Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 vinnan Nr. 242 - 16. desember 2008 Ískoytiskaðal gongur eisini frá Shefakaðalinum til Schiehallion Clair oljufeltið er tað størsta í okkara parti av heiminum. Nú er tað bundið uppí føroyska Shefakaðalin Eitt av serútgjørdu skipunum hjá Maersk er við í arbeiðinum at leggja ískoytiskaðalar frá Shefa til oljufelt Føroya Tele og bretska oljufelagið BP hava skrivað undir ein langtíðar sáttmála, sum ber við sær, at BP keypir samband við høgum kapasiteti frá Føroya Tele á SHEFA- 2 kaðlinum til boripallarnar Clair og Schiehallion, vestanfyri Hetland Føroya Tele og bretska oljufelagið BP hava skrivað undir ein langtíðar sáttmála, sum ber við sær, at BP keypir kapasitet frá Føroya Tele á strekkinum millum boripallarnar Clair og Schiehallion, sum liggja vestanfyri Hetland, og høvuðssetrið hjá BP í Aberdeen. Kapasiteturin verður veittur gjøgnum SHEFA-2 kaðalin. SHEFA-2 kaðalin strekkir seg frá Føroyum til Skotlands, og er tikin alment í nýtslu fyrr í ár. Í heyst hevur Føroya Tele staðið fyri arbeiðinum at knýta boripallarnar við beinleiðis fipur sambandi til SHEFA- 2 kaðalin, og nú arbeiðið er gjørt, fær langtíðar sáttmálin gildið. SHEFA-2 fer at geva BP trygt samband nógv ár framyvir. “Tað hevur stóran týdning fyri Føroya Tele at hava fingið ein so stóran kunda afturat á SHEFA-2 kaðalin. BP er ein virðismikil kundi, sum krevur bandbreidd við høgari ferð umframt trygga tænastu. Tískil kunnu vit á Føroya Tele vera errin av at hava BP sum kunda,” sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. “Hesin langtíðarsáttmálin stuðlar eisini upp undir strategiina hjá Føroya Tele um at víðka heimamarknaðin út um landoddarnar og økja umsetningin munandi komandi árini, leggur Kristian R. Davidsen aftrat. Fyri framhaldandi at økja framleiðsluna í frálandavinnuni er fjarskiftissamband við høgari ferð týdningarmikið, og við fjarskiftissambandinum til Clair og Schiehallion hevur Føroya Tele tikið fyrsta stigið at fara inn á hetta økið, sum kann gerast týðandi vakstrarøki fyri Føroya Tele í framtíðini. Føroya Tele arbeiðir framhaldandi at fáa fleiri kundar á SHEFA-2 kaðalin stendur í tíðindaskrivi frá fyritøkuni. Føroya Tele veitir samband til frálandavinnuna komin sær uppí gott selskap, nú hann er vorðin týðandi veitari til tvær tær størstu fyritøkurnar í Bretlandi, nevniliga BP og BT. Kristian Davidsen, stjóri sigur, at hetta er ein sera spennandi tíð fyri Føroya Tele, nú teir kunnu brúka avtaluna við BP til at gera spennandi heildarloysnir til onnur oljufeløg í Norð- sjónum og á Atlantsmóti- num, tá fleiri felt fara undir framleiðslu har eisini. Kristian Davidsen dylur ikki fyri, at hetta konseptið teir arbeiða við um okkara leiðir, í framtíðini eisini kann verða brúkt aðrastaðni í heiminum. Errin av fólkunum -Eg má siga, at eg eri sera errin av okkara fólki, sum hava megnað hesa upp- gávuna fyrimyndarliga væl leggur Føroya Telestjórin aftrat og vísir á, at tað hevur verið sera spennandi hjá teimum at arbeiða saman við BP um hesa verk- ætlanina. Heldur enn at lata onkrum øðrum uppgávuna at samskipa hetta arbeiði, sum tað oftani hendir við størri uppgávum, so hevur Føroya Tele saman við FT Net átikið sær samskipan- aruppgávuna og hava so út frá tí gjørt avtalur við ymsar undirveitarar. –Hetta er nak- að, sum hevur lært okkum nógv, og sum nú ger okkum nógv betri førar fyri sjálvar at fara út um landoddarnar at bjóða okkum fram. Við sjálvir at hava tikið á okkum samskipan, so hevur tað ment okkara egnu førleikar eins og hetta at hava undir hond at skula leggja ein samskiftiskaðal er vorðin ein partur av okkara egnu ekspertisu siga tveir væl- nøgdir Kristian Davidsen og Páll Vesturbú við ein munn. Íløga uppá 230 mill. kr. Stóra verkætlanin var upprunaliga mett at kosta 130 mill. kr. Ætlanin var eisini at fáa íslendingar við, men tað varð av ongum. Tí hevur Føroya Tele fíggjað kaðalin sjálvt. Men síðani BP kom inn í myndina er verkætlanin vorðin nógv størri og dýrari. Í dag er samlaði kostnaðurin av allari verkætlanini 230 mill. kr. Harav rindar BP tær 100, umframt nú eisini at gjalda fast gjald fyri nýtslu av kapasiteti. Talan er so eisini um stóra sparing og frambrot fyri BP. Nú sleppur felagið undan at senda serfrøðingar umborð á pallarnar at gera ymisk arbeiði. Hetta kann nú gerast á skrivstovunum í Aberdeen. Ein annar síðugevinstur fyri BP er tann, at Shefa er við til at skapa betri trivnað fyri manningarnar, sum virka á oljuleiðunum til havs. Og fyri BT í Bretlandi er hetta eisini ein vinningur, nú felagið sjálvt sleppur undan at skula gera íløgur í betri samskiftissamband við oyggjabólkarnar norðanfyri. Ískoytiskaðalin frá Shefa verður her tikin umborð á skip, sum førir hann víðari til oljuleiðirnar vestan fyri Hetland