Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 243 • 17. des. 2008 Tað er hugaligt at kunna skriva um eini slík hjún, sum hava livað eitt so langt lív saman. Tey eru millum tey mongu, sum hava verið grundarlagið undir samfelagnum alt tað, tey flestu minnast. John var fiskimaður heilt fram til 70 ára aldur, og Anna hevur verið tann, sum á heimafrontinum vardi borg. Tí er tað eisini so stuttligt at kunna vitja tey. Væl minnast tey, og væl duga tey at greiða frá. Hjá John er serstakliga tað galdandi, at hann dugur at skriva. Hann er eisini ein fróðarmaður, sum kann kanna seg fram til áhugaverdar frásagnir. Hetta fingu lesararnir á FF-blaðnum í síni tíð eisini gleði av. Í 2002 hevði hann í blaðnum eina frásøgn um vanlukkuna tá ið ”Løvenørn” og ”Bella” fórust undir Íslandi í 1882. Við Løvenørn fórust 11 mans og við Bellu um 20, herav helvtin var føroyingar. Tískil var hetta fyrsta stóra vanlukkan í okkara skipsfiskiskapi. Abbi John, Niels Lassen Johannesen, var ein av teimum sum fórust við Løvenørn. Hann var 30 ára gamal og doyði frá fýra børnum. Pápi John, Jóhannes, var eitt teirra. John setti sær fyri ikki bert at skriva søguna niður, men hann fór eisini 85 ára gamal til Íslands saman við einum abbasyni at finna staðið, har vanlukkan hendi. Burtur úr hesum kom ein sera forvitnislig frásøgn. Hon kann finnast á heimasíðuni www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 270. John tekur saman um Løvenørn Her skal bert verða endurgivin niðurstøðan hjá John um hesa hending, og vísir hon hansara granskaralyndi: “Tá ið nú túrurin er av kann eg gera eina niðurstøðu um hesa vanlukku. Nú er tað so, at eg havi siglt við skipum, har seglini vóru álitið, hóast skipini høvdu ein lítlan hjálpimotor. Eg kenni nakað til havøkið út fyri Vestfirðum undir ymiskum umstøðum, bæði at lensa og liggja bakk. Tá ið vanlukkan hendi, hava tey føroysku skipini ivaleyst ligið inni í Aðalvíkini, sum er vestasta vík í Íslandi, beint ímóti ísinum. Vindur er komin inn móti landi, og skipini hava hivað inn og siglt suður við landinum. Til havs slapst ikki fyri ísi. Ísurin hevur verið so nógvur, at tey hava ikki sloppið frá landi. Løvenørn hevur ligið upp fyri Blakknesi og ætla sær suður um Fuglabergstanga. Tá skipið hevur verið komið út fyri Breiðuvík, er tað ikki sloppið longri suður. At venda við berum seglum í ringum veðri krevur nógv rúm, og teir hava sæð, at teir máttu enda á landi. Tað kann hugsast, at teir hava tikið hana undan og siglt hana á land á hesa breiðu sandstrondina. Anna og John Lassen: Fiskimannahjún verið gift í 65 ár Tann 22. desember hava hjúnini Anna og John Lassen í Klaksvík verið gift í 65 ár. Í Miðvikuni hesa ferð verður greitt frá teirra uppruna og lívi Anna og John hava verið gift í 65 ár Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo ➘ John hevur gjørt eitt rættuligt rannsóknararbeiði at finna fram lagnuna hjá Løvenørn, har abbi hansara umkomst í 1884. Málað hevur sonur hansara Jóannes