Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 vinnan Nr. 242 - 16. desember 2008 Ansið eftir livandi ljósum Stórur vandi er fyri eldbrúnum í jólamánaðinum, tá ið nógv fólk brúka livandi ljós. Tryggingarfelagið Føroyar heitir nú á fólk um at vera varin við teimum livandi ljósunum, so tey ikki seta eld á. Millum góðu ráðini, sum Tryggingarfelagið nú letur, er, at fólk ongantíð mugu fara úr einum rúmi, har stearinljós er tendrað, at ljósini ikki standa nær við tilfar, ið brennur lætt, og at børn og djór ongantíð eru einsamøll við ljósunum. Kreppa í Maniitsoq Kommunan í Maniitsoq í Grønlandi sendi í gjár út tíðindaskriv, har hon kærir seg um, at fyritøkurnar Maniitsoq fiskeindustri A/ S og Greenland Lipid Solutions A/S, GLS, hava gjørt av at senda ávikavist 13 og 20 fólk til hús. Søren Lyberth, borgarstjóri, vil hava landsstýrið at taka onkur stig fyri at forða gongdini. Millum annað fýlist hann á, at landsstýrið ikki hevur svarað umsóknum úr Maniitsoq um loyvi at fiska 1.600 tons av toski um árið. Kom tað loyvið, hevði tað tryggjað arbeiðsplássini alt árið, sigur hann. Tvær fiskivinnufyritøkur í Maniitsoq hava sagt fólki úr arbeiði (Mynd: Sermitsiaq) Samlaða veiðan í ár er omanfyri 8.000 tons, og skipini hava selt fyri út við 37 miljónir krónur. – Hetta gevur ein dekkarapart fyri hvønn túr umborð upp á 770.000 krónur. Ein dekkari, sum hevur verið við 2/3 av túrunum, hevur tjent stívliga 500.000 krónur, sigur ein vælnøgdur reiðari, Tummas Christophersen í Vestmanna fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað hevur gingið rættiliga væl hjá vestmannatrolaru­ num, Vestmenningi og Fram, í ár. Skipini liggja í fremstu røð, bæði í veiðinøgd og veiðivirði. Lítil ivi er um, at Vestmannatrol Vestmenningur og Fram hava aftur gjørt ein roktúr, og við hesum túri er lítið at ivast í, at skipini eru bestu ísfiskatrolarar í flotanum – bæði í nøgd og søluvirði Mynd: Karstin Vang