týsdagur 16. desember 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2008
15
viðmerkingar
Hans Andrias Sølvará
hevur í Sosialinum 20.
oktober eitt aftursvar til
mína viðmerking um
gudfrøðina hjá ameriku
manninum Marcus Borg
Í míni viðmerking hefti eg
meg bert við eitt: Eg aftur
vísti gudfrøðisliga uppá
haldinum hjá Borg um, at
bótardeyði Jesusar fyri
heimsins synd, ikki finst í
Markusar evangelium
(Mk). Hetta er ikki fallið í
góða jørð hjá Sølvará. Í
svari sínum sigur Sølvará,
at hann metir seg sum
leikmann, neyvan føran
fyri at svara, men letur
ístaðin tann “kompetenta
Borg professara tala fyri
seg.” So kunnu fólk sjálvi
velja, um tey góðtaka Dr.
Borg ella Kristian Hansen.
Sjálvur stendur Sølvará
uttan fyri síðulinjuna.
At verja borg við Borg
Sølvará hevur onga við
merking til tað, sum eg
afturvísti. Letur ístaðin
Marcus Borg endurtaka
síni mistøk, og tað berandi
í grundgevingunum hjá
Sølvará er akademiska
prýðið hjá Marcus Borg.
Innihaldið hjá Borg tykist
ikki hava týdning, tí “Borg
er professari, ógvuliga
kompetentur...” Logikkurin
í skrivingini hjá Sølvará
tykist vera hesin: Summi
trúgva tí, sum stendur í
koranini, tí tað stendur í
koranini. Summi trúgva tí,
sum stendur í bíbliuni, tí
tað stendur í bíbliuni.
Sølvará trýr tí, sum Marcus
Borg sigur, tí Marcus Borg
sigur tað. Eg havi trupult
við at síggja nakað aka
demiskt háttalag í hesum.
Meira um “loysigjald”
Sølvará endurgevur Borg: ‘Í
bíbliuni er grikska orðið
“lutron” (loysigjald) altíð
brúkt í samband við keyp av
trælum ella fangum o.s.fr.’
Tað er rætt, at uppruna
liga merkingin av orðinum
“loysigjald” er, at ein upp
hædd varð goldin fyri at
fáa ein krígsfanga ella træl
leysan. Men tá Sølvará
saman við Borg tvíheldur
um, at “loysigjald” altíð
hevur hesa merking, so er
tað beinleiðis ósatt.
Í GT og jødiskum saman
hangi varð “loysigjald”
nýtt í mongun viðurskift
um. Í fleiri førum er megin
reglan “lív fyri lív” gald
andi (t.d. 4 Mós 24,18 og 3
Mós 5,126). Tann, sum
hevur tikið lív, skyldar at
geva sítt egna lív. Ella
tann, sum vegna synd
hevur drigið skyld oman
yvir seg, skyldar Gudi sítt
lív. Í slíkum førum varð
loysigjaldið nýtt sum eitt
endurgjald. Sostatt broytist
orðið “loysigjald”. Aðrir
týdningar leggjast afturat
orðinum sum tíðin gongur,
og týdningurin er ymiskur,
alt eftir hvørjum kontekst
urin er. Hetta er púra van
ligt í øllum livandi málum.
Tí er tað neyðugt at finna
fram til, hvønn týdning
“loysigjald” hevði, tá
Markus nýtti orðið.
Lakmusroyndin
Við hesum staðfestingum
kunnu vit venda okkum til
Mk 10,45 við bíbliutulkar
ans lakmusroynd. Merkir
“loysigjald”: bert ein upp
hædd til at keypa trælir og
fangar leysar við, ella fevn
ir “loysigjald” eisini um
tankan um staðgonguoffur?
Hvør merking hóskar best
við kontekstin og við
restina av NT?
Fyrst er at siga, at Mk
10,3245 er ein heild. Vv.
3234 er “pallsetingin”. Í
pallsetingini fyriboðar
Jesus sín deyða og upp
reisn. Í hesum konteksti
verður sagt, at Jesus gevur
“lív sítt sum loysigjald fyri
mong.” Tí er talan ikki um
eina vanliga upphædd í
naturalium ella peningi,
men við egnum lívi.
Í øðrum lagi er at siga, at
tá vit hava GT í huga og
jødisku fatanina av “loysi
gjaldi,” sum liggur undir
her, so er greitt talan um
gudfrøðisligan tekst. Har
umframt verður tankin um
staðgonguoffrið enn greið
ari við orðinum “loysigjald
fyri mong”, har orðið
“fyri” (gr. anti) merkir “í
staðin fyri”; talan er sostatt
um, at Menniskjasonurin
kemur í staðin fyri tey
mongu. Og hann doyr í
staðin fyri sek menniskju.
Og taka vit eisini ta sann
roynd við, at Jesu stað
gonguoffur verður bein
leiðis staðfest í eini røð av
øðrum tekstum í NT, so er
tað ikki haldgóð vísindi, at
hava eina so grundleggj
andi skepsis mótvegis
offurtankanum í Mk.
Jú, tað ber til at petta
tekstin sundur, taka “loysi
gjald” út úr kontekstinum,
og halda seg til eina orða
bókatulking sum sigur, at
upprunatýdningurin er “at
leyskeypa trælir við pen
ingi”. Men tá verður úrslit
ið tað mest ónátúrliga. Tá
hóskar versið ikki við kon
tekstin, ei heldur við Mk,
hini evangeliini ella bíbli
una yvirhøvur. Tá hóskar
tað bert við sjónarmiðið
hjá Borg og hansara fáu
líkum, uttast á tí atfinning
arsama veinginum.
Ein løgin kjakmentan
“Svarið” hjá Sølvará til mín
hevur, sum sagt lítið og
einki við mína grein at gera,
men er afturvendandi reto
rikkur um bíbliukritikk.
Hansara skriving er merkt
av ótolsemi og einum sera
niðrandi tóna ímóti mær.
Hetta noyðist ein kjakmeist
ari helst at gera, tá hann ikki
vil viðganga, at hann er
farin skeivur. Lat tað so fara.
Tað er áhugavert, at
Sølvará nú viðgongur, at
hann bert er ein “áhugaður
leikmaður.” Í skriving hans
ara havi eg annars altíð
fingið ta fatan, at hann er
serfrøðingur á nærum
øllum fakøkjum. Løgið
kortini, at ein “áhugaður
leikmaður” dittar sær at
gera av, hvør gudfrøðingur
og professari er kompetent
ur og ikki. Serliga tá hann
megnar lítið annað enn at
endurgeva hansara profess
arar, sum hann so rósar til
skýggja. Eg undrist.
Jesus – offur, jødi ella...?
Klaksvík
cand.theol.
Kristian
Hansen
2. partur
Fyrrverandi løgmaður og
fylgisneytar ætlaðu at fáa
fatur á JFKsamtakinum.
Tað hevði verið ólógligt,
um tað eydnaðist
Sum nevnt í mínum fyrsta
parti, so er grundarlagið
undir Føroyagrunninum frá
1971 fæ, sum upparbeitt
hevur verið í dugnaskapi í
mong áratíggjur í Kjølbro
fyritøkuni við heimstaði í
Klaksvík, sum tó fekk
týdning fyri alt landið.
Skilligt er, tá ein lesur við
tøkurnar hjá Føroyagrunn
inum frá 1971 og kunngerð
frá február 1982, at rásin er,
at upparbeidda ognin, eisini
framhaldandi eigur at verða
nýtt til endamál í heimstaði
grunsins, tað sæst m.a.
eisini út frá, at bæði Klaks
víkar Kommuna, fakfeløg
og tann í innhandlar fisk
hjá J.F.K. (Kósavirkinum),
hava sínar instillingará
byrgdir yvirfyri landsstýri
num til nevnd o.s.fr.
Hvussu hetta bindur løg
frøðiliga er eitt, men reint
moralskt, rætt og sjálvsagt
vigar tungt, at øll hesi
aktiv eru komin í grunnin
frá J.F.Kjølbro í Klaksvík.
“Føroyagrunnurin frá
1971” hevur nevnd, sum er
vald eftir ávísum reglum,
og hevur ræðisrætt til støðu
takanir, tí avger nevndin,
hvussu farast kann fram,
og tá formaðurin í grunn
inum Leif Abrahamsen:
“slær fast, at tað verður
ikki við pengum úr Føroya
grunninum, at virksemi
verður aftur á Kósavirki
num”, so eiga vit at minn
ast til, at nevndin hevur
ikki bara ræðisrætt men
eisini ábyrgd av, at pening
urin verður rætt brúktur og
á rætta staði.
Tá løgmaður leikaði í
Eg fari at minna á, at í
julimánaði í 2005 avgjørdi
Føroyagrunnurin frá 1971,
at selja Hanus Hansen 67%
av JFKsamtakinum, sum
eingin ivi skal vera um, var
einki meiri enn rætt og
nátúrligt, so fyritøkan
framhaldandi varð verð
andi í Klaksvík.
Út frá hesum sendi tá
verandi løgmaður Jóannes
Ejdesgaard tíðindaskriv,
har hann m.a. segði: “Nú
Føroyagrunnurin hevur
gjørt avtalu um at selja
67% av JFKsamtakinum,
harmast Landsstýrið um
mannagongdirnar í sam
bandi við søluna. Gjøgnum
skygni vantaði, og einki
alment útboð hevur verið,
sum gevur øllum javna
bjóðis møguleika at
keypa....” – Javnbjóðis
møguleika at keypa!
Á landsstýrisfundi og
fleiri fylgjandi fundum
mótmælti eg hesum, tí
løgmaður og fylgisneytar
ætlaðu at fáa JFK úr
Klaksvík. Hetta var bæði
ólátað og ómoralskt.
Sjálvandi fari eg ikki at
siga, at “Føroyagrunnurin
frá 1971” í síni tíð var ogn
artøka av JFK samtaki
num, har møguleiki kveik
tist at konvertera lán til
partapening, men einki
undrar meg.
Bárður til arbeiðis
Eftirspælið av orrustuni
hjá Jóannesi Ejdesgaard,
løgmanni og fylgisneytum
var, at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum Bárður Niel
sen, setti størri arbeiði í
verk. Hetta gjørdist drúgvt
tilfar við m.a. Erhevervs
og Selskabsstyrelsen, men
teir komu til ta niðurstøðu,
har skrivstovustjórin í
Erhvervs og Selskabs
styrelsen, Jytte Heje
Mikkelsen, segði: ”Oven
nævnte fonde ( Føroya
grunnurin) er privatretlige
fonde, og derfor ikke
underlagt landsstyrets
bestemmelsesret eller
offentlig styring”.
Hetta, og einki annað,
setti punktum fyri álopið á
Klaksvík frá løgmanni og
fylgisneytum, og Leif
Abrahamsen varðveitti
starvið.
Tí skilji eg ikki, at ikki
hoyrist eitt kvekk frá
Klaksvíkar Býráði og
løgtingsfólkum úr Norð
oyggjum við upplýsingum
um moralska ræðisrættin
til grunnin, álopini koma at
verða framhaldandi, tí hesi
ynskja aktivini, um tey so
skulu flytast úr Klaksvík.
Rætta ætlanin við Føroyagrunninum frá 1971
fyrrverandi
borgarstjóri,
landsstýris- og
løgtingsmaður
Jógvan við
Keldu
Tíðindaskriv
Løgtingið viðgjørdi í gjár
uppskot frá landsstýris
kvinnuni í almannamálum,
sum høvdu til endamáls at
minka um útreiðslur lands
kassans. Tað er fallið Sam
taki og Landsfelag Pensjón
istanna fyri bróstið, at spari
uppskotini koma at hava
fylgir fyri pensjónistar og
fyritíðarpensjónistar. Til
hetta hevur landsstýriskvinn
an hesar viðmerkingar:
“Tað er ein sannroynd, at
fíggjarligu útlitini ikki eru
eins bjørt, sum fyri einum
ári síðani. Fíggjarlógin fyri
2009 gevur stórt hall, og tí
hava øll landsstýrisfólk
fingið álagt at tálma út
reiðslunum. Uppskotini, ið
vóru fyri í gjár, eru bert ein
partur av hesum arbeiði.
Tí er tað skeivt at siga, at
landsstýrið bert leggur eftir
teimum veikastu í sam
felagnum. Byrðan er tung
at bera, og vit mugu øll
lyfta, eisini eg sjálv, hóast
eg umsiti eitt økið við fleiri
veikum brúkarum. Mín
uppgáva er at raðfesta og
telva meg fram politiskt til
nakrar sparingar. Uppskot
ini sum vóru fyri í gjár eru
tey, sum politisk undirtøka
er fyri í samgonguni.
Tá tað er sagt, so vil eg
gera greitt, at tá javningin
av almannaveitingunum fer
úr fýra í trý prosent, so
merkir tað ikki, at pensjón
istar, fyritíðapensjónistar o.
o. fáa minni útgoldið í mun
til nú. Útgjaldið veksur trý
prosent, sum samsvarar við
vøksturin hjá vanliga løn
takaranum. Eisini hevur
økta útgjaldið úr Sam
haldsfasta gjørt góðan mun
í ár. Sostatt er tað ikki rætt
at siga, at pensjónistar og
fyritíðarpensjónistar vera
fátækari í 2009 enn í 2008.
Haraftrat fáa lægstu fyri
tíðarpensjónistar eitt hægri
útgjald í 2009.
Tað er als ikki mín ætl
an, at niðurleggja Tilhald
ini, men eg meti at upp
gávan verður betur rikin úti
hjá kommununum. Leggj
ast kann aftrat, at skatta
inntøkurnar av økta útgjald
inum til fyritíðarpensjón
istarnar í 2008 og 2009
fella partvíst eisini
kommununum í lut. Eitt
hugskot kundi verið at ein
partur av hesum eyka
inntøkum kundu verður
nýttar til Tilhaldini.
Landsstýrið arbeiðir
miðvíst fyri at fremja batar
fyri pensjónistar og aðrar
veikar bólkar í samfelagn
um. Ein nýggj forsorgarlóg
kemur at áseta eitt minsta
mark fyri uppihaldstørvi –
eitt sokallað fátækramark –
fyri allar borgarar í Før
oyum fyri at tryggja øllum
føroyingum eina rímuliga
inntøku. Eisini verður
arbeitt við einar eldralóg,
sum skal tryggja rættindi
og tænastur fyri eldri”.
Almannamálaráðið
Viðmerking til yvirlýsing frá Samtak og Landsfelag Pensjónistanna