Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 243 - 17. desember 2008 Køkubøkur í jólagávu Í viku 50 lógu bøkurnar »Søtt og leskiligt« og » Oddvørsa køku- og dessertdreymar« eru føroysku bøkurnar, ið hava selt best í handlinum Rit og Rák, so líkt er til, at nógvar mammur, døtrar, ommur og ikki minst pápar, sjeikar og beiggjar fáa eina køkubók í Jólagávu. Hinar føroysku bøkurnar, ið liggja rímiliga væl fyri á listanum eru, »Meg minnist – og ørminnist« hjá Heina Olsen og »Hin heimurin« hjá Petur Jacob Sigvardsen. Ofta hevur árliga krimibókin hjá Jógvani Isaksen ligið ovast, men soleiðis er ikki hesaferð, tí bókin Metusalem liggur á einum fimtaplássið í viku 50. Av barnabókunum er »Klintrimús og hini djórini í Vallbakkaskógini« hjá Thorbjørn Egner ovast, meðan fremsta danska bókin er, »En plads i solen« hjá Lizu Marklund. Fýra ungar gentur geva í dag út fyrstu føroysku hugskots­ bókina til hugnaliga samveru hjá børnum og foreldrum Ungt virki Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tørvar tær hugskot til okk- urt kreativt, sum barna- familjan kann gera saman, er uttan iva okkurt at finna í nýggju bókini Hugnaløtan - til hugna og samanhald. Bókin er á tremur við bæði kendum og nýggjum hug- skotum til alt frá baking til ymisk uttanduraspøl Hava roynt hugskotini Tað eru tær fýra Ása Póls- dóttir, Bjørk Berg Mikkel- sen, Halltóra Poulsen og Kristina Hansen á Handils- skúlanum í Havn, sum hava gjørt bókina í sambandi við verkætlanina Ungt virki. Arbeiðið byrjaði í september við, at tær stovnaðu virkið Í/F. Kria, og fyrsta vøran hjá fyrtøkuni er so hendan forkunnuga hugskotsbókin. Flestu av hugskotunum í bókini eiga tær sjálvar, men onkur hava tær fingið eftir at hava fregnast eitt sindur hjá barnafamiljum og øðr- um. Felags fyri øll hugskot- ini er, at børn millum trý og 10 ár kunnu vera við, men eldri børn kunnu saktans vera við eisini. Til dømis eru sera lættar uppskriftir til bæði góðgætis smákøkur og køkuhús eins og góðar vegleiðingar eru til eitt nú oyraringar og goggurammur. Og fólk kunnu vera vís í, at hugskotini rigga. – Vit hava roynt øll hug- skotini heima hjá okkum sjálvum fyri at tryggja, at onki manglar í vegleiðing- unum og at úrslitið verður, sum myndirnar vísa, sigur Bjørk Berg Mikkelsen, sum er framleiðslustjóri í Kria. Hetta hevur eisini verið tann stuttligasti parturin av arbeiðinum við bókini, sum annars hevur verið rættiliga strævið siga tær. Kannað tørvin Hóast nógv ymisk hugskot vóru á borðinum, tá tær byrjaðu, vóru tær ikki í iva, tá onkur nevndi hetta við eini hugskotsbók. Ongin slík bók finst nevniliga á føroyskum, og tí mettu tær fýra, at grundarlag mátti vera fyri eini slíkari útgávu. Fyri at meta um tørvin, gjørdu tær fyrst eina markn- aðarkanning, sum týðiliga vísti, at fólk hava saknað eina slíka bók. – Vit gjørdu 50 spurnar- bløð, sum vit býttu út mill- um fólk ymsastaðni. Tey allarflestu mettu, at stórur tørvur var á eini slíkari bók og søgdu seg vilja keypa hana, sigur Bjørk Berg Mikkelsen. Fleiri nevndu eisini, at gott hevði verið, um ein fløga fylgdi við. Hóast tær fýra hildu hugskotið við fløguni vera fínt, náddu tær ikki fáa eina fløgu lidna til hesa fyrstu útgávuna. Men tað verður kanska seinni, siga tær. Í fyrsta umfari hava tær valt at brúka alla orkuna uppá sjálva bókina, og tað hevur kravt rættiliga nógv. – Um ein slík bók skal gerast veruleiki, mást tú tíma at brúka tíð uppá hana – nógva tíð, sigur sølu og innkeypsstjórin Halltóra Poulsen, og leggur afturat, at tær ofta hava arbeitt til langt út á kvøldarnar. – Og so má man eisini kunna arbeiða saman. Tað ánaðu vit ikki, um vit kundu, tí vit kendust ikki, áðrenn vit byrjaðu uppá hetta. Men samstarvið hev- ur gingið ótrúliga væl, sigur Kristina Hansen, ið er fíggj- arstjóri í Í/F Kria. Bókin er longu at fáa í Rit & Rák og ymsum øðrum handlum kring landið. Í februar fer virkið Í/F Kria frá Handilsskúlanum í Havn at luttaka í kapping í SMS við hinar miðnáms- skúlarnar um at gerast ársins virki 2008. Endurminningar eftir Sámal á Krákusteini Nýggja bókin eftir Sámal á Krákusteini gevur eina fjøltáttaða og persónliga lýsing av lívinum í Havn seinast í nítjundu og fyrst í tjúgundu øld BøkUr Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Samuel F. Samuelsen, vanliga nevndur Sámal á Krákusteini, eftir staðarnavninum har hann búði, skrivaði alt sítt lív. Í bókini Memoirer og autobiografi greiðir Samuel sjálvur frá, meðan Heri Kragesteen hevur lagt tilfarið til rættis. Ljós verður varpað á tíðina frá 1852 til 1930 við Havnini sum miðdepli og lívinum hjá einum, ið livdi tá sum tæn- astu-, traðar- og útróðramaður. Revolvara fyri pannuna Samuel F. Samuelsen, ella “Krakk”, sum hann sigst verða nevndur, hevur havt eitt umskiftiligt, áhugavert, strævið og fjølbroytt lív í allar mátar. Bókin snýr seg um at liva seinast í nítjundi øld og fyrst í tjúgundu øld í Havn. Hvussu verið hevur at velt træðir undir liðini á Debesar-, Andreasen- og øðrum fólkum yviri við Strond. Um at hava upplivað endan av einahandilstíðini, verið við til at kalla inn til gitna jólafundin í 1888 og livað og virkað í tøttum samstarvi við embætismannaveldið danska, og at hava verið við til at barst fyri rættindum hjá havnafólkum. Og sum tað ikki er nóg mikið, sum politist at kenna seg noyddan at seta enskum trolaraskipara revolv- aran fyri pannuna, so at hesin ikki rýmdi av landinum við skipi sínum og ólógligu veiðuni. Í bókini nevnir Samuel aðar hendingar í síni egnu embætistíð sum politistur, millum annað Janu Ellefsen málið, um kongavitjanina tá Lutzen yvirlærari small um, um katólsku kirkjuna og samkomuviðurskifti annars í Før- oyum og ikki at gloyma livikor hjá fólki meðan 1. veraldar- bardagi leikaði á. Vit møta eisini gomlu havnafamiljum sum Lindenskov, Breckman, Jacobsen, Debes og onnur. Hann skrivar um Daniel kuning og forkunnugu søguna um meistartjóðin ið, á veg til Danmarkar at sita í fongsli, varð smuglaður í land í Leith av enskum lordi og endaði sum stjóri á tokstøð í London. Pennurin í hesari bókini er hansara egni, og tað, ið er lagt aftrat, eru myndir, onkrar viðmerkingar og so ættar- talvu yvir familjuna Kragesteen, ið er við sum skjal. Tað er Mentunnargrunnur Studentafelagsins, sum gevur bókina út. Sámal á Krákusteini hevur sjálvur skrivað um hendingarnar í »Memoirer og autobiografi«, meðan Heri Kragesteen hevur lagt bókina til rættis Tær tríggjar Halltóra Poulsen, Bjørg Berg Mikkelsen og Kristina Hansen ivast ikki í, at tørvur er á eini hugskotsbók til ymiskt, sum børn og foreldur kunn gera saman Hugnalig hugskot til barnafamiljur