Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-16, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. desember 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 242 - 16. desember 2008 vinnukronikk Grein eftir Michel Bauwens Elin Brimheim Heinesen týddi úr enskum Vit liva í einum politiskt stýrdum búskapi, sum fullkomiliga hevur vent tingini á høvdið. Vit bera okkum at, sum um náttúran er ein ótømandi kelda, og halda tí, at vit kunnu byggja búskap okkara á eina skipan, sum tekur útgangs­ støði í, at óendaligur vøkstur er møguligur. Men veruleikin er, at ítøkiliga tilfeingið er avmarkað. Tískil er búskapur okkara grundaður á eina heilt órealistiska fatan um yvirflóð, sum ikki er til. Hin vegin halda vit tað vera alneyðugt at innføra tilgjørt trot, tá tað kemur til óítøkiliga fram­ leiðslu. Mentan og sosial nýskap­ an er grundað á frælst samskifti og samstarv, men vit darva fría floymin av tí óítøkiliga tilfeingi­ num við at skapa tilgjørdar forð­ ingar – t.d. ígjøgnum at innføra ognarrætt til vitan og aðra óítøki­ liga framleiðslu – ein ognarrætt­ ur, sum tað almenna so skal brúka orku uppá at verja. Tilvitan neyðug um trot Tað, sum vit veruliga hava fyri neyðini, er ein politiskur búskap­ ur, sum er grundaður á eina til­ vitan um trotið í ítøkiliga tilfeing­ inum – og eina tilvitan um yvir­ flóðina í tí óítøkiliga heiminum! Skulu vit veruliga fáa gongd í fjølbroytni og nýskapan í vinnu­ lívinum, so hava vit brúk fyri vitanar­ og upplivingarvinnu, sum júst er grundað á tað óítøkiliga tilfeingið. Vit hava brúk fyri skap­ andi og sjálvstýrandi fólkum, sum ikki møta so nógvum forðingum, tá tey hava tørv fyri at deila við onnur og læra av hvørjum øðrum. Menna felags gagnvirði Í óítøkiligu framleiðsluni (t.d. forritan, tekstframleiðslu, tón­ leiki, sniðgeving o.a.) er fram­ leiðslukostnaðurin av lítlum týdn­ ingi. Tí síggja vit, at folk sjálv­ boðin fara í holt við beinleiðis framleiðslu av brúksvirði, har ein­ asti vinningurin er felags úrslitið, sum øll fáa gagn av, men sum eingin einstakur fær vinning av. Í ítøkiligu framleiðsluni, har vit veruliga hava trot, og har kostnaðirnir skulu endurgjaldast, er tað ikki møguligt á sama hátt at arbeiða við tílíkum felags gagnvirði. Har er neyðugt við vinningi gjøgnum sínámillum umbýti á marknaðinum. Virðisøking gjøgnum býti Men tá vit tosa óítøkilig virði, so lærir menniskjan seg nú at liva við einum nýggjum veruleika við yvirflóð, har vørur ikki kappast sínamillum, men bara vinna í virði við at verða býttar millum so nógv fólk sum gjørligt. Hugsa t.d. um alnótina. Í hesari verðini menna vit okkum fram í móti felags framleiðslu og felags ognum, sum vit øll kunnu brúka og fáa gagn av. Vit síggja, hvussu nýggir felagsskapir stinga seg upp í hesum heimi, sum byggja á áhugafelagsskapir ella aðrar sínámillum skyldskapir. Menn­ iskju savnast í hesi tíðini í nýggjum ættarbólkum, ber til at siga. Trot skapar kreppur Men har, sum trotið valdar, er ”lagt í ovnin” til kreppur. Krepp­ urnar fáa okkum at trunkast í bólkar, sum kappast móti hvørjum øðrum. Gongdin, har sum yvirflóðin valdar, ber harafturímóti í sær møguleikan fyri, at vit kunnu skipa eina verð við størri margfeldi, har menn­ ingin verður drivin av sínámillum um­ og samskifti millum einstak­ lingar. Meðan trot sannlíkt leiðir okkum til stríð um tilfeingi, til einsrætting og minni margfeldi – eina nýggja myrka miðøld, eins og tíðin eftir fall rómverska ríkisins. Saman hava vit alt? So avbjóðingin hjá okkum nú er at taka aðalreglurnar, har yvir­ flóðin ræður, og brúka tær, har trotið ræður. Er hetta veruliga møguligt? Í óítøkiligu verðini er tað eingin trupulleiki at skifta um vørur sínámillum – og møguleik­ arnir at skifta um vørur gerast sannlíkt bara fleiri. “Saman vita vit alt” er eitt mál, sum er møgu­ ligt at røkka. Í ítøkiligu verðini, har trotið valdar, má yvirflóðs­ hugmyndin umsetast, um okkara hugmyndir og okkara búskapar­ ligu siðir skulu broytast. Hugmyndin “saman hava vit alt” sýnist ikki eins løtt at røkka. Tí hava vit tørv fyri einari hugburðs­ broyting. Samhandil millum einstaklingar Fyrst er tað útbreiðslan ella spjað­ ingin av øllum – tilfeingi, fram­ leiðslutólum og vørum. Ístaðin fyri yvirflóð tosa vit nú um tilfeingi og framleiðslutól, sum verða smábýtt og spjadd, har javnstillaðir einstaklingar kunnu arbeiða frítt við tilfeinginum og handla frítt sínámillum. Hetta merkir ein búskap, sum tykist førka seg fram ímóti einari víðsjón um ein fair trade markn­ að, har einstaklingar handla við hvønnannan (ein marknaðar­ mekanisma, har framleiðarar og brúkarar verða sæddir sum javn­ bjóðis samstarvspartar og tryggja virðisbýti millum hvønnannan) og sosiala vinnu (har vinningurin tilvitandi verður nýttur til at skapa sosiala framgongd). Hópframleiðsla fær kapping Vit síggja longu hetta rákið, nú framleiðslutólini minka. Harvið skapast nýggir møguleikar: Skriviborðsframleiðsla gevur møguleika fyri, at einstaklingar kunnu sniðgeva og forrita. Skjóta framleiðslan í dag av amboðum/ forritum minkar um fyrimunirnar við hópframleiðslu í ídnaðinum, umframt at kappingin frá pirat­ framleiðarum harðnar í stórum. Sosial lán skapa útbreiðslu av kapitali; og beinleiðis sosiala framleiðslan av virðum (pengum) ígjøgnum forrit er ikki langt burtur frá at vera veruleiki í ymsum pørtum av verðini (Sí arbeiðið hjá Bernard Lietaer). Um trot veruliga skapar dýrari orku og rávørur, so verður fram­ leiðslan sannlíkt broytt av sær sjálvum – og einstaklinga fram­ leiðsla og handil millum einstak­ lingar verður harvið gjørd nógv betri møgulig. Endurskapan av sama tilfeingi Næsta hugtakið er burðardygd. Av tí at ein óendaligur búskapar­ vøkstur ikki er møguligur, mugu vit finna nýggjar leiðir fyri búskapin (so sum t.d. lýst av ymsum búskaparfrøðingum við serfrøði í náttúrligari kapitalismu ­ David Korten, Paul Hawken, Hazel Henderson) kapitalismu 3.0 (uppskotið hjá Peter Barnes at nýta grunnar sum ognarform, tí tað tvingar ígjøgnum varð­ veitsluna av kapitali) sonevnda “cradle to cradle design” umframt onnur umhvørvisvinalig framleiðsla, sum tekur serligt atlit til náttúruna og skapar sum minst av spilli. Vit hava fyri neyðini at førka okkum fram móti einum meira støðugum tjóðarbúskapi (Herman Daly), sum ikki neyðturviliga er statiskur, men har størri gagn­ nýtsla og úrdráttir úr náttúru­ tilfeinginum eru bundin at okkara førleikum at endurnýta ella endurskapa sama tilfeingið. Lívsmeining ígjøgnum samleika Triðja hugtakið er um hóskandi nøgd. Yvirflóð hevur ikki bara eina sakliga ella uttanveltaða síðu. Har er eisini ein persónlig síða. Í ítøkiliga búskapinum má óavmarkaður vøkstur skiftast um við hugtakið um hóskandi nøgd. Hetta má gerast í viðurkenningini av, at status og menniskjansligt nøgdsemi ikki longur kann vera tengt at óavmarkaðari upphópan av ítøkiligum ognum og ovur­ nýtslu, men fer at vera bundið at býti av tí óítøkiliga og at persón­ ligum vøkstri. Tá vit hava nóg mikið, mugu vit finna meining í tilveru okkara og status umvegis okkara samleika sum skapandi og samstarvandi einstaklingar og í viðurkenning millum javnlíkar í okkara kringumstøðum. Frá at ‘hava’ til at ‘vera’ Her er tað at upplivingar­ og vitanarbúskapurin traðkar til! Hesin búskapur umboðar hetta skifti – frá einum tørvi fyri at ‘hava’ fram ímóti einum tørvi fyri at ‘vera’ og at ‘uppliva’. Tað er bara ein ríkur upplivingar­ búskapur, sum kann sleppa samfeløgunum undan, at ein mentan av vónbroti, strongd og uppofran tekur seg upp, og undan tí trælkan og vónloysi, sum ein slík hevur við sær. Upplivingar­ og vitanarbú­ skapurin verður tó ikki skaptur bara ígjøgnum handilsligt virk­ semi. Ein beinleiðis sosial framleiðsla av mentanarligum virðum elur eisini fram upp­ livingarbúskap. Fyritøkur og bólkar av einstaklingum, sum hava evnini og førleikarnar – t.d. ígjøgnum netverk og sínamillum samstarv – mugu skapa ein ríkan vevnað av óítøkiligum virðum, tí jú tættari óítøkiligu kringum­ støðurnar eru, tess lættari ella tess minni vil okkara bundin­ skapur vera at tí ‘at hava’. Greinin “Experience as the bridge between scarcity and abundance” eftir Michel Bauwens sæst í ensku útgávuni her: http://www.experience-economy. com/2007/09/01/experience-as- the-bridge-between-scarcity-and- abundance-by-michel-bauwens/ Upplivingarbúskapur sum brúgv ímillum trot og yvirflóð vinnan