið
Í 1977 gjørdist Laurie Cunn-
ingham tann fyrsti litti spæl-
arin, sum spældi við enska
U-21 landsliðnum, og skriv-
aði hann søgu. Laurie Cunn-
ingham spældi 6 U-21
landsdystir fyri Ongland í
1977 og 1978, og skeyt
hann 1 mál. Í 1978 spældi
hann eisini ein B-landsdyst
fyri Ongland.
Saman við Brendan Bat-
son og Cyrille Regis varð
Laurie Cunningham ein
sannur undangongumaður
fyri aðrar littar fótbóltsspæl-
arar, og gjørdi tilveruna hjá
hesum lættari í framtíðini.
Teirra teknisku fótbólts-
dygdir á vøllunum brutu
niður
nógvar
fordómar,
sum fótbóltsalmenningurin
hevði um littar fótbóltsspæl-
arar. Longu í einari yvir-
skrift skrivaði stóra enska
blaðið, The Sun: ”Laurie
Looks Great”. Kortini varð
Laurie Cunningham rætti-
liga smæðin, og hann hevði
tað ringt við at skula sam-
skifta við ta aggresivu
ensku ítróttarpressuna, og
tað gav ávísar trupuleikar.
Á vøllinum hevði hann
kortini ongar trupuleikar
við samskiftinum, har vísti
hann tekniskar dygdir, skjót-
leika, og vísti hann ganda-
kend kynstur á vøllinum.
Hann varð ein sjáldsamur
einstaklingur, og tað vísti
hann eisini. við, at hann
gekk til undirvísing í ballet.
Balletundirvísingin hjálpti
honum væl við kropsrørsluni
og balansuni. Á teimum
lokalu diskotekunum, varð
hann kendur, sum ein sjáld-
sama góður dansari.
Fjakkaði víða
í 80-unum
Í 1979 seldi WBA Laurie
Cunningham til Real Mad-
rid fyri 995.000 bretsk
pund. Við Real Madrid
vann hann tað spanska
meistaraheitið í 1980, og ta
sponsku steypakappingina í
1980 og 1981. Áskoðarnir
hjá Real Madrid góvu hon-
um kelinavnið ”Tað svarta
snarljósið”. Kortini varð
tað langt frá altíð, at hann
slapp at byrja inni í dysti
fyri Real Madrid.
Laurie Cunningham varð
í Real Madrid í 4 ár, millum
1979 og 1983. Í 44 dystum
fyri spanska kongafelagið
skeyt hann 13 mál. Í 1983
spældi hann eitt ógvuliga
stutt skifti fyri Manchester
United, har talan gjørdist
um 5 dystir, og 1 mál.
Leiðin gekk nú aftur til
Spania. Hesaferð Sporting
Gijón. Í 30 dystum, kapp-
ingarárið 1983-84 skoraði
Laurie Cunningham 3 mál.
Kappingarárið
1984-85
royndi hann seg við franska
stórfelagnum, Olympique
Marseille. Her gjørdist tal-
an um 30 dystir og 8 mál
hjá Laurie Cunningham.
Kappingarárið 1985-1986
spældi hann aftur heima í
Onglandi, hesaferð í Lei-
cester. Men tað gjørdist ikki
eitt eydnusamt kappingarár
í Leicester, talan gjørdist
um 15 dystir, men her fann
Laurie Cunningham ikki
netmeskarnar.
Kappingarárið 1986-87
royndi hann seg aftur í
Spania, hesaferð í tí lítla
høvuðsstaðarfelagnum,
Rayo Vallocano. Hetta árið
gjørdist tað til heilar 37
dystir, men bert 3 mál fyri
Laurie Cunningham. Kapp-
ingarárið 1987-88 gjørdist
ikki talan um nógvar dystir.
Laurie Cunningham varð
eitt lítið rend í belgiska
felagnum, Charleroi, men
her gjørdist bert talan um
ein dyst. Men við kapp-
ingarenda varð Laurie Cunn-
ingham endaður, sum partur
av hópinum hjá ”The Crazy
Gang” – Wimbledon, sum
hevði vunnið seg í FA Cup
finaluna ímóti Liverpool.
Wimbledon vann 1-0, og
Laurie Cunningham kom
inn í 2. hálvleiki, og eydn-
aðist tað honum soleiðis at
vinna eitt heiti í Onglandi.
Samlað gjørdist tað talan
um 6 dystir og tvey mál í
Wimbledon. Laurie Cunn-
ingham varð ein sannur fót-
bóltsfjakkari seinastu árini.
Kappingarárið 1988-1989
varð hann aftur í spanska
høvuðsstaðarfelagnum,
Rayo Vallocano. Hesaferð
gjørdist talan um bert eitt
mál í 19 dystum fyri
spanska felagið.
Dripin í ferðslu-
vanlukku
Men á hásumri í 1989 end-
aði alt brádliga. 15. juli
hetta árið varð Laurie Cunn-
ingham dripin í einari
ferðsluvanlukku í Madrid,
og gjørdist hann soleiðis
bert 33 ára gamal.
Fyri yngri littar fótbólts-
spælarar stendur hann tó,
sum ein stór hetja og undan-
gongumaður. 23. mai í
1979 spældi Laurie Cunn-
ingham sín fyrsta landsdyst
ímóti Wales, sum varð ein
dystur í tí tá árliga bretska
meistaraskapinum.
Viv Andersson gjørdist
tann fyrsti litti spælarin,
sum spældi ein A-landsdyst
fyri Ongland ímóti Kekko-
slovakia á heysti í 1978.
Men tað verður undirstrikað,
at Laurie Cunningham varð
tann fyrsti litti spælarin,
sum spældi ein landsdyst
fyri Ongland, sum taldi í
einari kapping.
Laurie Cunningham (1956-1989):
Fyrsti litti enski U-21
landsliðsspælarin
Hann var ikki stórur á vøkstri, men gjøgnumbrotið hjá Laurie Cunningham í West Bromwich
Albion gjørdi hann til ein tann størsta litta spælaran í enskari fótbóltssøgu
25