Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 242 - 16. desember 2008 Stutt Sagt Rættiligt snartok Italiumenn hava nú gjørt eitt tok, sum av røttum kann kallast snartok. Tað nýggja tokið skal millum annað koyra ímillum býir­ nar Milano og Bologna. Teinurin er 210 kilometrar, og hann klárar tokið upp á 65 minuttir, skrivar AFP. Vanlig tok brúka um leið tvær ferðir so langa tíð um teinin. Næsta ár er ætl­ anin, at snartok av hesum slagnum skulu koyra ímill­ um Milano og Rom, og ferðin fer væntandi at taka hálvan fjórða tíma. Felagið, sum hevur latið tað nýggja tokið byggja, sigur, at ætlanin er at kapp­ ast við flogfeløgini um ferðafólkini. Eitt nú vænt­ ar felagið at fáa umleið 60 prosent av ferðafólkunum, sum ferðast millum Mil­ ano og Rom. Men „Reyði ørvur“, sum tað nýggja tokið eit­ ur, setir stór krøv til jarn­ breytina, og í fleiri førum noyðast myndugleikarnir at leggja nýggjar breytir til tað nýggja tokið. Noktar seg sekan í drápi Tann kendi leikritahøv­ undurin og filmsstjórin Roger Avary er ákærdur fyri óviljað manndráp og skal møta í rættinum í februar. Hann er ákærdur í sam­ band við eina ferðsluvan­ lukku í januar. Roger Avery koyrdi við kenning og fór útav við tí úrsliti, at ein maður, sum var í bili hansara, doyði. Roger sjálvur fekk ikki skaða, men kona hansara fekk stóran skaða, men slapp við lívinum. Roger Avery noktar seg sekan í óviljaðum mann­ drápi, men verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 11 ára fongsul. Saman við Quentin Tara­ tino skrivaði Roger Avery leikritið til filmin „Pulp Fiction“, sum teir fingu Oscar­virðisløn fyri. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Við at tveita skógvarnar eftir Bush gjørdi tíðindamaðurin tað, sum teir arabisku leiðararnir ikki tordu at gera jordani við BBC útlond Nýggja snartokið hevur fingið navnið „Reyði ørvur“ Mynd: AFP Stein Bagger, sum er skuldsettur fyri at hava svikað fyri umleið eina milliard krónur, kom í morgun úr USA til Danmarkar. Hann hevur longu viðgingið seg sekan í tveimum ákærum Eftir at hava sitið átta dagar í fongsli í Los Angeles kom danski vinnulívsmaðurin Stein Bagger við flogfari til Kastrup í morgun. Haðani fór hann til grundlógarav­ hoyring í Lyngby, og síðani skuldi hann til avhoyringar hjá bakmansløgregluni. Fyrrverandi stjórin í IT Factory hvarv í Dubai tann 27. november. Tað vísti seg, at hann var farin til USA, har hann gav seg yvir til løg­ regluna, eftir at donsku myndugleikarnir høvdu sóknast eftir honum ígjøg­ num Interpol. Danska ákæruvaldið vil vera við, at Stein Bagger hevur svikað fyri umleið eina milliard krónur. Hann hevur longu við­ gingið seg sekan í sviki og grovum undandrátti. Bagger viðgingið seg sekan Áðrenn hann fer frá, ætlar George W. Bush at staðfesta fleiri kunngerðir, sum ganga ímóti ætl­ anunum hjá Barrack Obama Amerikanska lógin heimilar tí fráfarandi forsetanum at seta í gildi ymsar reglur, og hóast tær hava sama gildi sum lógir, nýtist honum ikki at leggja tær fyri Kon­ gressina. Sambært bretska blaðnum The Observer ætl­ ar Bush at brúka hesa heim­ ildina til at seta í gildi yms­ ar reglur, hóast tær ganga ímóti tí, sum eftirmaður hansara ætlar. Millum annað ætlar Bush at staðfesta nakrar kunn­ gerðir á umhvørvisøkinum, sum ganga beint ímóti hug­ sjónunum hjá Barrack Obama. Eitt nú geva nýggju reglurnar orkuverkunum munandi rúmari ræsur at dálka enn tað, sum Obama ætlar at krevja av teimum. Í øðrum førum snýr tað seg um rættin til at brúka vápn og rættindini hjá kvinnum til fosturtøku. Tað er vanligt, at fráfar­ andi forsetin í USA brúkar heimildina at seta í gildi kunngerðir uttan um Kon­ gressina, men sambært The Observer brúkar Bush heim­ ildina munandi meiri enn undanmenninir Bill Clinton og Bush eldri. Sambært blaðnum er í fleiri førum tal­ an um, at forsetin gevur sín­ um stuðlum í amerikanska vinnulívinum eina samsýn­ ing, áðrenn hann fer frá. Í morgin fara OPEC­ londini at taka støðu til, um tey skulu skerja framleiðsluna, og alt bendir á, at tað verður úrslitið ­ Øll londini taka undir við at skerja framleiðsluna, og eg ivist ikki í, at tað verður úrslitið, tá vit hitt­ ast, sigur OPEC­formað­ urin, Chakib Khelil, við Reuters undan tí avgerandi fundinum í morgin. Formaðurin ásannar, at eftirspurningurin eftir olju er minkandi orsakað av teirri búskaparligu aftur­ gongdini kring heimin, og hann væntar ikki, at eftir­ spurningurin fer at veksa aftur í bræði, sigur hann. Sjálvur heldur Chakib Khelil, at OPEC­londini eiga at vera nøgd, um olju­ prísurin kann halda sær á umleið 75 dollarum fyri tunnuna. Nrski marknaðarserfrøð­ ingurin Sandrine Tørstad væntar, at OPEC fer at skarva millum hálva aðru og tvær milliónir tunnur av teirri dagligu fram­ leiðsluni, og at prísurin fer at halda sær millum 45 og 50 dollarar. 40 prosent av allari olju í heiminum kemur úr teim­ um 13 OPEC­londunum. Oljulond sum Russland, Noreg og Meksiko eru ikki limir í OPEC. OPEC: - Oljan er ov bílig Chakib Khelil er formaður í OPEC-felagsskapinum Mynd: Polfoto Bush órógvar ætlaninar hjá eftirmanninum George W. Bush órógvar politisku ætlaninar hjá Barrack Obama Mynd: AP Sambært danska ákæruvaldinum hevur Stein Bagger svikað fyri áleið eina milliard krónur