hósdagur 13. september 2001síða 16
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
31
Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík
Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78
• Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald
• Seta gravsteinar upp v.m.
• Gera tún við flisum ella oljugrúsi
• Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a.
Spyr - tað kostar einki!
Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta
Stongt
Vegna skeiðverksemi er verkstaðið stongt
týsdagin 18/9 og mikudagin 19/9.
Tó hava bilasølan og eykalutagoymslan
opið sum vanligt
Almennir
fyrilestrar
um autismu
Autistafelag Føroya skipar fyri almennum fyri-
lestri um autismu.
Evni: Hvussu hevur man arbeitt í Danmark fyri at
bøta um korini hjá autistiskum menniskjum.
Fyrilestrarrøðari: Jørgen Lindgren, sum er for-
maður í »Landsforeningen for autisme« í Dan-
mark.
Tíð: Fríggjad. 21/9 og leygard. 22/9. Báðar dagar
kl. 19.00.
Stað: Veitsluhøll Landssjúkrahúsins.
Málbólkur: Øll við ábyrgd og áhuga fyri autismu.
Skrá:
Fríggjad. 21/9, kl. 19.00:
1.Um autismu sum heild og menning innan
Autismuumráði tey seinastu árini.
2.Hvørjir møguleikar eru í Danmark fyri at fáa
fíggjarliga hjálp og pedagogiska vegleiðing?
Hvørji tilboð eru fyri smábørn og vaksin við
autismu í Danmark?
Leygard. 22/9, kl. 19.00:
1.Hvat skulu foreldrini gera, tá tey hava fingið
diagnosuna staðfesta?
Fáa foreldrini serliga hjálp og stuðul ta fyrstu
tíðina eftir at diagnosan er sett?
2.Hvørji argument nýtti man í Danmark yvirfyri
myndugleikum fyri at fáa til vega serskúlar og
bústaðir?
Hvussu eru møguleikarnir í Danmark fyri at út-
búgva yrkisfólk til at undirvísa menniskjum við
autismu?
Hvussu sær framtíðin út hjá menniskjum við
autismu í Danmark?
Autistafelag Føroya
Landsfundar-
veitslan
Landsfundarveitsla Javnaðarfloksins verður í
Bygdarhúsinum í Hósvík leygarkvøldið 15.
september 2001 kl. 19.30
Eftir borðhaldið spæla Kim Hansen, Jens Marni
Hansen,Torkil Johannesen og Mikkjal Joensen til
dans.
Tað verður skipað fyri busssambandi heim
aftaná.
Øll javnaðaráhugað eru vælkomin.
Kostnaðurin er kr. 150 fyri hvønn.
Gera so væl at melda til hjá
Gunnvá Mortensen
telefon 25 52 16
Mary Gaard
-
42 43 88
Hans Paula Strøm
-
42 40 44
ella
-
22 19 19
Javnaðarflokkurin
Kunngerð
um
uttangarðsútskiftingarfund
í Sandavági
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, broytt við
løgtingslóg nr. 41 frá 31. mars 1950, § 79, verður
boðað til útskiftingarfund hósdagin 4. okt. 2001 kl.
10 í Vakhúsi.
Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum
Handastihagi, matr. nr. 373c.
Nevndarlimir eru: Rasmus Skorðheim, Selatrað og
Jørleif Kúrberg,Tórshavn.
Matrikulstovan,
N. v.
Øssur Á. Midjord, formaður
Kunngerð
um
uttangarðsútskiftingarfund
í Oyndarfirði
Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, broytt við
løgtingslóg nr. 41 frá 31. mars 1950, § 79, verður
boðað til útskiftingarfund týsdagin 2. okt. 2001 kl.
10 í Fjalsgarði.
Til viðgerðar verður útskifting av høgunum:
Fjallið, matr. nr. 227
Dalhagi, matr. nr. 226
Nevndarlimir eru: Súsanna í Búðini, Velbastaður og
Heri Samuelsen, Miðvágur.
Matrikulstovan,
N. v.
Øssur Á. Midjord, formaður
Søkt verður eftir
tímalærara til
timburdeildina
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum húsasmiður,
og hava minst 2 ára starvsroyndir innan yrki. Um-
søkjarar við hægri útbúgving hava fyrimun.
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Starvið skal setast skjótast tilber og í seinasta lagi 1.
okt. 2001.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi
í seinasta lagi 23. sept. 2001.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
skúlan, tlf. 31 19 57.
Tekniski skúlin í Tórshavn
Marknagilsvegur 75, postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
Tlf. 311957 · Telefaks 316621
E-post: tst@tst.fo
Maskinmeistari
Av tí at ein av okkara maskinmeistarum hevur
sagt seg úr starvi, er eitt starv sum maskinmeist-
ari leyst at søkja, á Fiskiveiðieftirlitinum.
Til starvið krevst maskinútbúgving, heilsuprógv
sambært læknakanning av sjómonnum og
læknaváttan fyri roykkavarar.
Kavaraútbúgving er ein fyrimunur, tó eingin
treyt.
Setanartreytir:
Starvið er tænastumannastarv og lønt í 24.lønar-
flokki sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið
og Tænastumannafelag Landsins (samráðingar-
rættin hevur Maskinmeistarafelagið). Starvsheit-
ið er 2. meistari.Setanarøkið fevnir um Fiskimála-
stýrið og stovnar undir tí. Starvið er fulltíðarstarv,
og fyribils er tænastustaðurin á Fiskiveiðieftirlit-
inum.
Umsóknir:
Umsóknir saman við avriti av prógvum og møgu-
ligum viðmælum,skulu vera Fiskiveiðieftirlitinum
í hendi í seinasta lagi 28. september 2001.
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskiveiðieftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
Vaktar- &
Bjargingartænastan
Hús í Klaksvík
á Vágsheygagøtu 34 til sølu. Áhugaði
kunnu ringja á tlf. 456689
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 323,
Sp/f Skálafjarðar
Málingahandil, 600
Saltangará.
Viðtøkur broyttar:
08.05.2001.
Nýggj hjánøvn: Sp/f SM
Maskinhandilin (Sp/f
Skálafjarðar
Málingahandil) og Sp/f
SM Málingahandilin (Sp/f
Skálafjarðar
Málingahandil)
Skráseting Føroya tann
11. september 2001
Kristin Balle
_____________________
Kunngerð
um framløgu av broytingaruppskoti til
byggisamtykt fyri Leirvíkar kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr.13 frá 21.mai 1954,
seinast broytt 13. mai 1997, verður við hesum
boðað frá, at bygdarráðið á fundi 23. mai 2001
og 3. september 2001 hevur viðtikið at gera
broytingar í Byggisamtyktini og at hesar verða
lagdar fram til almenna eftirskoðan á
Kommunuskrivstovuni frá 13. september 2001
til 4. oktober 2001 báðir dagar íroknaðir.
Uppskotið umfatar at:
Víðka bústarøkið B1 Uppi við Garð
Leggja ein part av økinum millum
Brúsá og Matará til bústaðarøki, nevnt
B4.
Leggja ein part av økinum frá
Mararánni til vegin út á Vik til bú-
staðarøki, nevnt B5.
Viðka økið um Bygdarhúsið, nevnt E5.
Broyta ein part av neystaøkinum úti í
Bug til havnaøki.
Møgulig mótmæli móti uppskotinum og
broytingaruppskot
skulu
skrivliga
vera
bygdarráðnum í hendi í seinasta lagi 13.
desember 2001.
Leirvík tann 11/09-2001
Leirvíkar Kommuna
FO-250 Leirvík
Starv á Toll- og Skattstovu Føroya,
Norðoya Øki
Á Toll- og Skattstovu Føroya,Norðoya Øki,er starv leyst til setan skjótast til ber.
Arbeiðsuppgávur
Talan er um fjølbroytt arbeiði, og eru arbeiðsuppgávurnar m. a. hesar:
Avgreiðsla, persónslíkning, eftirlitsarbeiði og fyribilsskráseting, eftirløni, FAS,
journal, postur, stuðulsskipaninar til rentur, ferðing og dupult húsarhald.
Stórur partur av arbeiðinum er skrivlig málsviðgerð við borgaran, og eru lógir,
kunngerðir, avgerðir, reglugerðir v. m. grundarlagið undir øllum arbeiðnum.
Annars umfatar arbeiðið avgreiðslu um disk og telefon.Til arbeiðsuppgávuna
krevst luttøka á fundum, fora, skeiðum v. m., sum stovnurin skipar fyri.
Um so er, at nýggjar uppgávur verða álagdar økinum, skal viðkomandi vera
villigur at taka sær av teimum.
Førleikakrøv
Tann,sum settur verður,skal hava skrivstovuútbúgving e.l.og roknskaparligan
kunnleika, vera arbeiðssamur, fyrikomandi og duga væl at leggja arbeiðið til
rættis. Stórur dentur verður lagdur á, at viðkomandi arbeiðir sjálvstøðugt, er
vanur við telduarbeiði - kunnleiki til EDV er ein treyt - og skal vera førur fyri at
mynda avgerðir í dagliga arbeiðnum.
Harafturat skal viðkomandi vera fúsur at luttaka á skeiðum og útbúgvingum,
ið Toll- og Skattstova Føroya fyriskipar.
Vit kunna bjóða:
• eitt spennandi starv við við nógvum avbjóðingum, sum samstundis eisini er
fakliga krevjandi
• klokkuskipan við flextíð
• eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi
Løn og setanarviðurskifti:
Løn- og setanarviðurskiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving,
eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Núverandi starvsøki er Toll- og Skattstova Føroya, Norðoya Øki, men fevnir
setanarøkið eisini um aðalstýrini, løgmansskrivstovuna og deildir teirra, og
tann, ið settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum, um tað
verður kravt.
Nærri frágreiðing um starvið fæst við at venda sær til Toll- og Skattstovu
Føroya, Norðoya Øki, Karl Vilhelm Thomsen, økisstjóra, á tlf. 456877.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum og viðmælum um viðkomandi
starvsroyndir skal vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 24.
september 2001.
Toll- og Skattstova Føroya
Norðoya Øki
Postmoga 16
FO-700 Klaksvík
Toll- og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjarmálastýrinum, hvørs uppgáva er at fyrisita toll-,
mvg-, Kolvetnisskatta- og avgjaldslógirnar, inntøkuskattalógina v. m. Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er skipaður soleiðis, at planlegging og menning fer fram í Stýrinum á Argjum. Tær
seks økisskrivstovurnar,íð eru á Tvøroyri,í Skopun,Sørvági,Tórshavn,Saltangará og Klaksvík srøkja
raksturin. Í Norðoya Øki har viðkomandi kemur at starvast, starvast 11 fólk.
Toll- og Skattstova Føroya
Norðoya Øki
Dekkarar
Søkt verður eftir ófulltiknum dekkarum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála við
Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið.
Fyri størvini er galdandi, at fyrstu 3 mánaðirnir
eru royndartíð.
Umsókn við prógvum og viðmælum skulu send-
ast til:
Fiskiveiðieftirlitið
Postsmoga 347
110 Tórshavn
í seinasta lagi 28. september 2001.
Vaktar- &
Bjargingartænastan
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 792,
P/F Jóannes Thomsen,
530 Fuglafjørður.
Nevnd:
Farin frá sum formaður:
Jóannes Thomsen, 530
Fuglafjørður
Innkomin sum formaður:
Jóhan Ólavur Thomsen,
530 Fuglafjørður
Farin úr nevndini: Poul
Henrik Mouritz Poulsen,
Eirargarður 1, 1 th., 100
Tórshavn
Innkomin í nevndina:
Ruth Thomsen,
Skinnstakkurin 5, 530
Fuglafjørður.
Stjórn:
Farin frá sum stjóri:
Sigurd Leifsson
Lamhauge, 180 Kaldbak
Innkomin sum stjóri:
Jóannes Thomsen, 530
Fuglafjørður.
Skráseting Føroya tann
11. september 2001
Kristin Balle
_____________________
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum
og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
31
30