mikudagur 17. desember 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 243 - 17. desember 2008
Fiskivinnan dálkar mest
Tann fyrsta frágreiðingin um orkunýtslu í Grønlandi slær
fast, at fiskivinnan er tann fíggjarligi hornasteinurin undir
samfelagnum, og at tí ikki er so løgið, at tað eisini er
fiskivinnan, sum stendur fyri tí mesta CO2-útlátinum.
Lene Baunbek, sum hevur skrivað frágreiðingina, sigur
við KNR, at niðurstøðan vísir, at samband er ímillum
búskaparligan vøkstur og stóra orkunýtslu. Hon vísir á, at
fiskivinnan stendur í vøkstri, og at tað krevur meiri orku,
sum aftur elvir til størri útlát av CO2.
Ikki tryggjað ímóti
jarðskjálvta
Hóast jarðskjálvtin í Suðuravøríki gjáramorgunin ikki gjørdi
nakran stórvegis skaða í Danmark, fingu fleiri hús og bygningar
smærri skaðar. Men tey, sum meiga hesi húsini, fáa ikki endur-
gjald frá tryggingini, tí í Danmark umfatar hvørki tryggingin av
húsum ella innbúgvi skaða, sum stendst av jarðskjálvta. Tals-
kvinnan hjá Forsikringsoplysningen sigur við fjølmiðlarnar, at
tað stendur týðiliga í tryggingarskjølunum, at tryggingin umfatar
ikki jarðskjálvta ella aðrar náttúruvanlukkur.
- Hjá einum íverk-
setara eru førleikar
avgerandi, sum ikki
eru so neyðugir í
einum vanligum
starvi, sigur Rani
Nolsøe, stjóri í Íverk-
setarahúsinum, sum
heldur, at tað er nú, ið
arbeiðsloysi aftur er
farið at gera um seg,
at stórir møguleikar
liggja í nýhugsan og
íverksetan
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Íverksetarahúsið hevur í
seinastuni ferðast runt í Før-
oyum við einum kunning-
arátaki, har greitt hevur
verið frá, hvussu Íverk-
setarahúsið kann hjálpa og
stuðla íverksetum og íverk-
setarafyritøkum.
Í eini røð av seks tiltøkum
varð seinasti fundurin hildin
í nýggja Eik Banka í
Klaksvík
um
dagarnar.
Áhugin fyri tiltakinum var
stórur, og fundarhølini vóru
stúgvandi full av fólki.
Boðskapurin á fundinum
í Klaksvík var greiður: At
vilja og tora at seta í verk
hevur stóran týdning í
truplum tíðum, og alt talar
fyri, at krepputíðir lata upp
fyri møguleikum, sum ikki
lata seg gera, tá alt gongur
við fullari ferð.
Stjóri í Íverksetarahúsi-
num er Rani Nolsøe, og
hann heldur, at tað er nú, at
alneyðugt er at skapa tær
fyritreytir, sum kunnu seta
ferð á nýhugsan og ígongd-
setan millum føroyingar.
Tiltakið í Klaksvík byrj-
aði við eini frásøgn um
nýggju
hølini
hjá
Eik
Banka, og síðan greiddi
Annika Steintórsdóttir frá
um Íverksetarahúsið.
Hugburður avgerandi
Kitty May Ellefsen er for-
kvinna í nevndini aftanfyri
Íverksetarahúsið, og hon
legði í sínum innleggi dent
á, at hóast góðir fíggingar-
møguleikar hava ein heilt
sentralan
týdning
fyri
ígongdsetan,
so
hevur
spurningurin um hugburðin
til íverksetan í roynd og
veru enn størri týdning.
- Skulu Føroyar menna
seg sum ein íverksetaratjóð,
har hetta sæst aftur í talinum
á nýggjum fyritøkum, sum
verða settar á stovn og í
talinum á fyritøkum, sum
menna seg til beinleiðis
vakstrarfyritøkur,
skulu
ígongdsetarar hava lætta
atgongd til kompetenta ráð-
geving, kapital og netverk.
Kitty May Ellefsen vísti
á, at um hesi amboð kunnu
aktiverast í einum yvirhøvur
positivum hugburði til tað
at byrja nakað nýtt, so eru
týdningarmestu fyritreytir-
nar til steðar.
Gevur møguleikar
Stjórin í Íverksetarahúsi-
num, Rani Nolsøe, segði, at
tá arbeiðsloysi er veksandi,
kann íverksetan gerast ein
áhugaverdur møguleiki.
Hann segði, at íverksetan
á nógvan hátt snýr seg um
ein nýggjan hugsunarhátt,
har tað ræður um at læra
nýggjar “disiplinir”, sum
hann tók til.
- Tað ræður um at fata
heildina rundan um eina
fyritøku ella eina verkætlan,
at læra seg at skapa fram-
drift, at duga og tora at
halda fast í og brúka ta
“passión”, sum vit í meiri
og minni mun hava - og at
duga at síggja, hvar førleik-
arnir ikki røkka og tískil,
hvørji netverk uttan fyri
okkum sjálvi eru neyðug at
knýta aftrat fyritøkuni.
Rani vísti á, at hetta eru
førleikar, sum ikki eru
avgerandi í einum vanligum
starvi, men hjá einum
sjálvstøðugum íverksetara
eru teir avgerandi.
Við effektivum og ein-
føldum illustratiónum vísti
stjórin í Íverksetarahúsinum
á, hvussu ein íverkseti kann
fáa eitt slag av eini kumpass,
sum skapar eitt yvirlit yvir
allar neyðugar funktiónir,
sum aftur gera tað møguligt
at
eyðmerkja
júst
tær
uppgávur, sum hava størsta
týdningin at loysa júst nú.
- Á henda hátt skapast
framdrift, og fyritøkan flytir
seg alla tíðina rætta vegin,
segði hann.
Ymiskar “fasur”
Stjórin vísti eisini á, hvørjar
fasur so at siga allar fyritøkur
fara ígjøgnum - frá byrjan til
vøkstur, til búning og til tær
stóru broytingar, sum altíð
koma fyrr ella seinni.
- Fyri hvørja fasu eru
ymiskar avbjóðingar gald-
andi, og tað er ein avgerandi
fyrimunur at vera tilvitað
um, í hvørji fasu ein er, hvat
bíðar fyri framman og
hvørjar serligar uppgávur
eru at loysa.
Rani Nolsøe segði, at tað
er hetta, sum ger tað møgu-
ligt at síggja, hvat neyðugt
er at gera til røttu tíðina.
Síðani
kunningarátakið
hjá Íverksetarahúsinum fór
av bakkastokki í Suðuroy
og síðan hevur verið endur-
tikið á Sandi, Vágum, Runa-
vík, Tórshavn og í Klaksvík,
eru higartil tíggju nýggjar
verkætlanir komnar fram,
sum Íverksetarahúsið nú fer
at ráðgeva í.
Mugu duga og tora
Seinasta kunningarátakið hjá Íverksetahúsinum á hesum sinni
var í nýggja Eik Banka í Klaksvík
Mynd: Dávur Winther
- At vilja og at tora at seta í verk hevur stóran týdning í truplum tíðum, og alt talar fyri, at krepputíðir lata upp fyri møguleikum, sum ikki lata seg gera, tá alt
gongur við fullari ferð, sigur Rani Nolsøe, stjóri í Íverksetarahúsinum
Mynd: Dávur Winther