týsdagur 16. desember 2008síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
vinnan
Nr. 242 - 16. desember 2008
Leygardagin var
nýtt vatnverk tikið
í nýtslu, og nú
mikudagin verður
nýggi miðnáms- og
heilsuskúlin í Hovi
latin Landsverk
Bygging
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tá ið hetta bygdaráðið tók
við fyri 4 árum síðani, settu
tey sær fyri, at nú skuldi
bygdin fáa reinsað vatn.
Delmar Tausen, borgarstjóri,
sigur, at hetta hevur verið
tosað um í nógv ár, men nú
eydnaðist tað. Leygardagin
var almen móttøka uppi á
nýggja reinsiverkinum, har
borgarstjórin
tendraði
reinsiverkið.
Projektið gjørdist nakað
størri, enn upprunaliga ætl
að, tí Miðnáms og heilsu
skúlin er komin afturat.
Vatnbrunnurin er 508 tons
og er latin av Hans Tausen
Olsen í Runavík. Beton
arbeiðið
til
reinsiverkið
hevur Suðurbeton gjørt og
Hamarslag við Jens Sivart
Djurhuus
hevur
smíðað
bygningin. Gudmund Lar
sen hevur gjørt elarbeiðið
og Martin í Nesi málara
arbeiðið. Sjálvt reinsiverkið
hevur NOMATEK í Havn
latið.
TMT í Trongisvági hevur
gjørt vatnleidningin oman í
bygdina. Kommunan hevur
gjørt eitt størt arbeiði fyri at
fáa fatur á rávatninum frá
keldum uppi í hæddunum,
og Delmar Tausen legði
dent á, at her hevur ungdóm
urin í Hovi gjørt eitt stórt
arbeiði. Ístak bjóðaði Hovs
Kommunu vatnslangurnar,
sum lupu av, aftaná á, at teir
høvdu gjørt Hovs tunellina,
og ungdómurin í Hovi,
bæði gentur og dreingir,
høvdu grivið 3 km av
vatnslangu niður í haganum
í samband við vatntøkur
nar.
Samlaði kostnaðurin fyri
vatnbrunn, reinsiverk og
vatnleidningar liggur um
3,5 mill. kr., harav Lands
verk hevur goldið 800.000
kr í samband við vatn til
Miðnámsskúlan. Hetta má
sigast at vera eitt stórt tak
fyri kommununa, tá vit t.d.
samanlíknað við, at samlaða
fíggjarætlanin fyri 2009
javnvigar við knappar 3
mill. kr.
Nýggi Skúladepilin
í Suðuroy
Nú mikudagin handar MT
Højgaard
Landsverki
nýggja skúladepilin í Suð
uroy. Árni Winther Arki
tektar hava teknað skúlan.
Gólvvíddin er umleið 3.200
m², og samlaða næminga
talið kemur at vera umleið
200, javnt býtt í millum
miðnámsskúlan og heilsu
skúlan. Skúlin hevur ongar
beinar ella paralellar síðir,
alt bogar, og arbeiðsleiðarin
hjá MT Højgaard nevnir, at
tað alla tíðina hevur verið
neyðugt at tryggja, at mátini
passa. Spurdur um tað hev
ur verið trupult at byggja
skúlan sigur hann, at tað í
hvussu er hevur verið ”en
udfordring”. Uppi frá hevur
skúlin eitt skap, sum kanska
kann minna um ein boome
rang, og Delmar Tausen
nevnir skemtiliga, at ein
boomerang
kemur
altíð
aftur. Skúlin skuldi fyrst
liggja í Hovi, so varð hann
fluttur til Vágs, og síðani
kom hann heim aftur til
Hov.
Uttanifrá liggur skúlin,
sum ein stórur hamari í
landslagnum,
vakur
og
arkitektoniskt sera spenn
andi. Tá ið tú kemur ínn í
skúlan gerst tú bilsin yvir,
hvussu nógv pláss er inni. Í
miðjuni er eitt runt miðøki,
har matarsalurin er niðast
og bókasavn og lesiøki er í
miðhæddini.
Aftanfyri
liggur ein stór fimleikarhøll.
Frá hesum miðøki ganga
tveir armar hvønn sín veg
við stovum, serstovum og
skrivstovum. Ein uppliving
bara at ganga runt inni í
skúlanum, og einki er at
ivast í, at her vera sera góð
ar umstøður fyri næmingar
og lærarar.
Hov í framtíðini
Hov er ein av elstu bygdun
um í Føroyum. Tað liggur
eisini í sjálvum navninum,
sum merkir eitt offurstað,
har blóðoffur vóru ofraði til
gomlu gudarnar. Bygdin er
nevnd
í
Føroyingasøgu.
Havgrímur búði í Hovi um
somu tíð, sum Brestir og
Beinir búðu í Skúvoy.
Hesi seinnu árini er fólka
talið fari at minka. Í 1801
búðu umleið 50 fólk í Hovi,
og fyrst í 1900 talinum var
hetta tal vaksið til gott 170.
Men síðani 1991, tá fólka
talið var 168, er talið nú
minkað niður til umleið
120.
Men nýggi Skúladepilin
kemur at geva nógv arbeiðs
pláss, og Delmar Tausen
vónar, at onkur av hesum
fara at seta búgv í Hovi, so
fólkatalið aftur kann vaksa
og ikki minst fleiri børn
kunnu koma í bygdina.
Einki er at ivast í, at Skúla
depilin kemur at hava stóran
týdning fyri eina bygd sum
Hov.
Delmar Tausen, borgarstjóri
í Hovi, og Jákup Magnussen,
projektleiðari hjá Nomatek
Tvær stórhendingar í Hovi
Ov nógvar vind
mylluætlanir
Í Noregi er stórur áhugi fyri at útbyggja vindorkuna, men nú ger
orkustýrið vart við, at áhugin er vorðin í so stórur. Ráðið sigur, at
meginkervið klárar ikki at taka alla ta orkuna, sum tær nógvu
vindmyllurnar høvdu givið, og tí hevur ráðið gjørt av at leggja
meiri enn aðru hvørja verkætlan til viks. Ráðið sigur, at í 2025
verður meginkervið ført fyri at taka 20 TWh frá vindmyllum, men
at tær nógvu verkætlaninar, sum ráðið hevur fingið, krevja næstan
tríggjar ferðir meiri av meginkervinum. Tí er neyðugt at steðga á,
sigur orkuráðið í tíðindaskrivi.
Politikarar upp í
fiskivinnuna
Her hjá okkum er tað rættiliga vanligt, at fólk við
politiskum tilknýti eru virkin í vinnulívinum, og soleiðis
er eisini í Grønlandi. Í seinastuni eru tveir leiðandi limir í
Siumut komnir upp í fiskivinnuna. Mikiael Petersen,.
sum er aðalskrivari í flokkinumn, er vorðin nevndarlimur
Arctic Prime Fisheries, og Simon Olsen, fyrrverandi
landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er komin upp í
nevndina í Arctic Prime Production, skrivar Sermitsiaq.
Nýggi miðnáms- og
heilsuskúlin í Hovi