Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 242 - 16. desember 2008 Afturvendandi jóla­ tiltakið hjá Føroya Fornminnissavni var seinasta viku­ skifti. Sum vant var jólahugni fyrst og fremst á skránni, men nógv ymisk og læru­ ríkt var fyri børn og vaksin Jólatiltak Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Myndir: Bergur Johannesen Heima á Garði í Hoyvík, sum í dag eisini verður rópt í Gomlu Hoyvík, varð seinasta vikuskifti skipað fyri hugnaligum jólatil­ takið. Føroya Fornminnis­ savn nýtir gamla bónda­ garðin sum útisavn, men tað er vorðið ein fastur tátt­ ur at skipa fyri jólatiltaki um hesa tíðina. Í ár er áttanda árið tiltakið er á skránni. Onnur ár hevur tal­ ið á vitjandi ligið upp móti 800. Mest eru tað barna­ familjur, ið nýta høvið at síggja hugnaliga garðin. Ommur og abbar nýta eisini høvið at fara við teimum smáu, kanska meðan for­ eldrini keypa jólagávurnar, tað sigur Regin Debess seg ofta hava sæð. Hann er savnslærari og stendur fyri at sýna skúlaflokkum og øðrum runt á savninum. Eisini er hann sera virkin upp undir jólatiltakið, tá nógvar hendur mugu taka í fyrireikingarnar. Av teimum 14 starvsfólkunum stákaðust hendan dagin níggju á gamla garðinum. Fjølbroytt skrá So at siga allur garðurin varð nýttur til jólatiltakið. Høvi var hjá gestum at ganga um inni í hugnaligu húsunum og børnini sleppa at royna ymiskt. Í alt vóru 11 úthús á staðnum nýtt, umframt eini sethús. Myll­ an, neystið og karentenu­ húsini liggja eitt sindur avsíðis, so tey vóru ikki við í tiltakinum. Garðurin hevur nógv ár á baki, okkurt av húsunum verður mett at vera bygt í 1600 talinum, meðan okkurt einans er eini 200 ára gamalt. Søgan á staðnum hevur sera stóran týdning og tí er jólatiltakið altíð merkt av jólunum, soleiðs sum tey vóru í gomlum døgum. Húsini, har til bar at ganga inni í, angaðu av bakstri, torvroyki og grønsápu. Smiðjan varð eisini opin, har ein jarnsmiður gjørdu ymsar smálutir og eldru børnini sluppu at royna seg. Eisini sluppu tey, ið ynsktu at royna at mala korn og at stoypa stearinljós, ið kundu takast við heim, at royna seg. Eitt av afturvendandi tiltøkunum, ið altíð hevur fingið góða undirtøku, er teymaríðing á føroyskum rossum. Umframt hetta var eisini møguligt at keypa sær kaffi og heimabakstur og Kiwanisfelagið stóð fyri sølu av jólatrøum. Ársins evni Hvørt ár hevur jólatiltakið havt okkurt ávíst tema, og í ár kallaðist tað »Fra de kære...Til tey kæru... Nisser, kronprins Frederik og grindadráp?«, ið er ein framsýning av jólakortum frá 1913 til 1967. Nógv arbeiði hevur ligið í at finna jólakortini fram og gera framsýningina. Í bygn­ inginum, sum gerandisdag­ ar er skrivstova, var høvi at koma inn at síggja jóla­ kortini. Jól í Gamla Garði Fólk kundu ganga um inni í hugnaliga garðinum, og síggja hvussu jólastákið var fyri nógvum árum síðan Regin Debess er ein av teimum, ið hevur nógv við jólatiltakið at gera. Anna Louisa Joensen stendur fyri at gera gamla garðin jólaprýddan Í onkrum av húsunum var møguligt at fara inn og hoyra onkran siga frá jólasøgum Børn sluppu at ríða teymaríðing á føroyskum rossum, um áhugi var fyri tí Í smiðjuni var ein jarnsmiður, og høvi var at síggja hvussu hann arbeiddi. Størru børnini kundu eisini royna seg at gera okkurt Gamli garðurin var prýddur, so fólk kundu uppliva jólini, sum tey vóru í Føroyum fyri fleiri hundrað árum síðan Rentan fellur í 2009 Roknað verður við, at fleiri tjóðbankar fara at lækka rentuna í næstum, og tað fer so at hava við sær, at teir vanligu bankarnir eisini lækka sína rentu. Børsen skrivar, at amerikanski tjóðbankin fer væntandi at lækka rentuna minst 0,50 prosentstig í næstum, og at evropeiski miðbankin og tann danski tjóðbankin fara at gera tað sama í næsta mánað. Danske Bank hevur kunngjørt, at hann væntar, at tann danska rentan fer at koma niður á 2,0 prosent um eitt hálvt ár ella so. Tað sama væntar Nordea. Helgi vann lutakastið Helgi Hansen úr Klaksvík vann lutakastið um 12.500 krónur, sum Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri. Lutakast var millum teir fiskimenn, sum høvdu sent Fiskirannsóknarstovuni merki, sum rannsóknarstovan hevur sett á fisk. Helgi Hansen siglir við Reynsmúla, sum roynir við línu undir Føroyum. Í november mánaði í fjør fekk hann fatur á einum toski, sum varð merktur. Hetta var 4­6 fjórðingar norður úr Barðinum, sum liggur nær við Gásadal á Vágoynni. Toskurin var merktur 29. september 2007 á Mýlingsgrunninum, sum liggur nærindis.