týsdagur 16. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 242 - 16. desember 2008
Føroya Reiðarafelag
fyllir hundrað ár í
dag, og sambært for
manninum, Viberg
Sørensen, so er fiski
vinnan í løtuni ikki
ein vinna fyri pessi
mistar
FØÐINGARDAGUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føðingardagar plaga oftast
at vera hugaligir at halda,
men sum støðan er í fiski
vinnuni í løtuni, heldur for
maðurin, Viberg Sørensen,
at lítið er at rópa hurrá fyri.
Eg havi nú sitið sum
formaður í eitt gott ár, og
tað má sigast, at tað hevur
brotið í bæði borð líka
síðani eg tók við, sigur
Viberg Sørensen.
Men hetta er hinvegin
ikki nakað nýtt. Verður hugt
í gomul bløð sæst, at fyri
júst hundrað árum síðani
komu reiðarar saman at
umrøða
vanlukkuligu
støðuna í fiskivinnuni, og
tað er nógv ið týðir á, at
støðan tá einki mætari var
enn hon er í dag.
Vit liva í einari vinnu,
sum er púra óforútsigilig.
Vit hava onga hóming av,
hvussu komandi ár fer at
roynast, sigur Viberg Søren
sen.
Í løtuni er lítið hugaligt at
fáast við fiskivinnu, tí part
vís er lítið at fáa, og partvís
er prísurin í botni.
Fiskaprísurin er raplaður
niður í botn, og tað ber
næstan ikki til at sleppa av
vi tosk fyri ein rímiligan
prís. Hetta er tó ikki bert
galdandi fyri okkum. Men
eisini hýsuprísurin er í
botni, hann hevur verið
heilt niðri á fýra krónum,
sigur Viberg Sørensen.
Halda dagin í mars
Formaðurin
í
Reiðara
felagnum sigur tó, at tað er
heldur frægari við oljuprísi
num. Men heldur ikki her
er tó gott.
Oljuprísurin í londunum
uttan um okkum er millum
1,00 og 1,20 krónur lægri,
og tað hevði fløvað almikið,
tá uppgjørt verður. Ein
lemmatrolari
bunkrar
kanska eini 50.000 til
60.000 litrar og tað er lætt
at rokna út, hvat sparingin
tá er við einari krónu minni
pr. litur, sigur Viberg Søren
sen.
Hann sigur, at ein van
ligur lemmatrolari bunkrar
eitt stað millum 1,5 og 1,7
milliónir litrar um árið, og
ein króna bíligari fyri liturin
hevði gjørt stóran mun á
botnlinjuni.
Formaðurin sigur annars,
at teir ikki fara at gera so
nógv burtur úr degnum í
dag.
Tað er ikki akkurát rætta
tíðin nú beint upp undir jól
at halda stóran føðingardag,
so tað verður bara nevndin,
sum hittist til ein døgurða í
kvøld. Vit fara so at gera
meiri burtur úr degnum fyrs
tu vikuna í mars, sigur
Viberg Sørensen, formaður
í Føroya Reiðarafelag.
Lítið hugaligt at halda føðingardag
Tað er lítið hugaligt at
halda rundan føðingardag
í hesum døgum, heldur
Viberg Sørensen, formaður í
Føroya Reiðarafelag
Fleiri donsk forløg
berjast nú um at
verða fyrst við bókini
um gøluna kring
vinnulívsmannin
Stein Bagger
BØkUR
Anna V. Ellingsgaard
anna@soialurin.fo
Dramaið kring fyritøkuna
IT Factory, og stjóran, ið
hvarv, hevur tilfar til eina
háspenningssøgu av teimum
heilt stóru.
Tí kappast donsk forløg
nú av øllum alvi um at
verða fyrst á gøtuni við bók
ini um gøluna, ið er ein
tann størsta í donskum
vinnulívið nakrantíð, veit
Politiken at siga.
Forløgini Lindhardt &
Ringhof, Gyldendal og Bør
sens forlag liggja longu
framvið og fleiri leggjast
nú afturat. Ikki so løgi, tí
sum Jeppe Markers frá
Lindhardt & Ringhof sig
ur:
"Søgan um Stein Bagger
og IT Factory hevur alt,
sum ein góð søga skal hava.
Verður søgan søgd á rættan
hátt, fer bókin at selja í
tíggjutúsundavís"
Ein av teimum, sum verð
ur hildin at verða rætti
høvundurin til eina slíka
bók, er journalisturin Dorte
Toft, sum hevur viðgjørt
málið í Berlingske Tidende.
Og Toft váttar, at áhugin
fyri at fáa hana at skriva
bókina er stórur.
"Higartil hava eini átta
níggju forløg vent sær til
mín", sigur Dorte Toft, sum
samstundis váttar, at hon nú
er líka við at skriva undir
ein sáttmála við eitt forlag.
Skaldsøgan "Dalen"
(Dalurin fagri) eftir
Gunnar Hoydal fær 5
av seks stjørnum í Ber
lingske Tidende
UmmælI
Herfyri gav forlagið Torgard
út skaldsøguna Dalurin Fag
ri hjá Gunnari Hoydal í
danskari týðing eftir Jette
Hoydal.
Bókin varð sera væl mót
tikin á Berligsk Tidende,
har ummælarin Anne Lise
MarstrandJørgensen
gav
bókini fimm av seks stjørn
um.
Undir yvirskriftini "Syg
dom og skønhed på Fær
øerne" skrivar ummælarin
millum annað:
"Hoydal beskriver dreng
ens verden så poetisk og
indlevet, at det er umuligt
ikke at blive berørt. Land
skabet, skæbnerne og syg
dommens tragedie står på
én gang knivskarpt i den
historiske sammenhæng og
bredes ud til evigtgyldige
menneskelige temaer. I Dal
en spirer tro, håb og kærlig
hed side om side med sorg,
lidelse og død. Det er en
smuk, skræmmende og vel
komponeret fortælling, der
slynger sig gennem Pálls
indre og ydre verden."
Eisini forlagið Torgard,
ið Hugin Eide stendur fyri,
fær rósandi orð frá ummæl
aranum:
»Dalen« kom út í Føroy
um í 1999, og forlagið Tor
gard skal hava rós fyri at
hava átikið sær uppgávuna
at fylla eitt tómrúm á
danska bókamarknaðinum,
nevniliga føroyskar bók
mentir í danskari týðing.
Tað er ótrúlig, at meir
etableraði forløg ikki hava
víst føroyskum rithøvund
um størri áhuga, sigur Anne
Lise MarstrandJørgensen,
ummælari á Berlingske Tid
ende.
Berjast um Bagger bók
Tað er ikki bara løgreglan,
sum vil hava klørnar í
søguna handan danska
vinnulívsmannin Stein
Bagger. Eisini donsk
bókaforløg liggja nú framvið
Gunnar Hoydal
fær fimm stjørnur
Ein vøkur, ræðandi og
vælkomponerað frásøgn,
sigur danskur ummælari um
skaldsøguna "Dalurin fagri"
eftir Gunnar Hoydal
Søgan um Meinigheitshúsið
Meinigheitshúsið í Havn, er 5. bókin í røðini um Kirkju og
Missiónssøguna í Føroyum. Her er at lesa um, tá ið gamla
Meinigheitshúsið varð bygt, arbeiðið sum har var, inntil húsið
gjørdist ov lítið, stríðið um grundøki til nýggja Meinigheitshúsið,
og arbeiðið sum har er í dag. Í bókini, sum er 351 blaðsíðir eru
sera nógvar myndir. Jóhs. Andr. Næs hevur skrivað bókina og
savnað myndirnar. Tað er Heimamissiónsforlagið, sum gevur
bókina út. Bókin keypast í bókhandlunum í landinum og frá
www.hmf.fo
Tær ynsktu sær hús
Herfyri kom út bókin Tær ynsktu sær hús. Í bókini verður greitt frá
tí stóra arbeiði, sum kvinnurnar í Føroyska Kvinnufelagnum í
Keypmannahavn gjørdu fyri at savna pening, so tær kundu keypa
eitt hús til føroyingar í býnum. Bókin greiðir eisini frá hinum
mongu feløgunum, sum føroyingar í Keypmannahavn hava savnast
um í meir enn eina øld. Greitt verður frá virkseminum í teimum
húsum, sum føroyingar hava havt til felagsvirksemi sítt, síðani
kvinnurnar keyptu fyrsta húsið síðst í sekstiárunum. Christin Plate
og Elsa Zachariasen hava lagt bókina til rættis