týsdagur 16. desember 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
vinnan
Nr. 242 - 16. desember 2008
Føroyski KT og
samskiftisrisin,
Føroya Tele er
við at byggja
sær upp nýggjar
marknaðir uttan
fyri landoddarnar.
Fyritøkan hevur
gjørt avtalu við
bretska oljurisan
BP og bretska
samskiftisrisan BT
um at veita ávikavist
oljupallunum vestan
fyri Hetland og
oyggjabúgvunum
í Orknoyggjum og
Hetlandi týðandi
tænastur. Nú gongur
leiðin víðari út í
Norðsjógvin
SamSkiftiS
verkætlan
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hóast mong myrk skýggj í
alheimsbúskapinum,
sum
nú eisini røkka okkara leið
um, so eru kortini ljós
glottar at hóma. Í farnu
viku skrivaðu vit um før
oysku
alivinnuna,
sum
hevur vind í seglunum. Og
her á landi er enn ein vinna,
sum hevur viðrák. Tað er
stóra Shefakaðalsverkætl
anin hjá Føroya Tele, sum
hevur verið í stoypiskeiðini
nú í nøkur ár. Talan er um
eina risaætlan eftir før
oyskum viðurskiftnum – og
um eina ætlan, sum setur út
í kortið heilt av nýggjum.
Sjálvur
Shefakaðalin
varð tikin í nýtslu fyrr í ár.
Hann skal tryggja tele
samskiftið millum Føroyar
og umheimin. Men hann
kann so nógv meira eisini.
Eitt nú kann hann veita eini
av heimsins størstu fyr
itøkum, oljufelagnum BP
eina spildurnýggja tænastu.
Klók høvd
Tá Shefaverkætlanin var
komin nakað ávegis vóru
tað klók høvd hjá FT Net
og Føroya Tele, sum sóu ein
heilt nýggjan møguleika at
fáa nakrar eyka”gevinstir”
burtur úr hesum framkomna
samskiftiskaðali. Hví ikki
fáa oljuleiðir vestan fyri
Hetland at knýta seg uppí
Shefa og harvið fáa atgongd
til eitt nógv meira trygt og
bíligari samskiftislið enn at
brúka
fylgissveinasam
skifti, sum kann vera bæði
svikaligt og dýrt!
Hetta endaði við, at
føroyski Dávid og bretski
Goliat settu seg við tekni
borðið, og úrslitið hava vit í
dag. Eftir at hava lagt ein
ískoytiskaðal millum høv
uðskaðalin og tær báðar
oljuleiðirnar Schiehallion
og Clair, hevur Føroya Tele
gjørt eina langtíðar avtalu,
sum ber í sær, at BP keypir
samband
við
høgum
kapasiteti.
Knýta uppí
høvuðskaðal
Fyrr í ár vóru ávikavist
framleiðsluskipið
á
Schiehallionoljufeltinum
og oljupallurin Clair knýtt
uppí høvuðskaðalin, sum
gongur millum Hetland og
Føroyar. Síðani hevur sam
bandið verið royndarkoyrt,
og nú koyrir tað bara.
Kristian Davidsen, stjóri á
Føroya Tele og Páll Vestur
bú, stjóri í FT Net eru sera
fegnir og lættir um hjartað,
nú teir eru komnir gjøgnum
nálareygað, og BP leiðslan
hevur góðtikið verkætlan
ina. Tað er nevniliga ikki
bara sum at siga tað at koma
ígjøgnum
við
nýggjum
verkætlanum við eitt stórt
oljufelag. Har eru manna
gongdirnar sera tungar, ikki
minst tá hetta eisini hevur
nakað við trygdina at gera.
Ikki
fyrr
enn
alt
er
royndarkoyrt og víst seg at
rigga hevur BP givið Føroya
Tele grønt ljós at fara út til
almenningin við hesum fyri
Føroyar stórtíðindum. At
hava fingið slíka góðkenn
ing merkir eisini, at nú er
vegurin opin fyri Føroya
Tele at fara út á heims
marknaðin við eini vøru,
sum er roynd og góðtikin
av einum av heimsins
størstu oljufeløgum. Sam
anumtikið
nógvir
full
treffarar og góð tíðindi fyri
føroyskt vinnulív.
Gagnar eisini
brúkarum her
Tað er nevniliga ikki bara
fyri Føroya Tele, at hetta
eru góð tíðindi. Fyri brúk
ararnar av eitt nú breiðband
inum hjá Føroya Tele, sum
er tryggjað nógv størri orku
gjøgnum Shefa, kann hetta
eisini vera eitt frambrot,
soleiðis at skilja, at sátt
málin við BP kann koma at
gera aðrar tænastur hjá
føroyskum brúkarum bílig
ari í framtíðini, nú fleiri eru
um at rinda fyri raksturin,
umframt sjálva íløguna.
Men henda fyrsta sveina
royndin á hesum nýggja
forrætningsøkinum
hjá
Føroya Tele kann eisini fara
at seta aðrar ringar í sjógvin.
Longu nú eru samráðingar
við onnur oljufeløg um at
fremja líknandi KT og
samskiftisloysnir. Sjálvandi
verður hugt at møguleikum
millum Føroyar og Hetland,
men í løtuni sær tað ser
stakliga spennandi út í
Norðsjónum. Har er olju
felag, sum hevur víst hesi
nýggju
heildarloysnini
áhuga. Páll Vesturbú sigur
við Sosialin, at teir hava
møguleika at leggja út
ískoytiskaðalar frá Shefa
støðunum á landi í antin
Hetlandi ella Orknoyggjum.
Sjálvur Shefakaðalin gong
ur úr Skotlandi til Orkn
oyggjar og Hetland og so
víðari til Føroya.
FT fremur
oyggjamenning
Enn ein gimsteinur er í
Shefakrúnini.
Hann
er
nýggja
sambandið,
sum
oyggjabúgvarnir í Orkn
oyggjum og Hetlandi hava
fingið, nú Shefa gongur um
teirra oyggjar. Avtala er
gjørd við bretsku sam
skiftisfyritøkuna, BT um at
selja
kapasitet
til
hesi
oyggjasamfeløgini. Ein upp
gáva, sum risastóra BT ikki
hevur megnað nóg væl. Við
øðrum orðum er føroyski
KT og samskiftisdvørgurin,
í hvussu er í altjóða høpi,
Shefakaðalin gongur úr Skotlandi til Føroya. Á leiðini gongur hann inn í Orknoyggjum og Hetlandi umframt at ískoytiskaðalar
eru lagdir út til oljuleiðirnar vestan fyri Hetland, ávikavist Schiehallion og Clair
SHEFA verpir gullegg til Føroyar
Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele og Páll Vesturbú, stjóri í FT Net við kortinum av Shefa og
útbyggingunum
Mynd Jan Müller