Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-15, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 241 - 15. desember 2008 ] Owen bíðar eftir Newcastle 29 ára gamli Michael Owen hevur framvegis mál í beinunum, og í gjár skoraði hann sjeynda málið í Premier League í ár, tá Newcastle vann á Portsmouth. Sáttmálin hjá Owen við Newcastle gongur út í summar, men Owen sigur seg vera sinnaðan at halda fram í felagnum. - Eg bíði eftir, at felagið kemur við einum uppleggi, og so taki eg støðu til tað, sigur Michael Owen við Sky Sports. Claus á beinkinum Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, tá ið Blackpool um vikuskiftið spældi ímóti Nottingham Forest í næstbestu ensku deildini. Claus hevur verið skaddur, men nú hevði hann funnið vegin inn á beinkin aftur. Einki mál kom í dystinum millum Forest og Blackpool, og tað átti ikki minst málmaðurin hjá Blackpool heiðurin av. Chelsea hálvsnávaði, tá teir sunnudagin gjørdist fjórða odda­ liðið, sum mátti taka til takkar við javnleiki hetta umfarið. Men fyrst og fremst var tað venjari hjá West Ham, sum átti fokus á Stamford Bridge Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er ikki ofta, at Chelsea- legendur verða móttiknar við standandi klappsalvum á Stamford Bridge. Onkur hevur tikið til, at flestu stór- spælararnir hjá Chelsea eru antin farnir hiðani, ella eis- ini eru teir partur av aktuella liðnum. Allar reglur hava tó síni undantøk. Og Gianfranco Zola telist heilt víst millum hesi. Nýggja stórtíðin hjá Chelsea byrjaði av álvara kappingarárið, 1996/97, tá Gianluca Vialli var venjari. Og ikki minst var tað keyp- inum av Gianfranco Zola at takka, at steypasavnanin tá byrjaði av álvara. Lítli italiumaðurin við stóra smílinum og framúr- skarandi teknikkinum gjørd- ist alt fyri eitt stóra hetjan hjá áskoðarunum. Fyrsta kappingarárið var hann ein av avgerandi orsøkunum til FA-Cup sigurin hjá Chelsea, og tá hann eitt ár seinni skoraði sigursmálið í UEFA Cup Winners Cup, hevði hann vunnið sær støðuna millum legendurnar. Og tað var eisini við ein- um smíli, at hann nú aftur traðkaði á grasið á Stamford Bridge. Væl vitandi at sjón- varpstólini høvdu fokus á sær, gekk lítli italiumaðurin beina leið móti skiftiskýlin- um hjá heimaliðnum, áðr- enn hann í evstu løtu sendi eitt av stóru smílum sínum og snaraði til gestirnar. Mistu gyltan møguleika Sum venjari hevur hann tó ikki havt tað heilt so lætt. Talan var annars um eina sera óvæntaða setan, tá West Ham fekk lokkað Zola aftur til London, men sam- an við íslendsku fíggjar- kreppuni eru umstøðurnar hjá West Ham versnaðar nógv seinastu mánaðirnar. Men bæði hann og felagið høvdu tó orsøk at smílast sunnudagin. Tað eydnaðist nevnliga West Ham at fara av Stamford Bridge við ein- um stigi eftir ein dyst, har gestirnir veruliga stríddust í felag. Fyri steðgin var West Ham kanska betra liðið, og tað var als ikki óuppiborið, at Craig Bellamy hevði lagt teir á odda. Eftir steðgin kom tó meira ferð á heimaliðið. Venjarin, Scolari, hevði eft- ir øllum at døma tosað við stórum bókstavum, og tá Anelka so skoraði sítt mál nummar 100 í enskum fót- bólti, líktist tað enn einum heimasigri. Men tað gjørdist ikki meira enn næstan hjá Chelsea, sum soleiðis misti gyltan møguleika at vinna sær ein fyrimun. Leygardagurin var nevn- liga harður við oddaliðini. Liverpool, Manchester Uni- ted og Arsenal spældu nevn- liga øll javnt, og tí hevði Chelsea møguleikan. Men heldur ikki hesa ferð riggaði veruliga hjá nøkrum av teimum fýra stóru at gera ein nóg stóran vørr. Bilsin um móttøkuna Og so var tað ístaðin Zola, sum slapp at taka fokus á ensku baksíðunum. – Fyrstu 10-15 minuttirnar skilti eg slettis ikki, hvat gekk fyri seg. Allir áskoð- ararnir sungu navnið hjá mær, og tað harmar meg, at eg als ikki veittraði aftur. – Eg vildi heldur ikki fegnast alt ov nógv, tá vit skoraðu, tí Chelsea fer altíð at eiga ein stóran part av mínum hjartað. Men vón- andi kann eg fagnast meira komandi vikurnar, segði Zola við ensku miðlarnar eftir dystin. Premier League vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Liverpool 17 11 - 5 - 1 26 11 15 38 2 Chelsea 17 11 - 4 - 2 36 7 29 37 3 Man Utd 16 9 - 5 - 2 27 10 17 32 4 Aston Villa 17 9 - 4 - 4 29 20 9 31 5 Arsenal 17 9 - 3 - 5 29 20 9 30 6 Hull 17 7 - 6 - 4 26 27 -1 27 7 Everton 17 7 - 4 - 6 23 25 -2 25 8 Portsmouth 17 6 - 5 - 6 19 26 -7 23 9 Wigan 17 6 - 4 - 7 21 20 1 22 10 Fulham 16 5 - 6 - 5 13 12 1 21 11 Bolton 17 6 - 2 - 9 20 23 -3 20 12 Middlesbr. 17 5 - 5 - 7 17 24 -7 20 13 Stoke 17 5 - 5 - 7 17 27 -10 20 14 Newcastle 17 4 - 7 - 6 22 24 -2 19 15 Tottenham 17 5 - 4 - 8 19 21 -2 19 16 West Ham 17 5 - 4 - 8 18 25 -7 19 17 Man City 17 5 - 3 - 9 30 25 5 18 18 Sunderland 17 5 - 3 - 9 17 25 -8 18 19 Blackburn 17 3 - 4 - 10 17 34 -17 13 20 WBA 17 3 - 3 - 11 12 32 -20 12 Úrslitini um vikuskiftið Leygardagin Middlesbrough-Arsenal 1-1 Stoke-Fulham 0-0 Sunderland-WBA 4-0 Aston Villa-Bolton 4-2 Liverpool-Hull 2-2 Manchester City-Everton 0-1 Wigan-Blackburn 3-0 Tottenham-Manchester United 0-0 Sunnudagin Portsmouth-Newcastle 0-3 Chelsea-West Ham 1-1 Zola átti dagin Hóast vónbrotið var stórt hjá John Terry og Chelsea, so hevði liðskiparin orku til at ynskja Gianfranco Zola tillukku við eina stiginum Mynd: Polfoto/AP 26