týsdagur 16. desember 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 242 - 16. desember 2008
Yvirlýsing
Vegna Sjálvstýrisflokkin
Kári P. Højgaard
Í samband við Altjóða
Mannarættindardagin í
dag, heitir Sjálvstýris
flokkurin á politisku
skipanina við ábyrgd fyri
útlendingmálum um at
skipa so fyri, at manna
rættindini hjá øllum
føroyingum verða vird
Tó at tað í ár eru liðin 60
ár, síðan heimsins tjóðir
skrivaðu undir heimsyvir
lýsingina hjá ST um
mannarættindi, mugu vit í
Føroyum seta okkum
spurningin, um Føroyar
liva upp til kravið at:
“Øll menniskju eru eins
nógv verd, og at øll menn
iskju hava rætt til eina
virðiliga viðferð og eitt
virðiligt lív”.
Ein sjálvsagdur manna
rættur má verða, at ein og
hvør hevur rætt at velja sær
hjúnarfelaga, um livað
verður upp til treytirnar í
galdandi hjúnarbandslóg.
Men her eru ikki øll líka
fyri lógini. Tað er nevniliga
nærum ógjørligt hjá útlend
ingum uttanfyri norðurlond
og ES at fáa arbeiðsloyvi,
ið er ein fortreyt fyri at fáa
uppihaldsloyvi..
Politiska skipanin og vit
sum samfelag kunnu ikki
góðtaka, at nógvir føroy
ingar saman við útlendsk
um maka mugu flyta uttan
lands at búgva, tí restrik
tiva reglu og lógarverkið
leggur fótonglar í vegin
fyri, at hesi kunnu verða
verandi í landinum.
Nógvar familjur og ein
staklingar sita í hesum
døgum við bivandi hjarta
og bíða eftir svarinum frá
løgreglu og Udlændinge
service. Óvissan og óttin
nívir, tí er svarið noktandi,
noyðast tey at flyta av
landinum.
Tað kann ikki vera rætt,
at umsóknir um arbeiðs og
uppihaldsloyvi skulu viðger
ast á vanligan hátt, tá talan
er um útlending, sum við
kærleikans bondum er
knýttur at føroyingi. Hetta
er als ikki í tráð við grein
16 stk. 1 og 3 í heimsyvir
lýsingingini um manna
rættindi, sum sigur, at
menn og kvinnur, sum eru
komin til lógaldur, skulu
uttan mun til ættarslag,
tjóðskap ella átrúnað
hava rætt at giftast og
setast í búgv, og at húskið
er tann natúrliga frum
eindin í samfelagnum og
hevur rætt til vernd av
samfelag og landi.
Ein annar bólkur eru teir
23 útlendingar, sum í 2000
komu til Føroyar og enn
ikki fingið varandi uppu
haldsloyvi, hóast tey upp
fylla treytirnar og hava
verið her í 8 ár.
Sjálvstýrisflokkurin hev
ur heitt á Amnesty Inter
national, um at varpa ljós á
trupuleikan og vanlukku
ligu støðuna, hesin alsamt
vaksandi bólkur er í. Vit
kunnu ikki longur lata
eyguni aftur og geva øllum
øðrum skyldina.
Nú er nóg mikið tosað,
her má finnast ein loysn á
útlendingamálinum.
Øll menniskju hava rætt til frælsi og virðing
Í tveimum síðum í viku
skiftissosialinum verður
fosturtøkuspurningurin
viðgjørdur, men bert eina
ferð verður høvuðspersón
urin, hann sum bøtur við
lívinum um fosturtøka
verður gjørd, nevndur.
Blaðfólk, læknar og enn
tá hægsti maður landsins,
løgmaður, tykjast ikki vita,
at mitt í tí drama, sum
fosturtøkan er, liggur eitt
lítið barn. Ein komandi
føroyingur liggur hjálpar
leysur og bíðar eftir dómi
teirra "vísu" man eg fáa
loyvi at liva? Verður mær
unt atgongd til tær Føroyar,
sum móður, pápi, systkin,
løgmaður og læknin fingu
loyvi at verða borin í. Ella
munnu hesi vísu fara at
loysa sosialu trupulleikar
nar hjá mammu/foreldrum
mínum við at ofra meg?
Fer læknin at leggja til
rættis loysn á tí trupulleika,
sum dreiv mammu/foreldur
míni til hansara? Fer hann
at fáa til vega ta hjálpina,
teimum tørvar, so eg verði
føddur. Ella man hann,
sum læknin í Sosialinum,
fara at viðgera meg sum
ein avgreiðsluspurning og
við undirskrift sínari døma
meg í deyðan?
Eru Føroyar ikki eitt
rættartrygt samfelag, eitt
samfelag, har øll kunnu
kenna seg trygg. Ella eri eg
sum fostur útilokað frá
teim lógum, sum verja øll
hini? Kann eg við einfald
ari undirskrift frá læknum
dømast til deyða, uttan
rættargongd og uttan at
hava gjørt nakað skeivt?
Ella er tað, at ynskja sær
lívið, vorðið eitt brotsverk?
Hví nevna tey meg ikki í
greinini í Sosialinum utt
an bert hin eini, sum púra
rætt vísir á, at eg jú eri ein
framtíðar føringur. Hví
nevnir løgmaður meg ikki,
ella læknarnir ella blað
kvinnan. Hví tosa tey um
mammu uttan at nevna
meg. Eg eri jú her, um tit
vilja kunnu tit hoyra hjarta
mítt sláa. Beint nú spæli eg
í tí trygga umhvørvinum
Gud hevur givið mær,
vaksi meg sterkari fyri
hvønn dag og gleði meg at
síggja tykkum.
Ein størri bústað, ein
tíðaravmarkaðan fíggjar
ligan ella persónliga stuð
ul, læknaliga ella aðra
hjálp tað er tað einasta
mammu, pápa og mær
tørva. Men tit bjóða mær
deyðan? Hvat hugsa tit fyri
tykkum? Hvat um mamma
tykkara, pápi tykkara ella
hann, sum var løgmaður, tá
tit vórðu fødd, hugsaði sum
tit? Hvar vóru tit so í dag?
Eru Føroyar ikki millum
ríkastu tjóðir í heiminum?
Svarið heimskenda móð
ur Theresa gevur er nei.
Hon metti vesturheimin
vera heimsins fátækasta
øki og um fosturtøku segði
hon m.a.: tryggasta stað
barnsins átti at verði í lívi
móður sínar. Hjá tykkum
er tað vorðið tað vanda
miklasta. Tað er av sonnum
fátæksligt!
Hava tey óføddu ongan løgmann?
Jenis av Rana
Andstøðan í løgtinginum
hevur sent løgmanni eitt
mótmælisskriv, har fýlst
verður á arbeiðslagið í
løgtinginum. Víst verður á,
at ov fá mál verða avgreidd
og tíðin at viðgera málini
er ov stutt. Hetta er í sær
sjálvum ein mótsigandi
ákæra, tí jú longri tíð hvørt
einstakt mál skal hava,
færri mál verða avgreidd.
Tað sigur seg sjálvt.
Men sæð burtur frá tí, so
eri eg samdur í, at arbeiðið
kundi verið betur skipað, hó
ast løgmaður neyvan er tann
rætti at senda klaguna til.
Men hví er støðan, sum
hon er?
CHE samgongan
•Aftan á valið í januar,
fingu vit eina nýggja sam
gongu, sum ongantíð fekst
at virka.
• Semja var ikki um býtið
av málsøkjum.
• Semja var ikki um fíggj
arlógina.
• Semja var ikki um fiski
vinnupolitikkin (kabinets
purningin).
• Semja var ikki um tunlar.
• Semja var ikki um blokk
stuðulin o.s.fr.
Tinglimir í CHE kallaðu
sjálvir politikkin fyri “kaos
kontroll”.
Allur hesin ruðuleikin
endaði við teirri pínligu
“lásagøluni”, sum var ein
stór vanæra fyri alt tað
føroyska samfelagið.
ABC samgongan
Úr øskuni av CHE ruðu
leikanum, reisti seg ein
nýggj samgonga, ABC.
Samgonguskjalið varð und
irskrivað tann 25. septemb
er, og dagin eftir blivu
landsstýrisfólkini vald.
Longu fyrsta dagin í sessi
num, skuldi nýggi lands
stýrismaðurin í fíggjarmál
um leggja uppskot fyri ting
ið um fíggjarlóg fyri 2009.
Til samanberingar kann
nevnast, at CHE samgong
an brúkti heilar 80 dagar
um at fáa sítt uppskot til
fíggjarlóg fyri tingið.
Henda avmarkaða tíðin
hevur sjálvsagt sett stór
krøv til samgonguna, men
sum heild hevur arbeiðið
gingið væl – serliga um vit
samanbera við arbeiðslagið
hjá undanfarnu CHE
samgonguni.
Eitt róp frá síðulinjuni
Tað tykist rættiliga løgið,
at somu flokkar og persón
ar, sum umboðaðu CHE
ruðuleikan, nú standa á
síðulinjuni og fýlast á
arbeiðslagið hjá ABC.
Munnu tey halda, at før
oyingar longu hava gloymt
tað sum hendi frá januar til
september í ár? – Ella hava
tey kanska sjálvi gloymt
tað? Og hví taka tey nú so
synd í pensjónistunum?
Munnu tey halda, at pen
sjónistarnir hava gloymt, at
CHE samgongan ætlaði at
lækka inntøkurnar hjá
landskassanum uppaftur
meira í 2009?
Andstøðuflokkarnir eiga
at vita, at pensjónistarnir
eru ikki hvør sum helst.
Talan er um persónar við
longum lívsroyndum, sum
bæði hava uppliva góðar og
ringar tíðir. Tað nyttar lítið
at fyrigykla teimum, at tað
ber til at lækka inntøkurnar
, uttan at tey veikastu í sam
felagnum merkja tað. – Og
tað er millum annað tað,
sum tey merkja nú.
Mótmælisskriv við skeivari adressu
Helgi
abRaHamsen
48. partur
Vit eru komin til 22. kapit
ul, tann seinasta í bókini.
Hann er stuttur, bara 21
vers, men sigur nógv. Í
fyrsta versi lesa vit um vatn
lívsins og í øðrum versi um
træ lívsins, sum er tjóðun
um til grøðing. Hugurin fer
aftur til 1. Mósebók, har
fyrstu foreldur okkara vóru
rikin út úr garðinum, so tey
ikki sluppu at eta av tí. Nú
er alt broytt. Einki bann
skal vera longur. Hásæti
Guds og Lambsins skal
vera í honum. Nátt skal ikki
vera har.
Vers seks hóskar so væl í
hesum seinasta kapitlinum
í bókini, sum samstundis
er seinasti kapitul í
bíbliuni. Har stendur:
Hann segði við meg:
"Hesi orð eru trúverd og
sonn; og Harrin, Gud anda
profetanna, hevur sent
eingil Sín at vísa tænarum
Sínum tað, sum skjótt fer
at henda.
Sjeynda vers sigur, at
sælur er tann, ið heldur fast
við tey. Og hygg hvat hann
sigur i tólvta versi:
Eg komi skjótt, og løn
Mín er við Mær til at lata
ein og hvønn fáa, eftir sum
verk hansara er.
Trettanda vers er stutt ,
tvær reglur, men loysir
knútin, sum tilveran er
mongum. Tað ljóðar
soleiðis:
Eg eri alfa og omega, hin
fyrsti og hin síðsti, upp
havið og endin.
Jú, bíblian er ein undur
full bók, hon loysir lívsins
spurningar. Fjúrtanda vers
ljóðar soleiðis:
Sæl eru tey, sum tváa
klæði síni, so tey kunnu
fáa atgongd til træ lívsins
og um portrini ganga inn í
staðin!
Ert tú tváaður í blóði
Lambsins?
Ellivta vers, fyrri partur
tykist løgin. Men kanska
tað vil siga okkum, at Gud
noyðir ongan til nakað.
Tann, sum vil liva í gud
loysi má taka avleiðingar
nar. Sum fimtanda vers
sigur:
Men uttanfyri eru hund
arnir, gandakallarnir, sið
loysingarnir, manndrápar
arnir, avgudadýrkararnir og
ein og hvør, ið elskar lygn
og gongur við lygn.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi - ikki mannaorð um Gud
RicHaRd
danielsen
viðmerkingar