týsdagur 16. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
tíðindi
Nr. 242 - 16. desember 2008
Hetta var spurningurin,
sum Magni Laksáfoss royn
di at svara í framløgu sínari
á ráðstevnuni, har omanfyri
100 fólk vórðu møtt upp.
Og hóast svarini eru
mong, so benda tey øll á
ein og sama bógv: Oljan er
ein trupulleikin, tí heimsbú
skapurin er bundin at oljuni,
sum nú er um at vera uppi,
umframt at hon elvir til
veðurlagsbroytingar.
Tí er tað ein sannroynd,
at vit, umframt búskapar
kreppu og veðurlagsbroyt
ingar, hava enn eina stóra
avbjóðing at dragast við: at
minka um oljunýtsluna og
leggja um til varandi orku.
Vit hava verið ávarað
gjøgnum langa tíð, men enn
hava vit onki gjørt, staðfesti
Magni
Laksáfoss,
sum
greiddi frá, at í heimshøpi
brúka vit tvær tunnur av
olju fyri hvørja tunnu vit
finna. Tí lýsa ávaringar
ljósini nú úr øllum ættum.
Búskapurin hoknar
Roknað verður við, at olju
framleiðslan í heiminum
røkkur botninum umleið
2013. Við verandi gongd
fer hetta at hava við sær
búskaparkreppur, sum vit
ikki kenna til frammanund
an.
Øktur eftirspurningur og
minkandi framleiðsla ger,
at prísurin, umframt at hæk
ka til einar 300 dollarar fyri
tunnuna í 2015, eisini verð
ur sera óstøðugur við stór
um sveiggjum.
Støðan verður hon, at
vit koma at veksla millum
høgar prísir og kreppur.
Hetta er eitt sera trupul
framtíðarmynd, tí búskap
urin í vesturheiminum er
ikki fyrireikaður til nega
tivan vøkstur, segði Magni
Laksáfoss. Her vísti hann á,
at vit í vesturheiminum
byggja búskapin á inntøkur
í framtíðini. At vit altíð fáa
meira í dag enn vit høvdu í
gjár, og tí er tað ein stórur
trupulleiki, tá hetta broyt
ist.
Reagera við skelki
Í so máta eru vit í serstøðu
her í Føroyum. Tí, meðan
grannalondini í fleiri ár
hava gjørt tiltøk til tess at
leggja orkunýtsluna um til
varandi orku eisini, so stava
95 prosent av samlaðu orku
nýtsluni í Føroyum frá olju.
Til samanberingar kunnu
vit siga, at í Danmark kem
ur 40 prosent av orkuni frá
olju.
Lat okkum fara frá
oljuni, áðrenn hon fer frá
okkum. Hetta skal vera mín
høvuðsboðskapur.
Hetta
kann verða gjørt á mangan
hátt, eitt nú við at minka
um nýtsluna, bjálva betur,
leggja flotan um, gera íløg
ur í varandi orku og at seta
okkum greið mál og reglur,
segði búskaparfrøðingurin
Magni Laksáfoss, sum til
endans nam við sjálva sálar
frøðina hjá fólki, tá tey veru
leikin gongur upp fyri teim
um.
Tá fólk finna útav, hvus
su stórur vandin er, um vit
ikki gera nakað nú, so
reagera tey eins og við øðr
um skelki: Fyrst við at for
nokta veruleikan, síðan við
depressión og at enda við at
spyrja, hvat gera vit?, greid
di Magni Laksáfoss frá og
vísti á, at hann eisini sjálvur
hevði verið gjøgnum hesar
fasurnar yvir fleiri mánaðir.
Men nú var hann komin
hartil, at hann spurdi, hvat
kunnu vit gera?”
“Meðan vøksturin
hevur havt 500 ár
á uppgangandi
síðuni, vil
niðurgangandi
síðan vera ein
heilt annar
heimur ... Okkara
liviháttur má
endurskoðast.”
Richard Lamm, former
Governor of Colorado,
November 2005
Oljunýtslan í heiminum
Kina
0,5 litrar pr. íbúgva pr. dag
Evropa
5 litrar pr. íbúgva pr. dag
USA
11 litrar pr. íbúgva pr. dag
Føroyar
13 litrar pr. íbúgva pr. dag
an ”
Orkan avgerð framtíð okkara...
Tað frægasta eg síggi fyri mær er ein heimsumfatandi kreppa.
Og um vit ikki samstarva, kann hetta lættliga enda eins og teir
fýra reiðmenninir í opinberingini: Kríggj, hungur, sjúkur og
deyði.
Congressman Roscoe Bartlett, March 15, 2006
Sleppa undan seinastu tíðina
Kvinnur, sum eru við barn, sleppa nú undan at arbeiða kvøld og
náttarvaktir hjá tí almenna seinastu 8 vikurnar av graviditetinum.
Tað boðar Fíggjarmálaráðið frá í einum rundskrivi. Hetta er eitt
dømi um, at tað stundum er lættari at ganga á møti slíkum krøvum,
enn tey, sum bara snúgva seg um løn, sigur Jóannes Eidesgaard, sum
sigur seg vóna, at hini fólkini á arbeiðsplássunum fara at vísa
vælvild og lagaligheit, tá ið vaktarskipanin verður løgd um.