Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 vinnan Nr. 242 - 16. desember 2008 Afturgongdin í danska búskapinum kann koyra fleiri túsund fyritøkur á heysin næsta ár Danir merkja nú av álvara afturgongdina í búskapin­ um, og sambært Børsen kunnu húsagangir í vinnu­ lívinum fara at kosta meiri enn 50.000 arbeiðspláss tað næsta árið. Tey almennu tølini fyri síðsta mánað vísa, at tá fóru 524 danskar fyritøkur á húsagang, og tað var heili 70 prosent fleiri enn í no­ vember í 2007. Serfrøðingar, sum Børsen hevur tosað við, ivast ikki í, at talið verð­ ur størri enn. ­ Heldur hendan gongdin fram, fáa vit ein trupulleika, sum eg satt at siga ikki orki at ímynda mær, sigur Peter Hecht­Hansen, stjóri í kredittryggingarfelagnum Euler Hermes við blaðið. Erik Skovgaard Nielsen, sum er varastjóri í einum øðrum kredittryggingarfe­ lagi, Atradius, er samdur við starvsbróðurinum um, at útlitini eru alt annað enn jalig. ­ Tað er líkt til, at vit fáa tvær ferðir so nógvar húsa­ gangir í 2009 sum í ár, so vit kunnu vænta einar 7.000 húsagangir teir næstu tólv mánaðirnar. Fleiri øki í vinnuni verða rakt, men vandin tykist vera serliga stórur í handilsvinnuni, byggivinnuni, møbla­ og klædnavinnuni og innan elektroniskt virksemi, og tað ger ikki støðuna betur, at bankarnir eru so varnir við kredittum, sigur Erik Skovgaard Nielsen við Børsen. Teir seinastu tólv mánaðir­ nar eru 3.500 danskar fyri­ tøkur farnar á húsagang. Tað er umleið helvtina meiri enn í 2007. 7.000 danskar fyritøkur á veg á húsagang Væntandi fara nógvar fyritøkur í donsku byggivinnuni á húsagang í 2009 Mynd: Håndværksrådet Tað kann vera 115 ferðir vandameiri at vera fiskimaður enn at hava annað arbeiði Tað er í hvussu er úrslitið av kanningum, sum eru gjørdar í Bretlandi, og sum tann viðurkendi stovnurin MAIB hevur gjørt. MAIB hevur kannað umstøðurnar í sambandi við øll deyðsføll umborð á bretskum skipum og bátum í mong ár, og í hesari kanningini hevur stovnurin kannað og sam­ anfatað allar vanlukkur á sjónum í tíðarskeiðinum frá 1992 til 2006, skrivar Fish­ ing News. Hesi árini doyðu 256 bretskir fiskimenn á sjó­ num, og tá eru frítíðarfiski­ menn ikki taldir við. Við at samanbera talið á teimum, sum eru deyðir á sjónum, við talið á fiskimonnum sum heild og við at bera lutfallið millum hesi tølini saman við tilsvarandi tøl í øðrum vinnugreinum kem­ ur MAIB til ta niðurstøðu, at tað er 81 ferðir vanda­ meiri at vera fiskimaður enn at vera í framleiðslu­ vinnuni og 24 ferðir vanda­ meiri enn at arbeiða í byggi­ vinnuni. Samanborið við vinnulívið sum heild er tað 115 ferðir vandameiri at vera fiskimaður enn at hava annað starv. Harafturat vísir tann bretska kanningin, at meðan arbeiðsvanlukkurnar fækka í øllum øðrum vinnugrein­ um, er talið at kalla óbroytt í fiskivinnuni á sjónum. Árið í fjør var tó eitt undan­ tak í so máta, sigur MAIB. Eitt, summ er vert at taka fram, er, at av teimum 256 fiskimonnunum, sum doyðu á sjónum í árunum frá 1992 ril 2006, var tað bara ein, sum var í bjarging­ arvesti. At tann eini per­ sónurin doyði komst av, at hann hevði ein óhóskandi bjargingarvest. Í bretska fiskimannafe­ lagnum harmast tey um, at nógvir fiskimenn eru so gáloysnir. Tey mæla øllum fiskimonnum til taka trygd­ arútgerðina í størri álvara. Felagið sigur eisini, at tað rætta hevði verið, at fiski­ menn altíð hava elektroniska útgerð uppi á sær, so radio­ signal kunnu siga frá, hvar teir eru staddir, skuldi okk­ urt borist á. Fiskimaðurin hevur vandamesta starvið í heiminum mj media Á Sandvíkarhjalla - tlf. 350830 - Má-frí 8-16 SVARTIR SEKKIR 9,95 stk. WC-pappír 50m, 6 rl. 29,95 Køks- pappír, 4 rl.23,95 Fibur- klútar 15,- Arbeiðslampur Fyrr: 399,- NÚ: 99,-! Reingerðarevni og -útgerð til húsarhald, stovnar og virkir stk. úr HH Frítíðarjakki 590,- 649,- Fyrr kr. 1000, - NÚ: 590,-! TERMODRAKT Kom niðan á Hjalla og ger kvetti! HELLY HANSEN REGNSETT Mannfólk/konufólk