týsdagur 16. desember 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
vinnan
Nr. 242 - 16. desember 2008
Kysti kvinnu deyva
Ein kvinna í 20´unum í Kina mátti á sjúkrahús, eftir at sjeikurin
hevði mussað hana. Kossurin var eftir øllum at døma so eymur,
at kvinnan gjørdist deyv í øðrum oyranum. Hetta skrivar BBC.
Og stóru bløðini í Kina ávara nú fólk ímóti at kyssast so
ógvusliga, at tey fáa skaðar í oyruni. BBC skrivar, at kvinnan,
sum gjørdist deyv, kann rokna við at hoyra aftur sum vanligt um
tveir mánaðir.
Dalurin fagurt ummæli
Skaldsøgan Dalurin Fagri eftir Gunnar Hoydal fær sera gott ummæli í
danska blaðnum Berlingske Tidende. Forlagið Torgard hevur givið donsku
týðingina av bókini út. Á donsku kallast skaldsøgan Dalen. Ummælarin
hjá Berlingske Tidende heldur, at søgan hjá Gunnar Hoydal er vøkur,
ræðandi og væl komponerað. Dalen fær 5 av 6 stjørnum frá Berlingske
Tidende.
hetta eru bestu ísfiskatrol
arar í 2008.
Vestmenningur og Fram
eru fyrrverandi Hádegis
klettur
og
Stígarklettur,
sum á sinni vórðu smíðað á
Tórshavnar Skipasmiðju og
vórðu róptir dalstrolararnir.
Teir endaðu í Ný Sælandi,
haðani teir vórðu keyptir
aftur til Føroya í endanum
av nítiárunum.
Roktúrar
Skipini hava gjørt fleiri rok
túrar í ár, bæði á upsa og í
gullaksi.
Veiðan hevur verið góð
tað mesta av árinum, og
nógvar sølur hava eisini
verið góðar. Skipini hava
soleiðis eisini sett met í
veiðinøgd og sølu fyri ein
stakan túr.
Aftur í morgun eru skip
ini inni við heili 580.000
pundum, sum tey fingu á
Munkagrunninum og á Bill
Baily Banka.
Fiskurin, sum skipini
hjá okkum fingu á Munka
grunninum, var góður upsi,
tað mesta 3’arar blandað
við 2’arum. Men kortini
vísti tað seg, at onkur onnur
skip, sum eisini royndu á
Munkagrunninum,
fingu
smærri fisk, og hetta elvdi
til, at rættiliga stórar leiðir
vórðu stongdar.
Tummas Christophersen,
reiðari, sigur, at Vestmenn
ingur og Fram fóru av
Munkagrunnunum og suður
á Bill Baily banka at royna.
Har var upsin uppaftur
betri, tað mesta 2’arar bland
að við 1’arum.
Hendan túrin royndu
skipini í eina viku. Tey vóru
eisini inni mánadagin í
síðstu viku við 410.000
pundum.
Reiðarin sigur, at skipini
í morgun seldu fyri 1,7
miljónir krónur, sum er góð
søla.
Prísurin er lækkaður
nakað, men vit eru væl
nøgdir við hendan túrin og
søluna, har Faroe Seafood
keypti meginpartin av fiski
num.
Eini 56 tons vóru av øðr
um fiskasløgum, sum vórðu
seld um uppboðssøluna hjá
Fiskamarknaði Føroya.
Gott ár
Við Vestmenningi og Fram
eru tilsamans 14 mans
umborð í senn, sjey við
hvørjum skipi.
Knýttir at skipunum eru
tilsamans 20 mans, og skip
arar hendan túrin vóru vest
menningarnir, Helgi Niel
sen og Arvid Petersen.
Tummas Christophersen
sigur, at samlaða søluvirði í
ár táttar í 37 miljónir krón
ur, sum er eitt lítið vet lakari
enn besta árið hjá skipunum
síðan januar ár 2000, tá tey
fóru til fiskiskap undir
nýggju eigarunum.
Samlaða veiðan liggur
omanfyri 8.000 tons, harav
5.500 tons er gulllaksur,
sum skipini veiddu í ver
tíðini.
Reiðarin sigur seg vera
væl nøgdan við inntøkusíð
una í hesum ári, men orsak
að av høgu oljuprísunum,
sum hava merkt hetta árið,
er úrslitið hampiligt.
Nú verður ikki farið út
aftur
fyri
jólahøgtíðina,
sigur Tummas Christopher
sen.
Góð hýra
Manningarparturin umborð
á Vestmenningi og Fram
higartil í ár liggur um
770.000 krónur, og hetta
hevði verið inntøkan hjá
monnum, sum vóru hvønn
túr umborð.
Men tað er eingin.
Ein dekkari, sum hevur
verið umborð 2/3 av túrun
um, hevur eina ársinntøku,
sum liggur um 515.000
krónur,
sigur
reiðarin,
Tummas Christophersen í
Vestmanna.
lararnir eru bestir í flotanum
Hevði ein dekkari verið við
Vestmenningi og Fram hvønn
túr í ár, hevði hann havt tjent
heili 770.000 krónur, men við
2/3 av tíðini umborð, liggur
inntøkan um stívliga 500.000
krónur
Mynd: Karstin Vang