hósdagur 13. september 2001síða 14
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
27
Nógv er hent, síðani
Jón Hestoy byrjaði
Hestprent í leigaðum
hølum á Tvøroyri fyri
17 árum síðani.
Fyritøkan er farin úr
50 fermetrum á
Tvøroyri, til at húsast
í 600 fermetrum í
Havn. Eisini er prent-
vinnan ein vinna, ið
hevur verið og er fyri
sera stórum tøkni-
ligum broytingum
PRENT
Dagfinn Olsen
Søgan um fyritøkuna Hest-
prent byrjar afturi í 1976, tá
ein unglingi á Tvøroyri,
nevndur Jon Hestoy, fór til
Danmarkar at fylgja sínum
dreymi. Dreymurin var at
læra til myndamann, foto-
graf. Fyri at koma so langt,
skuldi ein tá fyrst ganga
EFG — grafisku linju. Eftir
heilar 45 vikur skuldi ein so
velja, júst hvørja leið, ið
útbúgvingin skuldi ganga
innan grafiska heimin.
Jon valdi at læra til
prentara. Í summarfrítíðum
var hann heima og starv-
aðist á Sosialinum.
Prentsmiðja og blað
Í 1983 vendi Jon Hestoy
heimaftur at arbeiða. Hest-
prent sá seinni dagsins ljós
á Tvøroyri. Talan var um
prent og blaðútgávu, nevni-
liga lokalblaðið Suðuroy-
artíðindi.
So við og við gjørdist
virkið líka so nógv eitt
satsvirkið
innan
prent.
Fyritøkan helt til í leig-
aðum hølum á Tanganum á
Tvøroyri og tá tað var mest,
var eitt hálvt starv afturat
Jon sjálvum á teimum 50
fermetrunum.
Í 1987 flutti Jon virkið til
Havnar.
- Síðani er fyritøkan
spakuliga vaksin. Fólk var
sett í starv í 1987 og í 1988
eisini ein lærlingur.Í 1999
fluttu vit so í hølini, har vit
nú halda til, greiðir Jon
Hestoy frá.
Í 2001 yvitók Hestprent
eisini tøkniliga partin av
framleiðsluni hjá Sosialin-
um.
- Hetta var sjálvsagt ein
avbjóðing, men tað hevur
gingið væl. Og eg haldi
báðar fyritøkurnar hava
styrki og fyrimun av sam-
starvinum, sigur Jon Hest-
oy.
Álitið bjargaði okkum
Í nítiárunum herjaði kreppa
í Føroyum og hugsast kann,
at eitt prentvirki merkir
eina slíka væl.
- Frá 1985 gjørdu vit tað,
at vit løgdu stóran dent á
bøkur. Hetta bjargaði okk-
um ígjøgnum kreppuna, tí
allir aðrir prentlutir nærum
hvurvu og vóru burtur,
sigur Jon Hestoy.
- Vit royndu at gera
arbeiðið bíligt og gott. Vit
hava eisini havt prentfram-
leiðslu um nærum allan
heim, sigur Jon og leggur
dent á, at hóast hetta kann
ljóða sum reyp, so er nakað
í hesum.
- Vit hava havt ein sera
stabilan kundaskara. Har
eru størri og smærri kund-
ar. Fleiri teirra eru í dag
góðir vinir og fleiri prenta
— kanska fleiri ferðir —
hjá okkum árliga. Álitið var
eisini nakað, ið hjálpti
okkum ígjøgnum kreppuna,
sigur Jon Hestoy.
- Vit hava eisini havt góð
og stabil starvsfólk, sigur
Jon og tekur til slagorðið
um, at nýggj tøkni og gott,
gamalt hondverk, gevur
bestu loysnina.
Steðgur merkir
afturstig
Tað er royndur lutur, at
innan prentyrkið er sera
nógv farið fram innan
tøknina. Satsur, off-set og
onnur heiti eru komin og
farin, síðani tíðina, tá sett
var við hond í blýggi. Í dag
er nærum alt á teldu.
Jon viðgongur eisini, at
ein má vera við uppá tað, ið
hendir
tøkniliga
innan
prentyrkið, hóast okkurt
vísir seg at halda, annað
kanska ikki.
- Steðgur merkir aftur-
stig, staðfestir Jon Hestoy.
- Nógv hendir á økinum.
Eisini, um ein bara hugsar
um tey 17 árini, ið eru liðin,
síðani eg byrjaði í leigaðum
hølum á Tvøroyri. Tá var
eitt hálvt starv og 50 fer-
metrar. Í dag húsast vit á
600 fermetrum og 18 fólk
eru í starvi, sigur Jon Hest-
oy.
Jon sigur, at ongar ávísar
ætlanir eru um nakað koll-
veltandi júst nú, men meira
snýr tað seg um at styrkja
tað, ið er, og at fáa støðuga
framleiðslu.
Steðgur merkir afturstig
Jon Hestoy, stjóri
Bent Kjærbæk og Edward Fuglø
Beinta Kass
Jákup Alberg Eliassen, prentari
VIT ERU VIÐ Á
VØRUMESSUNI
2001
VIT HITTAST Á
BÁSI NR. 3
P/f Jógvan Weihe
Heil & smásøla
Staravegur 15
Box 1008 Tórshavn
Tlf. 313897
C
M
Y
K
27
26
Alt til
persónliga trygd
Handskar
Trygdarskógvar og -stivlar
Regnklæðir
Vatntættar termodraktir
Arbeiðsklæðir
Kitlar
Undirklæðir
Úr Grønlandi til Føroya
Frá 1. november verður møguleiki at keypa:
Reinsdjórakjøt
Vit eru at hitta
á bási nr. 34
Muskuskjøt
Seyðakjøt
Vørur frá NUKA
eisini hava vit turran fisk o.a.
Tlf. 374006 · Fax 374106