mánadagur 15. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 241 - 15. desember 2008
27
Stutt Sagt
Eldur elvir
til illgruna
Fríggjadagin kom eldur í
kirkjuna Wasilla Bible
Church í býnum Wasilla í
amerikanska statinum Al-
aska. Mansskaði var eing-
in, men kirkjan fekk rætti-
liga stóran skaða.
Sløkkiliðið í Wasilla
sigur eldin vera heldur ill-
grunasaman, og sambært
sløkkileiðaranum, James
Steele, at tað er ikki óhugs-
andi, at eldurin er ásettur.
Tað, sum hevur vakt ans,
er, at republikanska vara-
forsetavalevnið Sarah Palin
gongur vanliga í kirkju í
Wasilla
Bible
Church.
Leygardagin var Sarah Pal-
in í kirkjuni og bað prestin
um umbering, um tað
skuldi víst seg, at eldurin
hevður nakað við hennara
uppstilling at gera.
Ríkmaður
mist nógvar
milliardir
Saudiarabiski
prinsurin
Alwaleed bin Talal , sum
sigst vera tann ríkasti ara-
barin í heiminum, hevur
sambært blaðnum Arabian
Business mist umleið fýra
milliardir dollarar í ár
orsakað av fallandi virðis-
brøvum og altjóða fíggjar-
kreppuni.
Men hóast tann ovur-
stóra missin er bin Talal
framvegis tann ríkasti ara-
barin. Arabian Business,
sum kemur út í Dubai,
skrivar, at prinsurin eigur
góðar 17 milliardir dollar-
ar eftir.
Saudiarabiski prinsurin
eigur millum annað nógv
partabrøv í bankanum Citi-
group, og hann verður
javnan umrøddur sum tann
arabiski Warren Buffet.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Tað eru bretar, sum eru komnir til Zimbabwe við
kolera-smittuni. Hetta er lívfrøðilig krígsførsla
zimbabwiskur ráðharri
útlond
Eldurinh kom í kirkjuna hjá
Sarah Palin
Mynd: AP
Teilendska tjóðar
tingið valdi í morgun
andstøðuleiðaran
Abhisit Vejjajiva til
forsætisráðharra
Fyri at vinna valið skuldi
Abhisit Abhisit fáa stuðul
frá minst 219 tinglimum,
og tá upteljingin var liðug,
hevði hann fingið 235. Hitt
valevnið,
løgregluovastin
Pracha Promnok, fekk 197
atkvøður.
Tjóðartingið noyddist at
velja nýggjan stjórnarleið-
ara, eftir at grundlógardóm-
stólurin herfyri kunngjørdi,
at táverandi forsætisráðharr-
in, Somchai Wongsawat, og
fleiri av hansara næstu
monnum vóru sekir í sviki
og tí ikki kunnu taka lut í
politiskum virksemi tey
næstu fimm árini.. Tað
gjørdi, at Somchai mátti
leggja frá sær, og samstundis
bleiv flokkur hansara, PPP,
upploystur.
Tað var stórur spenningur
upp undir atkvøðugreiðsl-
una í tjóðartinginum í morg-
un, og tað er ein spurningur,
um úrslitið fer at gera enda
á ófriðinum, sum hevur ver-
ið í Teilandi í heyst. Tíðinda-
fólk vísa á, at umleið 200
fólk vóru komin saman utt-
an fyri tinghúsið í morgun
fyri at forða tingmonnum at
sleppa inn. Tey róptu rakstr-
arróp eftir Abhisit og vildu
vera við, at hann er í lumm-
anum hjá herleiðsluni.
Nýggi teilendski forsætis-
ráðharrin er føddur í Bret-
landi og hevur útbúgving frá
lærda háskúlanum í Oxford.
Hann er 44 ára gamal.
Andstøðuleiðari til valdið
í Teilandi
Abhisit Abhisit er nú teilendskur forsætisráðharri
Mynd: Polfoto
Veturin kom við
kulda og regni
Vetrarveðrið hevur verið sera ymiskt teir seinastu dagarnar. Í landnyrðingspartinum av USA
hava fleiri túsund hús mist streymin, tí klaki er lagstur á teir elektrisku træðrirnar, so teir eru
slitnaðir. Í Eysturríki hava vegamyndugleikarnir úr at gera við at halda vegirnar opnar, tí tað
kavar so illa. Har suðuri í Fraklandi og í Italia er áarføri av grimdarregni, soleiðis sum hendan
myndin av Tiber-ánni í Rom vísir
Mynd: Polfoto
Í Norðurkorea hava
myndugleikarnior
hert revsingina til
teirra, sum royna at
flýggja av landinum
Tey seinastu árini hava
fleiri milliónir norður-
koreanar roynt at flýggja
undan hungri og politisk-
ari kúgan, men møgu-
leikarnir eru avmarkaðir.
Markið ímóti Suður-
korea er so væl vart, at
tað er at kalla vónleyst at
sleppa ósæddur um tað.
Tí velja tey flestu at
royna at sleppa yvir um
Gulu Ánna, sum er mark
ímóti Kina, og haðani til
okkurt annað land. Men
tað er heldur ikki lætt, tí
Kina hevur styrkt vaktar-
haldið við síni landamørk,
og teir norðurkoreanar,
sum eru so hepnir at
sleppa yvir um ánna,
verða sendir yviraftur.
Norðurkoreanar revsa
síni egnu flóttafólk hart,
og sambært tíðindastov-
unum er revsingin herd
nú. Sagt verður, at fólk
fáa frúgva fongsulsrevs-
ing, meðan onnur enda í
arbeiðslegum.
Men neyðin er so stór,
at fleiri velja kortini at
royna at sleppa burtur,
skrivar Reuters.
Hørð revsing
fyri at royna
at flýggja úr
Norðurkorea