mikudagur 17. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 243 - 17. desember 2008
Børnini sum byrja
í fyrsta flokki
í Tórshavnar
Kommunu fáa nú ein
einastandandi møgu
leika. Kommunu
skúlin fer, í samstarv
við Musikkskúlan,
komandi ár at húsa
einum serligum tón
leikaflokki, har tón
leikur verður integrer
aður í undirvísingina
Undirvísing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Komandi august mánað byr
ja nøkur børn, ætlandi 24, í
einum serflokki í Tórshavn
ar Kommunuskúla. Nú verð
ur nevnliga farið undir eina
royndarverkætlan við ein
um serflokki, har tónleikurin
verður ein integreraður part
ur av undirvísingini frá
fyrsta degi av.
Ætlanin er at næmingarnir
fáa vanliga undirvísing,
eins og hini børnini, men at
tónleikurin so eisini verður
integreraður í tímatalvuna
hjá næmingunum.
Hetta kemur so eisini at
merkja at dagarnir verða
onkran skúlatíma longri,
enn vanligt.
Í góð trý ár hava fyrireik
ingarnar verið í gongd til
hesa verkætlanina, og eru
tað Hanus Joensen, skúla
stjóri í Tórshavnar Kommu
nuskúla, saman við Sunleifi
Rasmussen og Ólavi Hátún,
ið hava staðið fyri fyrireik
ingunum. Undirvísast skal í
violin, cello, guitar og tvør
floytu.
Komandi summar byrjar
hesin serflokkurin, men
longu í januar mánaði verða
upptøkuroyndir
til
ser
flokkin í gongd.
Tað verður ein lítil test
av børnumum, ið verða til
meldaði.
Millum
annað
verður tað ein lítil motorisk
test, har vit kanna um tey
hava
motorikkin
til
at
spæla. Eisini veðrur ein lítil
rútmutestur gjørdur, har vit
kanna rútmukensluna hjá
børnunum, greiðir Sunleif
Rasmussen frá.
Pláss verður fyri 24 børn
um í serflokkinum, og
verða tað fleiri enn 24, sum
melda til, verður neyðugt at
velja burturúr.
Íblástur úr Finnlandi
Fyri trimum árum síðan
byrjaði tosið um at hava ein
slíkan flokk. Fyrireikararnir
hava verið í støðugum dia
logi við Mentamálaráðið,
og siga teir at andin alla tíð
ina hevur verið góður, og at
øll landsstýrisfólkini, ið
hava verið í Mentamálaráð
num seinastu trý árini, hava
verið sera jalig um hetta
hugskotið.
Síðan varð arbeitt víðari
við hugskotinum og hava
teir verið í Finnlandi og
hugt at einum skúla í Hel
sinki, East Helsinki Music
Institute, sum er uppbygdur
eftir »Kodály metoduni«, ið
er ein serlig tilgongd til tón
leikaundirvísing eftir hug
skotunum
hjá
Zoltán
Kodály, ið var ein ungarskur
komponistur, tónleika og
málfrøðingur,
undirvísari
og heimsspekingur.
Góða ávirkan á hina
undirvísingina
Fyrireikararnir tykjast vera
rættiliga íblástir av vitjanini
í Finnlandi.
Vit hava verið í Finn
landi, har vit hava sæð og
hoyrt úrslitini av hesum
arbeiðinum, og má sigast at
úrslitini eru framúrskarandi.
Tað at tónleikaparturin er
ein integreraður partur av
undirvísingini speglar av á
restina av undirvísingini. Í
tónleikaundirvísingini læra
tey millum annað konsentre
ra seg, at spæla saman og
samstarva. Við hesum læra
tey at tey mugu lyfta í felag,
skal tað ganga teimum gott,
sigur Hanus Joensen, skúla
stjóri í Kommunuskúla
num.
Tá teir vitjaðu skúlan í
Finnlandi, tosaðu teir eisini
við leiðsluna á skúlanum
har, og fingu teir at vita at
skúlin ongantíð hevði havt
tørv á serundirvísing ella
hjálp frá sálarfrøðingi. Teir
sóu eisni at spælið í frí
korterunum var heilt ørðvísi
og innihelt samstarv, rútmur
og dans.
Leggja dent á dygd
og føroyskt tilfar
Tey, ið koma at undirvísa
børnunum í tónleiki, hava
øll
tónleikaútbúgving
á
hægsta stigi, og verða tað
fýra lærarar, ið koma at
taka sær av hesum flokki
num. Sostatt verður tað
dygdargóð undirvísing tey
fáa.
Nakað annað, ið eisini er
ein partur av innlæringini,
er at tilfarið, tey arbeiða
við, í stóran mun skal vera
føroyskt og nakað, tey skulu
kenna aftur.
Tað verður í stóran mun
barnaløg, ið tey kenna aftur.
Tað er ein stórur partur av
námsfrøðini
í
undir
vísingini,
vísir
Sunleif
Rasmussen á.
Tað verður eisini ein fjøl
broytt tónleikalæra, nýggju
næmingarnir fáa. Frá fyrsta
degi byrja tey at læra at
spæla á allar streingirnar.
Eisini fáa tey undirvísing í
samanspæli, sum einstak
lingar
og
í
ljóðlæru,
umframt annað.
Øll tónleikaaspektini
verða við frá byrjan, stað
festir Sunleif Rasmussen.
Bara ein flokkur
Fyrireikararnir hava fingið
játtan til verkætlanina og
fara sum sagt til verka í
summar. Men av tí at tað er
ein royndarætlan, verður
tað fyribils bara tann eini
flokkurin, ið verður upp
tikin, og gongur verkætlanin
yvir trý ár. Eisini kemur tón
leikaparturin at kosta nakað
fyri foreldrini, nevnliga 400
krónur um mánaðin í 10
mánaðir um árið.
Vónirnar eru at fáa stað
fest góðu ávirkanin, hetta
hevur á skúla, næmingar og
skipanina sum heild. Hvat
so hendir eftir hesi trý árini,
mugu vit so fáa at síggja,
men vónandi verður undir
tøka og peningur til at halda
fram, sigur Hanus Joensen.
Tilmeldingin
til
ser
flokkin
byrjar
longu
í
januar, og vóna fyrireikarar
nir at undirtøkan verður
góð.
Tað ræður um at leggja
teimum ungu gott í beinið,
verður ofta tikið til. Komandi
summar fáa 24 næmingar
í Tórshavnar Kommunu
møguleika fyri at koma í ein
serflokk, har tónleikur verður
ein integreraður partur av
undirvísingini
Leggja børnunum
tónleik í beinið
Hanus Joensen, skúlastjóri í
Tórshavnar Kommunuskúla,
og Sunleif Rasmussen eru
tveir av stigtakarunum til
serflokkin. Afturat teimum
báðum er Ólavur Hátún
Rodmundur Nielsen á Ting
Hetta er aðru ferð, at Rodmundur Nielsen, fyrrverandi borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, hevur sæti á tingi. Rodmundur Nielsen tók týsdagin 9. desember sæti á tingi
fyri Óla Breckmann úr Fólkaflokkinum. Hetta er aðru ferð, at Rodmundur hevur sæti á
tingi, men fyrru ferðina var hann bert við til onkran einstakan tingfund. Hesaferð verður
steðgurin nakað longri, og Rodmundur væntar sjálvur, at hann kemur at sita nakað inn í
nýggja árið. Rodmundur sigur, at hann kennur seg væl á tingi. Tað er hugaligt at vera
aftur, tó at umstøðurnar í samfelagnum eru nógv broyttar seinasta árið. Eg var í
kommunalpolitikki í átta ár, men arbeiði í kommununi kann ikki so væl samanberast við
tingarbeiði. Vit hava ein lutfalsliga stóran tingbólk, og vit býta uppgávurnar ímillum
okkum, sigur Rodmundur Nielsen.