týsdagur 16. desember 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 242 - 16. desember 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Millum tær mongu bøkur,
sum eru komnar út nú til
jóla, er annað bind í røðini
“Frá penni Petur Hábergs.”
Útgevari er Forlagið Leir
kerið í Gøtu, og bókin er
samskipað av brøðrunum
Zacharias Zachariassen og
Flóvin Tyril.
Fyrst skal sigast, at Petur
var ein merkismaður í síni
tíð. Hann var føddur í 1914,
sonur Mallu og Pola Joen
sen í Havn.
Pápin var ein sáttligur
skómakari, meðan mamman
var av Geilaættini í Havn,
dóttir Isalinu, sum var systir
Djóna í Geil. Petur var ein
rættiligur geilamaður, sum
gjørdi um seg á nógvum
økjum. Ikki minst lá tað
fyri við tí skrivliga. Hann
mann hava verið ein tann
fyrsti blaðmaður í landinum,
nevniliga á Dagblaðnum
við Ernst Sondum sum blað
stjóra.
Men hjá honum lá tað
andaliga tó fremst. Her var
hann heilt tíðliga virkin.
Hann var bert 18 ára gamal,
tá ið hann er at síggja í anda
ligum bløðum sum Vidnes
byrdet. Og bert fá ár seinni
var hann ein av stuðlunum
hjá Victor Danielsen at týða
Nýggja
Testamenti
til
føroyskt.
Petur var eisini virkin
prædikumaður, sum dugdi
sera væl við teimum ungu.
Hann gjørdist ikki gamal.
Petur fekk hóttafal longu,
tá ið hann var í 60unum,
og hann náddi júst at fylla
70 ár, tá ið hann andaðist í
1984.
Hann náddi júst at fáa út
Hugbirtingar við áhuga
verdum siðsøguligum tifari.
Hesar standa eisini sum ein
varði eftir hann.
Eftir Petur lá nógv av
skrivligum tilfari. Tá ið 90
ár vóru liðin, síðan hann
var føddur, kom út ein fløga
við nøkrum av hansara sang
um og talum. Tá er tankin
búnaður um at fáa meira av
hansara tilfari út. Tað førdi
til, at í fjør kom út fyrra
bind í hesi bókarøð, og nú
er annað bind komið. Hetta
er áhugavert og fjølbroytt
tilfar. Talan er um yvir 100
greinir í bókini, har Petur
eigur tær flestu. Restin er
ummæli og eftirmæli um
hann, og geva hesi eina
góða lýsing av manninum.
Tað kann sigast, at stórt
sæð alt er andaligt tilfar.
Her eru eisini upptøkur av
nógvum
stuttum
talum,
sum kunnu vera vælegnaðar
sum andaktir.
Sumt hevur ikki verið
frammi fyrr, meðan annað
er endurprent. Men tað
kann vera sera nyttugt og
gagnligt at fáa alt hetta
savnað á einum stað.
Partarnir eru:
Greinar úr tíðarritum
Bóklingar og smárit
Talur á samfelagsfundum
Talur í Evangelisku Røddini
frá Monte Carlo
Talur í Útvarpi Føroya
Talur í Ríkisútvarpi Íslands,
føroyskar sendingar
Oddagreinir í tíðarritinum
“Lívi og Læru”, sum Petur
gav út
Stuttsøgur
Ummæli og eftirmæli
Við í bókini er eisini bók
lingurin “Gumma mín og
eg.” Hetta var ein góð tíðar
lýsing frá 1914, men fyrst
og fremst var hann ein
umrøða av barnadópinum.
Hetta var ikki væl móttikið
av øllum og førdi til eitt
rættuliga harðligt orðaskifti
í bløðunum. Júst í slíkum
orðaskiftum var Petur ein
meistari.
Sosialurin er eisini komin
uppí part við eini grein,
sum Magnus Gunnarsson
skrivaði í 1999 um bókaút
gávu og nakað so tímiligt
sum bilasølu hjá Petur Há
berg og svági hansara Jens
Chr.
Christiansen.
Teir
høvdu bilasøluna Norrøna,
sum longu í 1940unum
fóru at innflyta bilar.
Tað kemur eitt bind aftur
at í hesi røð, og er tað eitt
savn av sangum og sálmum,
sum Petur skrivaði. Her var
Petur ein sannur meistari.
At yrkja var eingin sum tók
hann. Hansara sálmar verða
framvegis sungnir, og hans
ara nógvu brúdleypssangir
vóru so avbera stuttligir, at
eingin gjørdi honum tað
eftir. Tá fara vit at koma at
kenna Petur sum skemtara.
Við triðja bindinum fer
samlaða síðutalið at nærkast
1.000. Men Petur skrivaði
nógv meira enn tað, bæði
bøkur og blaðgreinir. Ikki
minst í samband við Bíbli
una, sum kom úti 1949.
Hetta hevur Zacharias við í
bók síni um bíbliutýðingina
hjá Victor.
Tað ger einki, um tað her
verður komið inn á tað ser
liga sambandið, sum er mill
um Zacharias Zachariassen
og Petur Háberg. Ein granni
hjá teimum í Mortanstovu í
gomlu Norðragøtu, haðani
Zacharias er ættaður, var
ein systir Petur. Tað var sera
væl millum húsini og Zach
arias kom tískil at kenna
familjuna hjá henni.
Tá ið hann kom til Havnar
í læru sum ungur, koma
Zacharias at kenna seg sum
heima hjá foreldrunum hjá
Peturi og hjá allari familj
una, og hann gjørdist vinur
við tey øll. Tað kann kanska
eisini sigast, at hetta sæst
aftur í hansara útgávuvirk
semi, sum eisini umfatar
endurútgávu av “Søgur um
Sangir” hjá Petur og “Minn
isbrot” hjá Hjørdis, einkjuna
eftir Petur. Hon er 92 ár, og
hon hevur eisini verið ein
dyggur stuðul í útgávuni av
hesum verki.
Tað er eingin ivi um, at
tey eru mong, sum vilja
kunna seg aftur um skriv
ingina hjá Peturi. Hetta er
eisini ein góður møguleiki
hjá teimum ungu, sum ikki
hava kent hann.
Bókin fæst í bókabúðun
um og kostar kr. 350.
ó.
Útkomin bók:
Frá penni
Petur Hábergs,
annað bind
Zacharias Zachariassen handar Hjørdis Háberg annað bind av Frá penni
Petur Hábergs
Mynd úr bókini. Øssur Berghamar og Petur Háberg vóru samverkamenn