Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 242 - 16. desember 2008 17 Andlát og jarðarferðir Súsanna Dam, fødd Thomsen, búsitandi í Havn, andaðist á Ríkis­ sjúkrahúsinum, fríggja­ dagin, 64 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudag­ in klokkan 11.30. Tey, ið vilja minnast Súsonnu, kunnu lata eina peninga­ gávu til Føroya Felag móti Krabbameini og arbeiðinum, sum verður gjørt fyri at fáa eina vac­ cinatiónsskipan mótir lívmóðurhálskrabba, til ungar gentur. Ingrid Hansen av Strondum, andaðist leyg­ ardagin á Landssjúkra­ húsinum 70 ára gomul. Rólant Lenvig, ættaður úr Hesti, búsitandi í Havn, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum leygar­ morgunin 87 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudag­ in kl. 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Rólant, kunnu lata Meinig­ heitshúsinum í Havn eina gávu. Konta í peningastovninum. Kistan við Malberg Vang, Froðba, fer úr kap­ ellinum týskvøldið kl. 18 í Tvøroyrar kirkju. Jarðar­ ferðin verður úr Tvøroyr­ ar kirkju mikudagin kl. 13. Tey ið vilja minnast Malberg kunnu geva eina gávu til hjartafelagið. Konta í Føroya banka. Margretha Jensen, fødd Simonsen, uttan fyri Garðar í Hoyvík, einkja eftir Herman Jen­ sen, andaðist hósdagin í Holbæk, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður hós­ dagin tann 18. desember kl. 13 frá Tveje Merløse Kirkju, Holbæk. Andlát og jarðarferðir Hervið verður sagt frá, at kæra móðir og systir okkara Margretha Jensen fødd Simonsen uttan fyri Garðar í Hoyvík einkja eftir Herman Jensen doyði hósdagin tann 11. desember í Holbæk, 95 ára gomul. Jarðarferðin verður hósdagin tann 18. desember kl. 13 frá Tveje Merløse kirkju, 4300 Holbæk. Sanna Müller og Sigurd Simonsen Rólant Lenvig ættaður úr Hesti búsitandi í Havn andaðist á Landssjúkrahúsinum leygarmorgunin, 87 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum týsdagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Vegna tey avvarðandi Malan Tey, ið vilja minnast Rólant, kunnu lata Meinigheitshúsinum í Havn eina gávu. Konta í peningastovnunum Tvíburabrøðurnir Marnar og Árni Andreasen í Havn hava givið út eina fløgu fyri at stuðla arbeiðinum hjá Frelsunarherinum. Hetta er onnur stuðulsfløg­ an, teir geva út. Hin fløgan, sum kom út fyri góðum tveimum árum síðan, gav 150.000 krónur til Frelsunar­ herin. Yvirskotið av hesi fløguni fer óskert til andaliga og sosiala arbeiðu, ið Frelsunar­ herurin stendur fyri. Á nýggju fløguni eru 10 andaligir sangir, sum vanliga verða sungnir í Frelsunarher­ inum. Fløgan fæst kring landið og kostar 169 krónur. Onnur stuðuls- fløgan hjá Marnar og Árna Sunnumorgunin tann 23. november fingu vit tey tungu boðini um, at mín góði vinur Piddi var farin, bert 62 ára gamal. Piddi var sonur Hannu og Esmar Vágsá og var triðelstur av 4 systkjum, tvær systrar og tveir brøður. Hann vaks upp í Búðunum og fór sum flestu dreingir til skips sum 14 ára gamal. Fyrsti túrur hjá Pidda var við Kvikki í 1962, og sigldi hann í fleiri ár sum dekkari við ymiskum skip­ um. Hann sigldi eisini við norðmonnum, og har untist mær at vera saman við Pidda og Esmar, pápa hans­ ara, við Tampen, hetta var á sumri í 1971. Hetta var einastu ferð, vit vóru til skips saman. Seinni sama heystið misti hann pápa og pápabeiggja sín Louis, tá teir gingu burtur við mask­ inbátinum Dortheu ein ill­ veðursdag á Norðhavinum. Vit róðu eisini út saman við Eysturhøvda í eina tíð. Seinni fór Piddi á kokka­ skúla og sigldi hann øll síni seinnu ár á sjónum sum kokkur. Pidda havi eg kent, síðan vit vóru smádreingir, og vóru vit vinmenn alla okk­ ara tíð. Vit hava havt nógv­ ar góðar og stuttligar løtur saman. Hann hevði eitt lætt sinni og var sera skemt­ ingarsamur og spjaddi gleði og látur rundan um seg, har hann kom. Vit vóru mangan biltúrin saman og høvdu nógvar hugnaligar løtur í Búðunum og tosaðu um gamlar dagar yvir einum kaffimunni. Hann var ógvuliga gávumildur og dámdi væl at gleða onnur. Hann hevði hjartað á røttum stað og var góður við sína familju, ikki minst systkini og børnini hjá teimum, og fall prátið hjá honum ofta á tey. Piddi var sera áhugaður í politikki og fylgdi hann væl við hvat ið fyrifórst á politiska vígvøll­ inum. Hann var javnaðar­ maður, tað duldi hann ongantíð fyri. Hann var ein trúfastur vinur, og hvønn sunnu­ morgun tíðliga ringdi hann til mín og segði: „Nú renn­ ur kaffi niður, kemur tú ikki heim ein túr?“. Sein­ astu ferð vit tosaðu saman, var leygarkvøldið fyri at hann andaðist. Eg segði við hann, „í kvøld ert tú trongur“, men Piddi sum altíð, við sínum positiva sinni segði, „nei tað hevur onkuntíð verið verri“. Morgunin eftir var tað ikki Piddi, sum ringdi at bjóða til kaffi, hesaferð var tað Simona at siga mær, at nú var Piddi farin. Góðu tit, sum stóðu honum nær, Harrin styrkið tykkum í sorgini. Góði Piddi, eg sakni teg nógv, vit møtast aftur heima í himli, har verður gott at vera. Ærað veri minnið og hvíl í friði góði vinmaður. Jóannes Til minnis um góða vinmann mín Petur J. Vágsá, vanliga róptur Piddi í Búðunum Føddur 11.11.46 - deyður 23.11.08. Dagurin 16. desember. Lázarus. Vinmaðurin í Betania, sum Jesus vakti upp frá deyðum (Jóhs. kap. 11).. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) nøvn