hósdagur 13. september 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 176 - 13. september 2001
Nr. 176 - 13. september 2001
25
Síðani februar í ár
hevur Føroya Tele
brúkt "Voice over IP"
í egnum samskifti og
nú verður henda
tænasta eisini boðin
viðskiftafólkunum.
Tað ger, at fyritøkur,
sum eitt nú hava
fleiri deildir kring
landi, kunnu klára
seg við ein vekslara á
høvuðsskrivstovuni
Nú ber til hjá viðskifta-
fólkunum hjá Føroya Tele,
at fáa sær "Voice over IP".
Henda tænasta er serstak-
liga væl egnað hjá fyri-
tøkum, sum hava fleiri
deildir, tí ístaðin fyri at
koyra samtalurnar, millum
deildirnar, gjøgnum býlinj-
ur, verða tær koyrdar um
innanhýsis netið hjá fyri-
tøkuni.
Ein fyrimunur við hesi
loysnini er, at fyritøkan, tá
deildirnar samtala sínámill-
um, sparir útreiðslurnar til
býlinjurnar, tí samskiftið
fer fram á egnum netið. Tí
verður tað ókeypis.
Ein annar fyrimunur við
hesi loysnini er, at tað ber
til at hava allar deildirnar
undir einum vekslara. Eru
deildirnar knýttar saman
undir einum og sama neti,
kunnu tær koyra undir
einum vekslara.
Føroya Tele koyrir sjálvt
við "Voice over IP". Síðani
februar í ár hevur høv-
uðsdeildin havt slíkt sam-
band við deildina í Fútalág
og í Klingruni, og tað hevur
virkað so væl, at Klaksvík
varð løgd undir somu
skipan í apríl, og í hesum
mánaðinum verður nýggja
støðin í Runavík eisini løgd
undir hesa skipan, sigur
Erik E. Thomsen, deildar-
leiðari á Vinnudeildini.
Hann leggur afturat, at
tað í roynd og veru bara er
ein spurningur um tíð,
áðrenn allar deildirnar hjá
FT koyra undir hesi skipan.
Tað er nú ikki bara Før-
oya Tele sjálvt, sum koyrir
við hesi skipan. Í juni
mánaði í ár varð slíkt
samband tikið í nýtslu
millum høvuðsdeildina hjá
Tryggingarfelagnum Før-
oyar og eina deild uttanfyri
húsið. Sum skilst hava
hesar royndir virkað so væl,
at tað verður arbeitt víðari
við teimum.
Harumframt, sigur Erik
E. Thomsen, hava fleiri
viðskiftafólk víst stóran
áhuga fyri "Voice over IP",
og tí roknar hann við góðari
undirtøku.
Hóast tað kanska kann
ljóða eitt sindur tilforláti-
ligt út, bara at fáa sær eina
telefonskipan, sum skal
koyra á egnum netið, so er
neyðugt at vera vísur í, at
netið kann klára at handfara
samtalurnar.
- Netið skal vera til reiðar
at senda og móttaka pakkar
av ljóði uttan at oyðileggja
samtalurnar, sigur Erik E.
Thomsen.
Hann greiðir frá, at ein av
trupulleikunum við netun-
um er, at seinkingar kunnu
oyðileggja samtalurnar og
tá er einki vunnið við
"Voice over IP". - Tí má
vissa vera um, at netið klár-
ar at handfara ljóðpakkar-
nar. Í veruleikanum merkir
tað, at netið skal prioritera
ljóðpakkarnar hægri enn
pakkarnar við data, sigur
hann.
Tey, sum hava hug at
síggja og royna "Voice over
IP", kunnu gera hetta á
vørumessuni, sum verður
um vikuskiftið. Har ber til
at síggja og hoyra, hvussu
tað hoyrist og virkar,
umframt at tað ber til at fáa
at vita, hvørji krøv skulu
vera gingin á møti, um tú
ætlar tær at fáa "Voice over
IP".
Nú ber eisini til at
fara á internetið við
fartelefon. Fyri
kortum fór Føroya
Tele undir at bjóða
viðskiftafólki sínum
WAP. Tænastan er á
byrjunarstigi, men
verður ment so við og
við
Fyri kortum fór Føroya Tele
undir at bjóða viðskifta-
fólki sínum WAP. Henda
tænasta ger tað møguligt at
fara á internetið, uttan at
sita við eina teldu heima
við hús, og tann møguleikin
hevur verið til staðar utt-
anlands í eina tíð.
Nú er hann so komin til
Føroyar og seinastu tíðina
hevur Føroya Tele fyri-
reikað seg til at bjóða við-
skiftafólkunum hesa tæn-
astuna.
WAP, sum stendur fyri
"Wireless
Application
Protocol", er ein opin
standardur fyri tráðleysum
samskifti millum fartelefon
og internetið. Tað hevur við
sær, at tað ber til at koma í
samband við internetið
beinleiðis frá fartelefonini.
WAP-útgávan av inter-
netinum er ein skerd útgáva
av tí internetinum, sum net-
brúkarar vanliga kenna. Tað
minnir eitt sindur um
tekstvarp, har tað m. a. ikki
ber til at síggja litir og
myndir. Ikki ber til at lesa
vanligar heimasíður, men
bara tær síðurnar, sum eru
gjørdar til WAP. Fyrimun-
urin er so harafturímóti, at
tú kanst fáa kunning, líka-
mikið hvar tú ert staddur.
Føroyska wap-síðan
Føroya Tele hevur longu nú
lagt út eina heimasíðu til
wap-brúkararnar. Á hesi
síðu ber til at lesa tíðindir -
føroysk, útlendsk og ítrótt -
leita eftir telefonnumm-
rum, vitja portalar, spæla
spøl, og síðst, men ikki
minst, kanna um nakar
teldupostur er komin, sum
tú ikki hevur lisið.
Tað er vert at leggja sær í
geyma, at útboðið av tæn-
astum til WAP enn bara er á
byrjunarstigi og at fleiri
tænastur koma, so hvørt
sum tøknin verður klár og
tænasturnar verða mentar.
Um heilt stutta tíð verður
møguligt at síggja GSM-
nýstluna á WAP.
Í løtuni er tað so, at øll
haldini hjá Føroya Tele,
uttan
teletíðarhaldini,
kunnu brúka WAP-tæn-
astuna frá byrjan. Tænastan
kostar 1,95 um minuttin
umframt uppringargjaldið,
men einki stovningargjald
ella mánaðargjald. Prísurin
er tann sami alt samdøgrið.
Treytin fyri at kunna
brúka WAP er sjálvsagt, at
brúkarin hevur eina WAP-
fartelefon, sum eisini er sett
upp til WAP.
Veist tú ikki, hvussu hetta
skal gerast, kanst tú hyggja
inn á www.wap.fo, á inter-
netinum. Har stendur ein
vegleiðing
um,
hvussu
telefonin skal setast upp.
Har sært tú eisini eitt yvirlit
yvir, hvørjar fartelefonir
kunnu brúkast til WAP.
At Føroya Tele fer undir
WAP er ikki so løgið. Hetta
er eitt stig á vegnum móti
mobila internetinum og tá
framtíðartøknin, sum eitt
nú GPRS, verður tikin í
nýtslu, verður ferðin á
WAP enn størri, samstundis
sum ljóð og grafikkur eisini
verður ein møguleiki. Tó
skal havast í huga, at tað,
fyri at kunna nýta GPRS,
verður neyðugt at hava eina
GPRS telefon.
Henda tøkni er ikki kom-
in til okkara enn, men vón-
andi verður hon her fyrst í
komandi ári.
Á netið við
fartelefon
- WAP er ein spennandi møguleiki hjá fólkið, sum vilja hava kunning, líka mikið hvar tey eru,
sigur Jónhild Rasmussen, tænastumennari hjá Føroya Tele
Samtala um IP-net
Føroya Tele hevur sjálvt
brúkt "Voice over IP" síðani
februar og royndirnar av tí
eru so góðar, at allar
deildirnar áðrenn langt um
líður eru undir somu skipan
C
M
Y
K
24
Alt til stórkøkin
FRITURA
400 LITUR
KØLISKÁP
OG
FRYSTISKÁP
GASSKOMFÝRUR
v/ 6 brennarum
UPPVASKI-
MASKINUR
KONVEKTIÓNS-
OVNAR
HD 900
FCF-10 1/1
PD 700
LS-8
AG I SERIES
Søluskrivstova
Bøvegur 27 · 530 Fuglafjørður
Tlf. 444727 · Fax 444904