týsdagur 16. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 242 - 16. desember 2008
Verkætlanin, ið
hevur varð víst fram
16. februar 2006 og
skuldi vera liðug í
2011, verður ikki
klár enn á sinni. Í
fyrsta lagi í 2010
verður byrjað upp á
verkætlanina. Sostatt
er ætlanin í minsta
lagi fýra ár seinkað,
um hon nakrantíð
verður veruleiki. Sum
er fæst ongin fígging
til Stórutjørn
byggiætlan
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Longu í 2011 var ætlanin,
at fólk skuldu kunna spæla
íshokey í Føroyum. Eisini
skuldu baðiland og golfvøll
ur gerast, saman við einari
stórari FIFA góðkendari fót
bóltshøll. Men fólk skuldu
ikki bara hugna sær har.
Ætlanin var eisini, at gera
stórar bygningar til íbúðir,
fyri ikki at gloyma risa hot
ellini.
Henda risaætlanin er ikki
slept, men sum er fæst ong
in fígging, og hetta hevur
við sær, at ætlanin ikki verð
ur skotin í gongd fyrr enn
fíggjarkreppan er hasað av.
Trupulleikin hjá okkum
tá vit skjótt hava fingið
neyðugu loyvini upp á pláss
verður, at finna fígging.
Sum er ber ikki til at fáa
fígging til byggivirksemi, tí
bankarnir, ið hava arbeitt
við at fíggja byggivirksemi,
hava brent seg so dyggiliga,
og tí er fíggingin eitt lukkað
land í verandi tíðum, greiðir
Bárður Nielsen, stjóri í
Stórutjørrn, frá.
Onga dagfesting
Bárður Nielsen vil ikki seta
nakra dagfesting á, nær
spakin skal setast í.
Vit hava sett dato á tvær
ferðir fyrr, og vit hava sæð,
at tað er kiksað, so eg vil
undir ongum umstøðum
siga nakað, men tað verður
ikki fyrr enn um eitt ella
tvey ár, at vit kunnu byrja,
sigur Bárður Nielsen.
Dagfestingarnar, tá fyrsti
spakin til Stórutjørn skuldi
setast í, hava verið februar í
2008 og á sumri í 2008.
Ongin av hesum dagfesting
um hevur hildið, tí neyðugu
loyvini ikki vóru komin
upp á pláss. Tá ætlanin var
lagt fram á fyrsta sinni vóru
ábendingar um, at verkætl
anin skuldi byrja tíðliga í
2007, men tað var sambært
Bárði Nielsen ein sera opt
imistisk útsøgn. Nú er verk
ætlanin mestsum lagd á ís,
næstu tvey árini.
Mangla
byggisamtykt
Hóast arbeiðið við at skaffa
byggisamtykt til Stórutjørn
er komin rímiliga langt, so
eru neyðugu loyvini ikki
komin upp á pláss enn.
Vit rokna við, at neyð
ugu loyvini verða klár eina
ferð í vár. Tá hevur ætlanin
verið ígjøgnum sjey ymisk
ar innstansir í skipanini, og
tað er ikki nøktandi, metir
stjórin á Stórutjørn.
Ikki slept ætlanini
Hóast fígging er ein trupul
leiki nú, metir Bárður Niel
sen ikki, at hetta er tí, at
ætlanin er óforsvarlig.
Hevði støðan verið nor
mal, so høvdu vit heilt víst
havt fígging. Vit hava ongar
indikatiónir fingið frá Ják
upi á Dul um at steðga ætl
anini. Tað er tørvur á einum
tílíkum projektið í Føroyum,
stórur áhugi hevur verið
fyri tí, og tí rokna vit við at
finna fígging, so skjótt sum
heimsbúskapurin losnar aft
ur, sigur stjórin á Stórutjørn.
Hann leggur afturat, at allir
partar arbeiða við at finna
eina loysn, men tað verður
ikki heilt enn, at møguleiki
verður fyri at skaffa fígging
til risaætlanina, sum at byrj
að við skuldi verða heilt
liðug í 2011.
Seinkað fýra ár
Nú vit næstan skriva 2009,
er ongin fígging til ætlanina,
og eftir øllum at døma verð
ur fyrsti spakin ikki settur í
fyrr enn í 2010, um alt gong
ur væl. Sostatt er Stóratjørn
fýra ár seinkað, um ætlanin
nakrantíð verður veruleiki.
Stóratjørn í vanda
16. februar 2006 vísti Jákup á Dul risaverkætlanina, Stórutjørn, fram. Tá greiddi hann frá, at økið skuldi vera liðugt í 2011, men henda ætlan er fleiri ferðir útselt
Húsaprísurin fellur
í Danmark
Í Danmark er prísurin á sethúsum fallin nógv í seinastuni, og prísfall
ið er serliga stórt í høvuðsstaðarøkinum, har prísirnir eru falnir 11,6
prosent í ár. Í meðal um malt landið er fallið 7,1 prosent. Minsta
prísfallið er í syðra parti av Jyllandi, har prísirnir eru falnir umleið
4,1 prosent. Í Keypmannahavn er prísurin á eigaraíbúðum fallin
umleið 30 prosent, síðani hann var í hæddini fyri tveimum árum
síðani. Tað merkir, at ein 80 fermetrar stór íbúð, sum kostaði 2,6
milliónir krónur í 2006, fæst fyri 1,8 millión krónur nú, sigur DR.
Endurgjald fyri toskakríggj
Bretskir fiskimenn, sum gjørdust arbeiðsleysur, tá íslendingar fluttu
fiskimarkið út og koyrdu bretsku trolararnar burtur av miðunum í
sjeytiárunum, hava nú fingið tilsøgn um meiri endurgjald frá
bretska ríkinum. Sambært tilsøgnini fáa fiskimenn, sum kunnu
prógva, at teir mistu nógva inntøku orsakað av íslendsku fiskimarks
útflytingini, og at teir høvdu roynt undir Íslandi í minst tvey ár, fáa
endurgjald. Tilsamans er talan um einar 1.000 trolaramenn í
Grimsby, Hull, Fleetwood og Aberdeen, og tilsamans fáa teir góðar
80 milliónir krónur.