Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2001síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 176 - 13. september 2001 Nr. 176 - 13. september 2001 29 El & Tele er fyritøka, ið bjóðar heildar- loysnir innan el og tele. Fyritøkan starvast innan øki, har tað gongur skjótt, men er hinvegin so langt frammi í oddinum, at blaðið PC-World hevur valt at skriva um nakað av tí, ið El & Tele fæst við. Fyritøkan hevur staðið fyri at binda saman stovn við tráðleysum sam- bandi, so hesin virkar sum ein, hóast hann húsast í ymsum lonum TØKNI Dagfinn Olsen Kenda blaðið PC-World hevur grein um føroysku fyritøkuna El & Tele. Fyri- tøkan hevur staðið fyri, at Heilsufrøðiliga Starvsstov- an hevur roynt eina loysn við antennusambandi mill- um tvær deildir innan teldu og IP-telefonsamband. Hetta er fyrsta roynd av sínum slag í danska rík- inum. - Tað er stutligt, at eitt blað sum PC-World hevur áhuga í hesum. Men tað er veruliga eisini áhugavert at sleppa at royna seg og at vera við frammi í oddinum, sigur Rasmus Magnussen frá El & Tele um greinina og um áhugaverdu antennu- royndina. Fyrsta royndin við antennu PC-World greiðir gjølla frá viðurskiftunum innan før- oysk televiðurskifti og nýggju støðuna uttan eink- arætt. Dýrt er at leggja kaðal og tí er loysnin við antennum lokkandi, sigur blaðið og kemur síðani inn á fyritøkuna hjá Rasmusi Magnussen. Blaðið greiðir frá um el- innleggjaran Rasmus Magnussen, ið saman við øðrum eigur fyritøkuna El & Tele. Har hava tey lagt seg eftir loysnum við an- tennum og fyritøkan er, síð- an einkarrætturin á tele- økinum varð tikin av, vaksin sera nógv og er flutt í stásilig hølir á Argjum, har tey 12 starvsfólkini húsast undir góðum um- støðum. Og arbeitt verður støðugt meira innan tøkni, heldur enn vanliga el- arbeiðið, sum vit kenna tað. Stórur dentur verður lagdur á teldutøkni og hevur hetta merkt eitt tætt samstarv við donsku deild- ina av Ascom. So tætt, at El & Tele gjørdust teir fyrstu at royna eina nýggja tele- loysn — AIP 6400 IP-gate- way — har alt kann sam- skifta yvir sama samband, bæði teldutøknin og IP- telesamskifti. Henda loysn hóskaði sera væl til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ið hevði keypt nýggj høli. Uppgávan hjá El & Tele var at skapa samband, so nýggja og gamla deildin kundu sam- starva, sum var talan um sama hús. Bæði innan tele- fon og teldunet. Deildirnar eru tveir kilometrar frá hvørji aðrari og tí var antennusamband uppá 2,4 gigahertz sera hóskandi. Nógv nýtt í luftini Rasmus Magnussen greiðir frá fyri PC-World, at hetta var ein uppgáva, ið ikki var so torfør. At seta elektron- isku útgerðina upp kravdi ikki so nógv, men týdn- ingarmikið er at nýta dygd- argóða útgerð, ið hóskar til føroyska veðurlagið. Tí kom loysnin uppá eini 100.00 krónur, men hesin parturin skuldi verið vunn- in innaftur í spardum tele- fonútreiðslum innan hálvt- annað ár. Nógvar antennur senda í luftini yvir Havnini og kann hetta órógva. Men hetta var bøtt um við eini an- tennu við parabol, ið verjir fyri øðrum óviðkomandi bylgjum. Blaðið veit víðari at siga, at Rasmus og hansara fólk eru í gongd við at fylla luftina yvir høvuðsstaðnum við meira tøkni. Á hesum økinum er m.a. tað við at henda, at antennuloysnir kunnu væntast til teir borgarar, ið ikki vilja gjalda takstirnar, ið eru galdandi fyri koparnetið. Næsta ættarlið á veg Rasmus Magnussen sigur viðvíkjandi greinini í PC- World, at tað er stuttligt, at blaðið hevur áhuga fyri hesi royndini. Hann leggur tó dent á, at júst heildarloysnir eru part- ur av hugskotinum við fyri- tøkuni EL & Tele. - Vit hava vitan innan el og innan tele. Tí er gamaní at veita heildarloysnir til smærri og størri fyritøkur. Vit eru heldur ikki so stór, at vit ikki vita hvat hvør ger so kundin fær skjóta tæn- astu frá okkum og vit hava alt á einum stað, sigur Rasmus Magnussen. Hann sigur, at hetta, ið tey nú fáast við, er næsta ættarlið innan IP-tele- samskifti. Ein blanding av nýggari og eldri tøkni. Men hann ivast ikki í, at sum tíðin gongur, fara vit at síggja meira av hesum, at fólk ogna sær egnar linjur, heldur enn at leiga sær linjur, sum vit annars hava verið von við innan tele- samskifti. El & Tele bera boð um nýggjar tíðir og tøkni Rasmus Magnussen er fegin um, at PC World hevur skrivað grein um fyritøku hansara C M Y K 29 28