týsdagur 16. desember 2008síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 242 - 16. desember 2008
35
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
KÍ byggir
upp av
nýggjum
Aleksandar
Djordjevic, KÍ-
venjari, staðfestir,
at klaksvíkingar
komandi árini
fara at dúva upp á
egnar leikarar
Fótbóltur
Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
Aleksandar Djordjevic
hevur, saman við Jákupi
Mikkelsen, fingið álagt
uppgávuna at vinna KÍ
upp aftur á føroyska
fótbóltstindin. Sambært
Djordjevic, ætla klaks
víkingar at hetta verður
gjørdi við egnum fólki.
Tað sigur hann við
Norðlýsið.
Vit hava sæð fleiri
føroysk fótbóltsfeløg,
sum gera sær eitt gott
lið við at útvega sær
nakrar av teimum bestu
leikarunum í landinum.
Tað er eingin kunstur at
fáa eitt sterkt lið á tann
hátt. Avbjóðingin er
hinvegin at skapa og
byggja upp eitt væl virk
andi lið, har leikararnir
kenna sínar leiklutir á
liðnum, sigur Aleksand
ar Djordjevic við Norð
lýsið og leggur afturat.
Hetta tekur sjálvandi
tíð, men hetta er ómeta
liga spennandi, tí vit
hava nógvar góðar og
spennandi
leikarar
millum teir ungu, og so
hava vit eisini nakrar
royndar mans, sum hava
ein sera týðandi leiklut
á hesum liðnum.
Nýggi KÍ-venjarin
staðfestir, at takið nú er
at byggja upp nýtt lið í
Klaksvík
Føroyska svimjilands-
liðið hevur seinastu
dagarnar luttikið
í stuttbana-EM í
Rijeka, Kroatia. Einki
heiðursmerki spurdist
burturúr, men tó
megnaðu allir svimj-
ararnir at betra seg
í onkrari grein. Ikki
óvæntað gjørdist Pál
Joensen stóra hetjan
SVIMJING
Pætur Albinus
patur@sosilalurin.fo
Hetta stuttbanaEM varð
svomið í 25 metrar longum
hyli, og kundi hetta tískil
síggjast sum ein fyrimunur
hjá føroysku svimjarunum,
av tí at teir dagliga svimja í
einum slíkum hyli – í Før
oyum er nevniliga eingin
50 metrar langur hylur.
Heimsins skjótasti
juniorur
Eingin loyna er í tí, at trí
faldi
juniorevropameist
arin,
Pál
Joensen,
er
sterkasta kort í hondini hjá
svimjilandsliði okkara. Og
tað var eisini honum størstu
vónirnar vóru settar, við tað
at hann er sera stinnur
400m frí og 1500m frí.
Heiðursmerkið
var
ikki
langt úr eygsjón, tá ið Pál
hevði svomið seg í finaluna
í 1500m frí. Pál var væl
yngsti maður í hylinum, og
hóast hann hevði 7. bestu
tilmeldingartíðina, so eydn
aðist tað honum at svimja
seg á eitt 5. pláss. Hetta
gjørdi hann við svimja
tíðina 14:39.99, sum er
einki minni enn heimsins
besta tíð hjá juniorum á
hesum teini.
Danski kappingarneytin,
Mads Glæsner, sum er ein
stór medaljuvón hjá dønum,
gjørdist nummar 4, og var
bara 29/100 av einum se
kundi frammanfyri Pál, sum
harvið bara var sentimetrar
frá at gerast nummar 4.
Øll betraðu seg
Á føroyska landsliðnum var
tað bara Pál Joensen, sum
var við heilt frammi. Hetta
merkti tó ikki, at úrslitini
ikki vóru góð hjá hinum
føroysku svimjarunum –
tey vóru nevniliga so góð,
at allir betraðu um sínar
tíðir í onkrari grein.
Føroyska Elspa Mørkøre,
sum nú svimur fyri danska
svimjilandsliðið, var bara eitt
hálvt sekund frá at vinna
bronsuheiðursmerki, tá ið
hon saman við trimum donsk
um gentum gjørdist nummar
4 í 4x50 meter medley.
Á svimjiportalinum svimj
ing.com er føroyska svimji
legan væl nøgd við úrslitið.
Svimjararnir hjá okkum
hava nú ikki meira á skránni
her í Rijeka, og niðurstøðan
er at tað gekk bara avbera
væl. Seks nýggj føroysk
met, harav Pál setti fimm í
trimum
kappingum,
og
Shaila tók sítt frá Elspu.
Fýra donsk juniormet til
Pál, og eina bestu juniortíð
í heiminum nakrantíð. Har
vóru nakrir svipsarir, men
flott at øll kláraðu at betra
seg í onkrum, stendur at
lesa á svimjing.com
Allir svimjararnir betraðu seg
Føroysku metini:
Shaila millum Garðarnar: 26.49 í 50 frí føroyskt met
Pál Joensen: 51.82 í 100 frí føroyskt met
Pál Joensen: 1:46.61 í 200 frí føroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 3:42.57 í 400 frí føroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 7:48.56 í 800 frí føroyskt met og danskt juniormet
Pál Joensen: 14:39.99 í 1500 frí føroyskt met, danskt juniormet, besta juniortíð í heiminum nakrantíð
Shaila millum Garðarnar setti nýtt føroyskt met á 50 metra frí
Ein dystur verður í
Sunset-kappingini í kvøld,
tá Kyndil tekur móti
Stjørnuni
HoNdbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á pappírinum er talan um
avgreiðsluspurning hjá Stjørnuni,
sum í kvøld hevur møguleikan at
leggja seg fram um VB í odda
stríðnum í bestu kvinnudeildini.
Kyndil eigur enn fyrsta stigið í
ár til góðar, og tað er lítið sannlíkt,
at hetta fer at koma til høldar í
kvøld.
Hinvegin hevur júst Kyndil
onkra tíð fyrr tikið Stjørnuna á
bóli, so gestirnir hava áður fingið
lærupeningin um, at tað sjáldan
loysir seg at undirmeta mót
støðuna.
Dysturin á Hálsi í kvøld byrjar
klokkan 19.30.
Stjørnan til Havnar