týsdagur 16. desember 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
vinnan
Nr. 242 - 16. desember 2008
Ring heilsa gjørdi,
at Pál Weihe,
lækni, mælti Hans
Jacob Garðalíð til
umskúling, og tað
førdi hann inn á
kokkaleiðina. Frá
ymsum størvum
so sum oljubori
plattformum er Hans
Jacob Garðalíð í dag
leiðari á matstovuni á
Læraraskúlanum
MATSTOVA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Sum so mangur annar fór
Hans Jacob Garðalíð til
skips 13 ára gamal, men
hóast hann sigldi í eini
tíggju ár tilsamans, so
skuldi sjólívið ikki gerast
hansara lívsleið.
- Sum eitt ára gamal byrj-
aði høgra eyga at doyggja,
og tað voldi mær trupulleik-
ar við tað at eg hevði eina
meiri ella minni kroniska
pínu kring eygað sum úrslit
av jøvnum bruna. Einaferð
eg skuldi til taka tuberkla-
prøva orðnaði læknin, at
eygað mátti takast, tí annars
gekk tað út yvir vinstra
eyga eisini, sigur Hans
Jacob Garðalíð.
Tá hann hevði siglt í eitt
ár ella so royndi hann at
setast aftur á skúlabonk,
men hugurin var ikki til
staðar, og hann helt fram at
sigla.
Komin upp í 20-árini
legðist hann uppi og tókst
við fyrifallandi arbeiðir, til
hann endaði sum formaður
fyri armeringina í stóru
Eiðisverkætlanini.
Tá hendan verkætlanin
var av, bleiv felagið keypt
til Vestmanna og fekk navn-
ið Føroya Armering.
- Vit høvdu nógv at gera.
Eg varð virkisleiðari og vit
høvdu almikið at gera. Vit
framleiddu alla armering í
Føroyum og vóru við í stór-
um verkætlanum so sum
brennistøðina í Leirvík og
Leguhúsið í Nesvík, sigur
Hans Jacob Garðalíð.
Hann helt fram sum
virkisleiðari fram til 1990,
tá hann flutti til Havnar.
Tað var tá, hann fekk tey
ráð, at lata seg umskúla, og
í byrjanini av 1992 var hann
og tosaði við M. C. Restorff,
um at lata seg royna kokka-
lívið á Hafnia, mest fyri at
vita, um hetta nú var nakað
fyri hann.
Hann var so á Hafnia, til
hann fór niður á kokkaskúla
í august mánaði.
Vinna royndir
Eftir lokna útbúgving kom
Hans Jacob Garðalíð aftur
til Føroya, og fór hann fyrst
á Hotel Føroyar, har hann
starvaðist í fimm mánaðir.
Hetta var í 1993, og hesa
tíðina royndi hann fleiri
ymiskar matstovur sum eitt
nú Rio Bravo og Nólsoyar-
stovu.
Eitt skifti fór hann niður
aftur til Danmarkar, har
hann starvaðist hjá kenda
kokkinum og matrithøvind-
anum, Erwin Lautherbach,
á Hellerup Park Hotel, sum
er eitt av fínaru hotellunum
í økinum.
Hann var hann so eina
tíð, áðrenn hann kom aftur
til Føroya. Heim aftur kom-
in frætti Hans Jacob Garða-
líð um stóra virksemið á
oljuøkinum í Hollandi, og
fyri at menna seg en meiri
innan kokkafakið gjørdi
hann av at fara til Hollands
at søkja sær arbeiði.
– Eg byrjaði umborð á
einum stand-by báti. Tað
vóru fimm slík skip og vit
vóru tveir kokkar umborð á
hvørjum skipi, sum skiftust
í 14 daga vaktum, sigur
Hans Jacob Garðalíð.
Meðan hann var við hes-
um stand-by skipinum, sum
sigldi út frá Denelder, kom
hann at kenna stjóran á
Hotel Wienerhof, og hesin
lat teir tíggju kokkarnar
sleppa at kokkast á hotell-
inum, tveir og tveir, tá teir
vóru í landi.
- Vit gjørdust væl og hann
bjóðaði mær at kokkast hjá
sær, tá eg var í landi. Hann
má hava sæð okkurt serligt
í mær, tí partvís slapp eg at
fáa royndir, og partvís
kundi eg læra frá mær okk-
ara máta at gera mat, sigur
Hans Jacob Garðalíð.
Rættiliga í oljuna
Eftir eina tíð umborð á
stand-by skipi og tvær vik-
urs vaktum skiftivís umborð
og í landi, kom Hans Jacob
sær rættiliga fram at í olju-
vinnuni. Frá 1997 til 2001
arbeiddi hann javnt og samt
umborð á skiftandi olju-
plattformum.
- Hetta var ein sera spenn-
andi, men eisini avbjóðandi
tíð. Eg var rættiliga fleksi-
bul, og kundi brúkast alla-
staðni, og tað funnu stjórar-
nir skjótt út av. So stundum
var eg umborð á onksum
»satelittpalli«
við
bara
níggju monnum umborð, til
aðrar tíðir umborð á einum
framleiðslu plattformi við
85 fólkum, og til aðrar tíðir
umborð á stóru hotell platt-
formunum við 600 fólkum
og 60 starvsfólkum undir
mær, sigur Hans Jacob
Garðalíð.
Hann greiðir frá, at tað
var ikki bara sum at siga
tað at samanseta mat-
skránna, tí har vóru fólk frá
allari verðini, sum skuldu
eta matin.
- Eg mátti skriva mat-
skránna 14 dagar framman
undan, tí hon skuldi góð-
kennast av trimum ymiskum
leiðarum, áðrenn hon var
endalig, sigur Hans Jacob
Garðalíð.
Tað kravdi eisini sín
mann at matgera fyri so
nógvum.
- Byrjað var við tí stóra
enska morgunmatinum, og
so vóru tað tríggir heitir
rættir til døgurða. So aftur
tríggir heitir rættir til nátt-
verða, væl at merkja ikki
nakað av tí sama, sum á
døgurða og á triðja sinni
skuldi heitir rættir gerast á
miðnátt. So talan var um
níggju ymsar heitar rættir
um dagin, sjey dagar um
vikuna, so tað kravdi sítt at
leggja matskránna til rættis,
sigur Hans Jacob Garðalíð.
Uppbyggja matstovu
Hesi árini í oljuvinnuni
arbeiddi Hans Jacob uttan
íhald og uttan feriu.
- Fyrsta ferian, eg hevði,
var tá eg kom heim aftur til
Føroya at fylgja pápa mín-
um til gravar. Eg fór niður
aftur til Hollands, men
vendi skjótt heim aftur til
Føroya, sigur Hans Jacob
Garðalíð.
Heilsan byrjaði eisini at
bila, og tað var eisini um
hesa tíðina, at fyrrverandi
konan stríddist við krabba-
mein. Hann sat meiri ella
minni uppi yvir henni í sjey
mánaðir.
Eftir hetta fór hann aftur
at sigla sum kokkur, millum
annað var hann við Vestur-
vón. Men hann vendi tó aft-
ur til matstovuyrkið, har
hann starvaðist, til hann tók
av einum tilboði um at ger-
ast kokkur á Heilbrigdinum
á vári 2007. Og har var
hann so, til hann í august í
ár byrjaði á matstovuni á
Læraraskúlanum.
- Tað hava verið stórir
trupulleikar at fáa matstov-
una at bera seg, men hesa
tíðina, eg havi rikið hana,
hevur gingið væl. Ætlanin
er eisini, at matstovan skal
verða fyri øll, so fólk kunnu
koma inn av gøtuni at fáa
sær ein døgurðabita, og tað
er eisini við at vinda upp á
seg í so máta, sigur Hans
Jacob Garðalíð.
Eitt ískoyti til raksturin
fær Hans Jacob eisini við at
levera mat til starvsfólkið í
Miðlahúsinum.
Men eisini í aðrar mátar
verða fasilitetirnir á Lærara-
skúlanum nýttir meiri og
meiri, og Hans Jacob Garða-
líð hevur skipað fyri bæði
ervum og jólaborðhaldum.
- Matstovan skal vera
hugnalig, so fólk kunnu
koma inn og fáa ein góðan
bita í góðum umstøðum.
Tað er endamálið, sigur
Hans Jacob Garðalíð.
Av boriplattformi til matstovu
á Læraskúlanum
Fiskaseljari í fongsul
Ein 49 ára gamal norðmaður skal sita hálvt annað ár
í fongsli, og harafturat skal hann rinda hálva aðru
millión norskar krónur í endurgjaldi. Dagens
Næringsliv skrivar, at maðurin er dømdur fyri at
hava tikið ímóti forskoti frá fyritøkum uttanlands,
sum høvdu keypt fisk frá honum. Trupulleikin er, at
maður sendi ongantíð fiskin av landinum. Nú skal
hann í fongsul fyri svik, og pengarnar skulu
útlendsku innflytararnir hava aftur. Harafturat missir
maðurin rættindini at reka nakað vinnuligt virksemi.
Bretar skuldarbundnir
Ein kanning hjá Bank of England vísir, at bretar meiri
skuldarbundir nú enn tey seinastu 13 árini. Næstan
helmingurin av teimum spurdu hava svarað, at tey skylda
meiri nú enn fyri einum ári síðani, og so stór hevur
broytingin ikki verið eftir einum ári síðani 1995, sigur
Bank of Englæand. Samstundis siga meiri enn
helmingurin av teimum spurdu, at tey hava minni eftir nú,
tá skattur, avdráttir og aðrar fastar útreiðslur eru goldnar,
enn tey høvdu um hesa tíðina í fjør.
Hans Jacob Garðalíð hevur arbeitt víða um og saman við kokkum úr øllum heiminum. Nú matger hann til svangar gómar á
Læraraskúlanum
Mynd: Álvur Haraldsen