Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vinnan Vinnu- og handilstíðindi í Sosialinum ...títt vinnublað Demich P/F Tórshavn Postboks 378 - Stiðjagøta 2 FO-110 Tórshavn Telefon +298 309 310 demich@demich.fo Demich P/F Vágur Á Marknoyri FO-900 Vágur Telefon +298 37 35 35 demich@demich.fo Demich P/F Runavík Heiðavegur 80 FO-610 Saltangará Telefon +298 445500 demich@demich.fo Vit hava røttu loysnina til júst tín tørv. Umhvørvisvinarlig orka við hitapumpu frá Demich Framleiðslan úr Ettrick oljuleiðini hjá Atlantic Petroleum nærkast Nýggj oljuleið Jan Müller Jan@sosialurin.fo Framleiðsluskipið Aoka Mizu (FPSO), ið skal fram­ leiða olju úr Ettrick oljuleið­ ini hjá Atlantic Petroleum, er nú á veg hendanvegin úr Singapore, har tað er bygt. Eftir ætlan byrjar Aoka Mizu at framleiða úr Ettrick oljuleiðini, ið liggur einar 120 kilometrar í ein land­ nyðring úr Aberdeen, í fyrsta ársfjórðingi 2009. Skipið er leigað til Ettrick oljuleiðina fyri eitt 5 ára tíðarskeið, við møguleika at leingja leigumálið. Fleiri møgulig leitingar­ mið liggja í økinum rundan um Ettrick oljuleiðina, og kunnu hesi knýtast uppí Aoka Mizu framleiðslukervi seinni. Í august mánaða í ár boðaði Atlantic Petroleum frá, at olja varð funnin í Blackbird oljuleiðini, sum liggur 6 kilometrar sunnan fyri Ettrick. Hendan oljan er av góðari góðsku, og hev­ ur góðar framleiðsluegin­ leikar. Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum, fegnast um at Aoka Mizu nú er á veg til Evropa, og sær fram til fyrstu framleiðsluna frá leiðini. Atlantic Petroleum eigur 8,27% í loyvinum. Hini fe­ løgini eru Nexen Petroleum, fyristøðufelag (79,73%), og Bow Valley (12%). Frammanundan framleið­ ir Atlantic Petroleum olju úr Chestnut oljuleiðini í Norðsjónum. Hendan fram­ leiðslan byrjaði í septembur í ár, og hevur hon gingið sera væl. Miðal framleiðslu­ ferðin síðan framleiðslan byrjaði er 12.000 tunnur um dagin (‘boepd’), ella 1.800 tunnur til Atlantic Petroleum. Framleiðsluskipið Aoka Mizu (FPSO)