týsdagur 16. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 242 - 16. desember 2008
Nútímans skúli er tik
in í nýtslu í Runavík.
Talan er um ein skúla,
við øllum hentleikum.
Lærararnir hava
munandi betri
umstøður, stovur
eru til praktisku
lærugreinirnar, sam
stundis sum stórt
bókasavn er gjørt.
Fyri at seta strikuna
uppi yvir ú’num er
eisini matarhøll gjørd
á skúlanum
Skúli
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Leygardagin varð nýggi
skúlin við Løkin vígdur.
Talan er um ein nýmótans
skúla við øllum hentleikum.
Sjálvt ein matarhøll er
bygd, har pláss er fyri
umleið 130 fólkum. Sum
vera man, eru fólkini kring
skúlan fegin.
- Onkur sigur at vakrir
tankar trívast í vøkrum
umhvørvi, og tað skuldi tað
í hvussu so er verið hjá
okkum. Vit hava fingið ein
skúla, vit eru ótrúliga glað
fyri, og umstøðurnar hjá øll-
um eru vorðnar nógv betri,
sigur Durita Joensen, virk-
andi skúlastjóri í Runavík.
Ein sentralisering
Seinastu nógvu árini hevur
skúlaverkið í Runavík verið
spjatt yvir nógvar skúlar.
Við hesum skúlanum verður
ein sentralisering gjørd,
soleiðis, at bæði skúlin í
Søldarfirði og tann í Rituvík
eru niðurlagdir.
- Vit eru fegin um, at vit
ikki longur skulu flyta ímill-
um so nógvar skúlar. Tað
fer at gera arbeiðið hjá okk-
um lættari, og samstarvið
millum lærarar og flokkar
verður heilt víst betri, nú
vit hava fleiri undir somu
lon, greiðir Durita Joensen
frá.
Í nýggja skúlanum við
Løkin ganga umleið 320
næmingar í fjórða til og við
tíggjunda flokki. Skúlin er
ein tvísporaður skúli.
Fyrsti, annar og triði
flokkur halda framhaldandi
til á Glyvrum.
Nógv hølir
Í mun til eldru skúlarnar
eru nógv nýggj hølir, ið
ikki hava verið fyrr. Mat-
stovan er bara toppurin, tí
eisini eru hølir gjørd til
náttúru og tøkni, alis- og
evnafrøði, lívfrøði, náms-
frøðiligur depil, rúm til
skúlasjúkrasystir, húsavørð
og NSR-tænastuna. Eisini
hava lærararnir fingið nógv
betri møguleika at fyrireika
seg til undirvísing á skúlan-
um, tí skrivstovupláss eru
gjørd í lærararúminum og í
námsfrøðiliga deplinum.
Umframt alt hetta, hevur
skúlin eisini fingið nógvar
farteldur og internetsam-
band í øllum skúlanum,
samstundis sum skúlin hev-
ur fingið elektroniskar talv-
ur, ið fólk aðrastaðni hava
góðar royndir av.
Fríðka uttanfyri
Hóast økið kring skúlan
enn ikki er liðugt, so væntar
Durita Joensen, at hetta
verður eitt gott øki til fólk-
ini á skúlanum.
- Peningur er settur av, og
teir fara í gongd so skjótt
sum veðrið batnar. Tað er
eitt økið vit kunnu fáa stóra
nyttu av, tá tað verður enda-
liga liðugt, greiðir Durita
Joensen frá.
Mentanarhús
Í nýggja skúlanum við Løk-
in verður eisini ein stór aula
tikin í nýtslu, áðrenn alt ov
long tíð er gingin. Ætlanin
er at nýta hesa til mentunar-
hús hjá Runavíkini.
Runavíkar kommuna hev-
ur eisini sett pening av til at
keypa list til skúlan. Hetta
gleðir virkandi skúlastjórin
seg eisini til.
Nýggjur skúli í Runavík
Starvsfólkini á nýggja skúlanum við Løkin, eru sera fegin um góðu umstøðurnar
Mynd: Johnny Lamhauge
Krígssavnið bjóðar til kapping um búmerki
Arbeitt verður í løtuni við at innrætta fyribils hølir til Krígssavnið í bygninginum, har Felagið Vágar húsast í
Miðvági, men ætlanin er seinni at flyta inn í grøna húsið við síðuna av gamla flogtorninum oman fyri
flogvøllin. Savnið hevur longu fingið fleiri lutir og vil nú eisini heita á øll, sum eiga ella vita um lutir frá hesi
tíðini, um at lata savninum hesar, annaðhvørt til ognar ella til láns. Alt hevur áhuga: Myndir, skamtanarkort,
atgongumerkir, pass, heiðursmerkir, búnar, fótbúnar, leikur, alskyns lutir, bæði stórir og smáir, akfør o.m.a.
Sjónbandaupptøkur verða í hesum døgum tiknar við fólkum, sum minnast hesa tíðina. Krígssavnið letur upp
fyri almenninginum 1. mars 2009 í hølunum á Leitisvegi 58 í Míðvági. Í hesum sambandi verður bjóðað til
almenna kapping um búmerki til Krígssavnið. Atlantic Airways hevur stuðlað við tveimum virðislønum, sum
eru ferðaseðil aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.
Álitið hjá fíggjar
nevndini leggur upp
til, at flestu rakstr
arstøðini skulu spara,
og at fleiri pengar
skulu brúkast til
íløgur kring landið
POliTikkUR
Eirikur Lindenkov
eirikur@sosialurin.fo
Seinnapartin í dag fer fíggj-
arnevndin at leggja álit
fram um fíggjarlógina fyri
2008. Nevndin hevði síðsta
fundin klokkan 10 fyrra-
partin, og fyri døgurða fóru
limirnir at skriva álit, ið
verður lagt fram á tingfund-
inum, sum formaðurin hev-
ur lýst at vera klokkan
16.30.
Sum tað skilst, so skriva
samgongulimirnir sítt álit,
meðan andstøðuflokkarnir
skriva sítt. Hóast talan er
um fleiri álit, so siga keldur
innarlaga
í
politiska
umhvørvinum, at tað hevur
eydnast at finna breiða
semju um tølini.
Lítið hevur verið at hoyrt
um arbeiðið í fíggjarnevnd-
ini. Greitt er kortini at broyt-
ingar verða gjørdar sammett
við uppskotið, sum uppruna-
liga varð lagt fram.Tá var
talan um framskrivað tøl utt-
an politiska viðgerð. Spenta
politiska støðan var orsøk
til ta støðuna.
Væl vitandi keldur í polit-
iska umhvørvinum vilja
vera við, at raksturin er
minkaður umleið hundrað
milliónir sammett við upp-
skotið, sum varð lagt fram
fyrr í heyst. Flestu rakstrar-
konti eru minkaðar sammett
við uppskotið, ið varð lagt
fram síðst í september.
Í staðin eru íløgukontirnar
øktar við upp móti eins stór-
ari upphædd. Sagt verður at
fíggjarnevndin mælir til
íløgur kring alt landið.
Hetta verður mett at vera
skilagott, nú stígur er komin
í búskapin, og arbeiðsloysi
hóttir.
Sambært heimasíðuni hjá
Løgtinginum, so verður
síðstu tingfundur í hesum
árinum fríggjadagin 19. des-
ember klokkan 9.30.
Tingið skal taka støðu til
nógv mál, áðrenn tað fer í
jólafrí. Umframt tingfundin
seinnapartin í dag eru fund-
ir ásettir at vera í morgin,
hósdagin og fríggjadagin
kl. 9.30.
Einki er at ivast í, at talan
verður um langar fundir.
Umframt 2. og 3. viðgerð
av fíggjarlógaruppskotinum
eru fleiri onnur mál, sum
skulu hava 1. og 2. viðgerð.
Fríggjadagin verða 3.við-
gerðir. Tá kann roknast við,
at orðaskiftið verður millum
lítið
og
einki,
og
at
atkvøðugreiðslurnar verða
nógvar.
Økja um almennu íløgurnar