mikudagur 17. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 243 - 17. desember 2008
Fríggjadagin 23.
januar 2009 hittast
leiðarar úr tí
almenna og privata
til tiltakið »Ársins
Leiðaradagur 2009«
við undirheitinum
»Heimurin í kreppu.«
Fyriskipararnir
løgdu í dag skránna
til leiðaradagin fram,
har miðað verður
eftir at finna amboð
til at styrkjast av eini
kreppu
tiltak
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fýra ferðir áður hava leiðar
ar í Føroyum hitst til til
takið, har millum annað
ársins leiðari verður valdur.
Munurin millum hetta til
takið og tey undanfarnu, er,
at í dag eru niðurgangstíðir.
Burtur úr hesum vilja fyri
reikararnir, Ása og Annika
Andreasen, skapa ein dag,
har leiðarar í Føroyum kun
nu vinna sær betri fyritreytir
í eini kreppu, enn mann
hevði fingið, um mann onki
gjørdi.
Kreppa er nakað, ið upp
tekur øll, og tað vísir seg, at
fólk eru glað fyri, at onkur
roynir at gera okkurt við
tað, greiðir Annika Andrea
sen
frá.
Systurin,
Ása
Andreasen, leggur afturat,
at tað kanska er rímiliga
ógvusligt at kalla tiltakið
»Heimurin í kreppu,« men
at tær meta at fyri at loysa
ein trupulleika, má mann
kenna hann.
Á skránna hava tær fingið
fleiri nøvn, sum tær meta
vera kompetent at finna
loysnir til ymiskar trupul
leikar.
Høvuðsrøðarar
Ein av høvuðsrøðarunum
er Stine Bosse, ið er
administrerandi stjóri fyri
Tryg og konsernsjefur í
TrygVesta. Hon skal, sam
bært fyrireikarunum, greiða
frá, hvussu mann megnar at
selja trygd til fólk í kreppu
tíðum. Hon hevur altíð
starvast í tryggingarfelag
num Tryg, og hevur arbeitt
seg upp á toppin í fyri
tøkuni.
Mann sigur populert, at
ein leiðari ikki nýtist at ken
na produktið, fyri at kunna
leiða eina fyritøku, men
Stine Bosse kennir, í hvussu
so er, sína fyritøku, sigur
Ása Andreasen.
Hin høvuðsrøðarin verður
Leif Chr. Mikkelsen, ið er
stjóri í Team Copenhagen,
sum arbeiðir fyri at gera
Keypmannahavn til besta
ítróttarbý í Norðurlondum.
Hann hevur verið lands
liðsvenjari hjá Danmark í
hondbólti, og ofta hoyrir
mann um, hvussu fólk inn
an ítróttina nýta sína vunnu
vitan í vinnulívinum, men
hann snakkar um, at mann
kann nýta tað umvent eisini,
greiðir Annika Andreasen
frá.
Aðrir fyrilestrar verða
eisini, har fólk úr føroyskari
vinnu og onnur, fara at hava
workshoppir, har tey greiða
frá ymiskum loysnum til
trupulleikar.
Ársins virki
Í mun til undanfarin ár,
verður ársins virki, Articon,
eisini umboðað á degnum,
har tey greiða frá teirra virk
semi, og hvussu mann gerst
ársins virki.
Harumframt
verður
Jógvan Fríðrikson, bispur,
eisini umboðaður, har hann
fer at greiða frá, hvussu
vanarnir hjá fólki eru í eini
kreppu.
Spjatt um býin
Hóast fyrsti parturin av til
takinum verður á Hotel
Føroyum, verður ein hugna
ligur partur eisini gjørdur.
Ætlanin er nevniliga at hava
ein part í Miðlahúsinum,
har veitsla verður.
Umframt fyrilestrarnar,
er ein stórur fyrimunur við
tiltakinum, at mann kann
betra um netverkini hjá sær.
Tað, og at Synergi nú verður
fimm ár, er orsøkin til at vit
hava valt eina veitslu,
greiða systrarnar, Ása og
Annika Andreasen, frá.
Jólakonsert á Eiði
Leygarkvøldið 20. desember kl. 20.00 verður
kirkjukonsert við Lindu Andrews í Eiðis kirkju. Við
klaverið verður Gunnar Guttesen. Linda Andrews fer at
framføra nýggjar og gamlar jólasangir, bæði á føroyskum
og enskum. Millum annað "Breath of Heaven" frá
hennara egnu fløgu, og "I´m dreaming of a White
Christmas", "God rest ye Marrys Gentlemen", "Who
could imagine a King" og aðrar jólasangir. Konsertin er
stuðla av Eiðis prestagjaldið og er ókeypis.
Leiðarar hittast
Systrarnar, Annika og
Ása Andreasen, við
virkinum Synergi standa
aftanfyri tiltakið, »Ársins
Leiðaradagur 2009«
Mynd: Jens Kristian Vang
Ársins
leiðari
Vanligt er eisini at velja
ársins leiðara, og tað
verður eisini hesaferð.
Fyrr eru Magni Arge,
Marner Jacobsen, Andras
Róin og Christian Nagata
valdir til ársins leiðarar.
Serligt er, at ársins leiðari
frá árinum framman
undan setur tiltakið, so
Christian Nagata setur til
takið.
Øll kunnu innstilla
fólk til ársins leiðara,
men tað er ein dóms
nevnd, sum útfrá nøkrum
kriterium velur ársins
leiðara.
Hesaferð eru Marita
Rasmussen,
stjóri
í
Vinnuhúsinum, Mary í
Garði, stjóri í Nærverki
num og Reidar Nónfjall,
rektari á Handilsskúla
num.
Fyrr er ongin almenn
ur leiðari valdur til ársins
leiðara, og tí hava vit
hesaferð valt at skipa
fyri tveimum tilnevning
um. Eina til ein almennan
leiðara og eina til ein
privatan, greiða Ása og
Annika Andreasen frá.
eij