mikudagur 17. desember 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 243 - 17. desember 2008
Nú nógv fólk seinastu
tíðina eru søgd úr
starvi, tí tað sansar
at fíggjarliga, er
umráðandi ikki at
missa vónina. Ein
teirra, sum heldur, at
slíkar tíðir saktans
kunnu føra til okkurt
positivt, er Regin W.
Dalsgaard. – Tað,
at fólk gerast leys á
arbeiðsmarknaðinum,
kann geva ein hóp av
nýggjum møguleik
um, sigur hann
Íverksetan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Regin W. Dalsgaard hevur
fingist nógv við íverksetan,
og hann hevur eisini hildið
fyrilestrar
um
nýggjar
møguleikar, ið kunnu spyrj
ast burtur úr, tá fólk gerast
arbeiðsleys.
Hann sigur, at tað ofta er
trupult hjá fólki, sum kundu
hugsað sær at roynt okkurt
nýtt, at fáa fígging til
verkætlanir í eini kreppu.
Men tað, at fólk vera
søgd úr starvi, gevur ein
hóp av nýggjum møguleik
um. Tí er umráðandi, sjálvt
um tú missir arbeiði, ikki at
missa vónina, men heldur
hyggja at nýggjum møgu
leikum, sum henda støða
letur upp fyri.
Stór vitan
Regin vísir á, at nógv fólk,
sum noyðast úr sínum
starvi, liggja inni við einari
rúgvu av vitan.
Hetta kunnu eitt nú vera
bankafólk, ið hava eina vit
an, sum bankin hevur goldið
fyri, meðan tey vóru í starvi.
Hesi fólk kunnu bjóða hesa
vitan fram, eitt nú sum
óheftir ráðgevar hjá privat
persónum ella vinnulívi.
Regin sigur, at nógv
húsarhald hava brúk fyri
ráðgeving í truplum tíð
um um bestu lán og rentur,
og hevur tú aðrar førleikar,
kanska
innan
grafiskt
arbeiði ella blaðarbeiði,
kann tín førleiki eisini
koma tær sjálvum og øðrum
til góðar.
Hesi fólk, sum fyrrver
andi arbeiðsgevarin noydd
ist at loysa úr starvi, tí um
støðurnar broyttust, kunnu
veita tænastur og geva sítt
íkast ymsastaðni, áðrenn
tey fara í annað starv aftur.
Tímalønt tænasta
Tá viðurskifti broytast, og
stovnar og fyritøkur byrja
at siga fólki upp, verður tað
ofta til eina dominoeffekt,
har nógir arbeiðsgevarar
gera tað sama – ella ikki
seta onnur í starv.
Hvørjar møguleikar held
ur Regin, at hesi fólk hava
at fáa fótin fyri seg aftur?
Tað eru fyritøkur, sum
ræðast at seta fólk í fast
starv í krepputíðum, men
møguleikar eru, sum eg
nevndi í at veita ymiskar
tænastur og ráðgeving, kan
ska fyri tímaløn. Tú kanst
bjóða teg fram sum privat
persónur ella sum firma.
Tú hevur uppbygt tær ein
førleika, sum tú kanst bjóða
øðrum. Fyritøkan, sum tú
kanst vera við til at menna
ella geva títt íkast, nýtist
ikki at gjalda tær fasta løn.
Hetta gevur báðum pørtum
stórar møguleikar, heldur
hann.
Regin vísir á, at tað, sum
hann sjálvur gjørdi, tá hann
byrjaði við sínum virksemi,
var at byggja sær eitt virki
upp, har hann samstundis
royndi at samla sær kapital,
so
hann
kundi
røkka
longur.
Leiðin er at vera posi
tivur, realistiskur og krea
tivur. Tú kanst altíð bjóða
teg fram, tí tú fært ikki
meira enn eitt nei. Tak ikki
eitt nei fyri eitt nei, men
blív við at bjóða teg fram –
og brenn ikki brýr.
Eru eisini møguleikar at
bjóða seg fram mótvegis
útheiminum?
Tað, sum eg fáist mest
við, gongur serliga fyri seg
á alnótini. Hetta er ein
framkomin smsskipan, ein
skipan um at fríttleggja
myndir og 3D myndir. Jú,
her eru nógvir møguleikar.
At halda seg til
Vit spurdu eisini Regin,
hvørji atlit ein íverksetari
skal hava, og hvørji viður
skifti tú sum íverksetari
serliga eigur at hava í huga,
tá farið verður í gongd?
Í fyrsta lagi kanst tú
spyrja fólk um ráðgeving –
fólk, sum eru í bransjuni og
sum eru sjálvstøðug. Fólk
eru hjálpsom, og eg haldi
eisini, at tú skalt duga at
taka pening fyri tað, tú gert.
Hann sigur, at tá tú sum
íverksetari
kemur
við
hugskotum, fært tú ofta at
vita, at onkur annar longu
hevur uppfunnið tað, tú
gongur og hugsar um.
Men tær nýtist ikki at
føla teg hóttan, um onkur
ger okkurt, sum líkist tín
um. Eg byrjaði við tænast
uni at tosa ókeypis á alnót
ini í 1998, og fyri nøkrum
árum síðan varð Skype selt
fyri 25 miljardir krónur. So,
tú skalt bara halda teg
framat.
Praktisk viðurskifti
Um onnur meira praktisk
viðurskifti, sigur Regin, at
neyðugt er at halda skil á
pappírum, bókhaldi og at
halda skil á inntøkum og
útreiðslum.
Mong dømi eru um, at
fólk, sum eru søgd úr starvi,
tí arbeiðsgevarin ikki hevði
ráð at rinda teimum løn
meira, eru komin langt.
Sum eitt dømi um áhuga
verda íverksetan, er Miðla
húsið í Vágsbotni.
Her hava vit eitt blað,
sum í sínari tíð var knýtt at
einum politiskum flokki,
og sum nú eisini eigur eina
vælvirkandi
útvarpsstøð
undir sama taki, sigur Regin
W. Dalsgaard.
Kreppa gevur nýggjar møguleikar
SAS krevur lønarlækking
Fíggjarliga er skandinaviska flogfelagið SAS í trongum skóm, og leiðslan hevur gjørt greitt, at
annaðhvørt má felagið repa seglini, ella verður tað lagt saman við einum størri flogfrelag.
Leiðslan vil heldur royna ta fyrru oysnina, og sum ein part av henni vil hon nú hava
starvsfólkini at góðtaka, at tey fáa minni í løn. Taqð er ikki greitt, hvussu nógv lønin skal niður,
ella hvat starvsfólkini siga til kravið. Higartil í ár hevur SAS havt minst tríggjar milliardir
svenskar krónur í halli.
- Mong dømi eru um, at fólk, sum
eru søgd úr starvi, tí arbeiðsgevarin
ikki hevði ráð at rinda teimum løn
meira, eru komin langt, sigur Regin W.
Dalsgaard, sum hevur fingist nógv við
íverksetan
Mynd: Jens Kr. Vang