týsdagur 16. desember 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2008
13
Politiska niðurbræð
ingin av Kringvarpi
Føroya er eitt djúptøk
ið afturstig fyri fólka
ræðið og fyri mentan
arpolitiska stevnu og
tjóðarbygging. Eitt
kringvarpsgjald um
vegis skattin hevði
givið fíggjarligt grund
arlag til at sett mentan
arpolitisk krøv til
kringvarpið og hevði
samstundis lætt um
hjá teimum lægstløntu
Tá ið tú hoyrir orðaskiftið um
kringvarpsgjald, tykist tað sum
Kringvarp Føroya eigur ongan
góðan. Mong fólk eru sera ónøgd
og meta tað sum óneyðuga byrðu
at gjalda til eitt kringvarp, sum
tey eftirhondini virða lítið.
Og politiski meirilutin, sum
nú er endurskaptur, heldur fram
í sama lag sum undanfarnu 4
árini við sínum víðskygda ment
anarpolitikki: “Samgongan er
samd um onki at gera!” Og
hetta hóast útvarp og sjónvarp
vórðu smekkaði saman av sama
meiriluta, uttan at nøkur polit
isk uppfylging hevur verið
yvirhøvur.
Hendan politiska líkasælan
brýtur niður tað, sum hevur
kostað ótrúlig tøk at byggja
upp. Alment fíggjaðu miðlarnir
eru eftir mínum tykki sjálvt
infrakervið fyri eitt fólkaræði
og eina mentan, sum vil menna
seg og ikki fána burtur í
smáligheit, nalvaskoðan,
fordómum og undirbrotligheit.
Bragdið í Norðuratlantshavi
Tað er eitt ófatiligt bragd, at
tað hevur eydnast at byggja
eina tjóð her mitt í sjónum. Og
tað er uppaftur størri bragd, at
tað eydnaðist – ikki at varð
veita, sum ofta verður sagt –
men at menna og støðugt
endurnýggja føroyskt mál og
føroyska mentan í nútímans
samfelagnum.
Hetta er burturav teirri
mentanar og sjálvræðisrørslu
fyri at takka, sum við einum
víðskygdum altjóða sjónar
ringi setti sær sum mál, at
føroyskt mál og føroysk
mentan kundu bert liva og
mennast, um tey vórðu nýtt og
ment í øllum pørtum av nútím
ans samfelagnum og í samskifti
við umheimin: Í skúla, kirkju,
umsiting, bókmentum, sjón
leiki, sangi, kærleika, vísindi,
orðaskifti og fjølmiðlum.
Upp ímóti hesum stóð ein
afturhaldssinnað rørsla, sum
vildi varðveita og goyma før
oyskt mál og føroyska mentan,
sum undirskipað fyribrigdi, ið
bert skuldi takast fram í veitslu
lag og við serlig høvi. Kundi
allarhægst verða eitt klípi í onkr
um øðrum. Og hesi mettu tað alt
ov dýrt og ógjørligt yvirhøvur at
royna at fáa føroyskt ment.
Tí hava seinastu 100120
árini verið eitt støðugt stríð fyri
at menna og nútímansgera før
oyska málið og at fjølbroyta
føroyska mentan við at vinna
teimum sess á teimum nútím
ans rókum, har tey ikki áttu lív.
Eitt stríð ímóti øllum forsagn
um, sum fyribils er vunnið í
høvdum og hjørtum á teimum
flestu – men sum als ikki er
liðugt, men má stríðast hvønn
dag undir sera kørgum fíggjar
ligum umstøðum. Eldsálum og
hugsjónarfólki fyri at takka, ið
hava skrivað, yrkt, komponerað,
týtt, gjørt orðabøkur og undir
vísingartilfar, ummælt, gransk
að, undirvíst, skapt myndir og
ljóð, ment nýggjar miðlar og
samskiftishættir.
Neyvan finnast onnur dømi í
heiminum um, at eitt mál og
eitt mentanarligt fjølbroytni,
hevur ment seg so nógv við so
fáum fólkum og brúkarum. Væl
fólkaríkari bólkar í heiminum
missa dagliga sítt mál, sín sam
leika og síni mentanarligu sam
skiftisamboð, tí tað ikki eydnast
at menna tey við teimum miðl
um og á teimum mótum, sum
nútímans samfelagið krevur.
Okkum nýtist bert at hyggja at
gongdini í Hetlandi.
Vit geva okkum neyvan far
um, hvussu stór mótstøðan var
ímóti tí, sum vit í dag eru best
við og kanska meta sum okkara
størstu virðir.
Útvarp Føroya avgerandi
Stríðið fyri føroyskum útvarpi
og sjónvarpi hevur verið júst
tað sama. Sterkar politiskar
kreftir og íhaldssemi vildu ikki
hoyra talan um føroyskt útvarp,
men vildu, at samsent varð við
Danmarks Radio – og so kundi
okkurt føroyskt klípi vera
innímillum.
Men Útvarp Føroya fór at
senda í 1957 og har varð gjørt
av, at alt skuldi sendast á
føroyskum og so kundi sendi
tíðin leingjast so hvørt orka og
førleiki varð at senda meira og
fjølbroytt.
Hetta hevur eftir mínum tykki
verið ein tann týdningarmesta
avgerðin fyri nútímans føroyska
tjóðarbygging. Ivist ikki í, at vit
høvdu verið stødd sum útjaðari
og samleikaleysir oyggjabúgvar
við lítlari menning og uttan
stórvegis samband til útheimin,
um framskygd fólk ikki høvdu
valt at gera eitt føroyskt útvarp
– og harvið eisini menna okk
um innan elektroniska sam
skiftið sum hevur broytt allan
heimin. Og føroyska útvarpið
hevur frá sekstiárunum og fram
verið megintáttur í at menna
eisini bókmentir, tónleik, sjón
leik, ítrott, politiskt orðaskifti,
orðabøkur og samfelagsmál
sum heild.
Sjónvarp enn í hálvum gekki
Tá Sjónvarp Føroya varð sett á
stovn í 1984, hevði mótstøðan
eisini leingi verið stór ímóti
hesum. Ævigt togarí og niður
gering. Hví ikki bara hava
seinakaðar danskar TVavísir, og
hví brúka pengar uppá slíkt, sum
vit kundu fáa aðrastaðni frá?
Men eisini her vóru tað
eldsálir sum mentu føroyskan
sjónvarpstíðindaflutning, orða
skifti og sendingar um heilt
nýggjar og óviðgjørdar tættir í
føroyska samfelagnum. Eisini
mentanarpallurin fekk nýggja
sjón, rødd og viðgerð við SvF –
og barnatilfarið hevur eftir
umstøðunum verið framúr.
Men her gjørdist føroyski
parturin tíverri bert eitt klípi, har
annars sendingar frá DR og TV2
fyltu sendiskránna – enntá ótekst
aðar. Tískil vandu vit okkum við
at fáa sent SvF hvønn dag uttan
at gjalda veruliga prísin fyri
føroyskt sjónvarp. Sjónvarpið
hevur tí staðið bókstaviliga í
hálvum gekki øll hesi árini.
Kostnaðurin lítil
Kostnaðurin at framleiða sjón
varp og útvarp í Føroyum er
tann sami sum at gera sjónvarp
til 50100 ella 200 mió. fólk, og
vit eru bert góð hálvthundrað
túsund at gjalda (enn). Og hóast
nógv uttan iva skal betrast og
nógv meira kann fáast burturúr
orkuni í Kringvarpinum, so tori
eg at halda uppá, at onga aðra
staðni verður so nógv framleitt
av rímiligari og stundum góðari
dygd fyri ta upphædd, ið hesir
stovnarnir verða riknir fyri.
Umframt tíðindi og aðrar
dagligar sendingar, so eru øll
serligu tiltøkini og hendingar
nar, sum verða framleidd og
varpað okkum – og harafturat
eru bandasøvnini í kringvarpi
num ein tjóðaruppgáva, sum so
at siga eru okkara kollektiva
minni og alneyðug fyri nútím
ans søguskriving og framtíðar
samleika.
Í almennings tænastu
Tíbetur hava vit eisini privatar
miðlar, ið menna seg og hava
roynt at gjørt seg meira óheftar
av politiskum valdi. Men við
kringvarpinum hava vit teir
einastu miðlarnar, ið sambært
lóg skulu vera óheftir og ment
anarberar. Teir skulu tora at
viðgera allar tættir í samfelagn
um og skulu umboða fólkið og
fólkaræðið mótvegis politiska
og peningaliga valdinum. Og
teir skulu mentanarliga viðgera
alt tað, sum ikki loysir seg
peningaliga.
Kringvarpið er stutt sagt ein
sonevndur “publicservice”
stovnur. Altso í tænastu hjá
almenninginum. Endamálið er
ikki at vinna pening ella at
skapa fíggarlig yvirskot. Enda
málið er hinvegin at skapa onnur
virði fyri mentan og fólkaræði.
Í løtum og tíðarskeiðum
hevur kringvarpið megnað
hetta, men seinastu árini hevur
sæð sera trupult út. Kringvarpið
– og ikki minst sjónvarpið –
noyddist alt ov leingi at dúva
upp á ein “pionéranda”, og
hevur uttan inntøkugrundarlag
ikki kunnað framt neyðugu
broytingina til ein skipaðan
bygnað, ið kann menna seg við
nøktandi krøvum og málum.
Kringvarpsgjald um skattin
og sáttmála um fjølbroytni
Tjóðveldi gjørdi longu í 2002
eitt uppskot um at leggja sjón
varps og útvarpsgjald um til
eitt gjald, sum verður tikið inn
eftir skattaskipanini, heldur enn
at verða álagt húsarhaldum. Á
henda hátt gjalda øll, sum hava
lønarinntøku, og tey, ið tjena
mest nakað meira enn onnur.
(Eitt serligt gjald skal so gerast
fyri persónar, ið ikki gjalda
skatt í Føroyum). Tað hevði
merkst lítið hjá hvørjum eins
tøkum, og pensjónistar við bert
fólkapensjón, lesandi og láglønt
høvdu sloppið nærum heilt
undan at goldið.
Samstundis hevði hetta givið
Kringvarpinum eitt væl betri og
trygt inntøkugrundarlag, sum
hevði gjørt tað møguligt at gera
ein sonevndan “publicservice
sáttmála”. Ikki so at skilja, at
politiski myndugleikin skal
leggja seg út í programmvirk
semið. Tvørturímóti. Men ein
avtala millum kringvarpsstýrið
og politiska myndugleikan um,
at Kringvarpið í eini menninga
rætlan skal tryggja tað fjøl
broytnið og tey mál í virksemi
num, sum eru alneyðug fyri at
menna fólkaræðið og eitt
nútímans samfelag.
Millum hesi krøv eru: At
kasta ljós á tað, ið ikki hóvar
politiska og peningaliga valdi
num. At bjóða av og viðgera
tað, ið ikki loysir seg í profitt
maksimering. At gera ung
dóms og barnatilfar. At koma
út um alt landið og viðgera mál
og mentanararbeiði, sum ikki
bert ein ráðandi meiriluti kennir
seg aftur í. At síggja umheimin
og seta hann í sjónarhorn higani
úr miðjum atlantshavi. At upp
lýsa, endavenda, menna orða
skifti og geva spírum ljós, ið
annars køvast – og at goyma
virðir, ið kunnu farast sum
døgg fyri sól.
Annað krav er sjálvsagt, at
vit fáa eitt veruligt føroyskt
sjónvarp, ið bara sendir egna
framleiðslu og viðgjørt tilfar.
Við nýggja digitala sendineti
num, sum er á veg, fer eisini at
bera til hjá Kringvarpinum at
bjóða aðrar “publicservice
rásir” frá okkara grannalondum
fyri sama kringvarpsgjald.
Ongantíð størri tørvur á
óheftum miðlum
Vit standa framman fyri eini
stórari byltingartíð í Føroyum
og í heiminum – búskaparliga,
vinnuliga, sosialt og mentan
arliga. Ongantíð er meira neyð
ugt enn í slíkum broytingar
tíðum at hava eitt væl virkandi
kringvarp í almennari tænastu.
Og her má handlast skjótt.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Verið góð við
Kringvarpið
Tíðargreinin
tíðargreinin
Høgni Hoydal