Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 14 nr. 243 • 17. des. 2008 Tíð hava teir havt, tí tað skilst, at ein maður kom livandi í land, og hann hevur havt tíð at brynja seg út at svimja. Tað, sum eg visti um Løvenørn, var tað sum stendur í bókini Havið og vit I. Í 2000 var eg á Kronborg Søfartsmuseum á vitjan. Her sóu vit eitt modell av Løvenørn. Upplýsingin um skipið var hendan: ”Vagerkutter Løwenørn. Bygget af E. P. Bonnesen i 1848 i København til Fyr- og Vager- væsenet, 51´3´´ langt, 34 Tons. Brugt til udlægning og tilsyn med Vager (Sømærker) i Danske farvande. 1866 overtaget af Marinen til opmåling og Mineud- lægning. 1873 solgt til Jørgen Bech & Sønner. Brugt til fiskeri ved Island. Totalt forlist i Breiðuvík.” Vit tóku myndir av modellinum, og Jóannes, sonur mín, gjørdi ein málning út frá tiknu myndunum. Hví skipið æt Løvenørn, havi eg ofta hugsað um. Eg var í Eysturgrønlandi við Ekliptiku í 1935. Har var eitt staðarnavn, um æt Løvenørn. Einaferð aftaná kríggið var eitt skip her frá danska vitaverkinum og kannaði vitarnar í Føroyum. Tað æt eisini Løvenørn. Vit spurdu okkum fyri, og fingu at vita, at danska vitaverkið hevði eitt skip, Løwenørn, sum æt eftir Poul De Løwenørn, admirali, (1751-1826.) Hesin gjørdi nógvar kanningar fyri danska statin um ár 1800 og bøtti munandi um vitarnar í Danmark. Tí hevur skipið fingið navn eftir honum.” Abbin John veit eisini ein hóp um ætt, og hevur hann tíbetur skrivað nógv av hesum niður. Um abban og ommuna sigur John, at “við at kanna gomul bløð er funnið útav, at abbi var av prúðastu og vakrastu monnum. Omma mín, Lucia, sat eftir við fýra smádreingjum, sum hon skuldi forsyrgja. Tað var ógvuliga fátæksligt. Tó hoyrdi eg ongantíð pápa gremja seg um tað, fyrrenn hann var blivin gamal. Tá segði hann, at hann var ongantíð mettur sum smádrongur.” Foreldrini Mamma John var Malena Jacob- sen, ættað av Viðareiði. Hon var eisini ein merkisverd kvinna. Hon man hava havt eitt serstakt minni, sum hon dugdi væl at siga frá. Hon hevði sum ung tænt á stórum bóndagørðum á Viðareiði, har roykstovumentanin enn var í vælmaktini. Hon dugdi væl at sita undir tí, sum hon hoyrdi og sá. Hon visti alt um gamla sið- venju. Henni dámdi væl at lesa. Tann lesnaður, sum fekst tá, var mestsum bert á donskum. Hon læs eisini føroyskt. Tað vóru ikki nógv á hennara aldri, sum kundu tað. Hon var køn í Danmarkarsøgu. Hon visti alt um danskar kongar, generalar, admiralar og aðrar embætismenn, bæði til dygdir og lastir. Hon visti eisini, at teir vóru ikki allir danir. Hon visti um allar bardagar, sum danir høvdu verið partur av. Hon hevði lisið bæði Ingemann og Etlar og aðrar søguligar skaldsøgur. Hon hevði eisini lagt sær í geyma kempu- vísurnar og annað. So hon hevði nógv at taka av, tá orðafellir skuldu brúkast. Tað brúkti hon nógv bæði úr kempuvísum og øðrum skaldskapi, og úr Halgubók um tað skuldi vera. Meira tilkomin hevði hon tænt í Havn. Hon hevði verið hjá Søren Müller við øllum sínum størvum, so sum reiðari, bóndi, avgreiðslumaður og mangt annað. Sum greitt frá í seinastu Miðviku, gjørdist hann júst í gjár fyri 100 árum síðani fyrsti formaður í Føroya Reiðarafelag. Haðani visti hon nógv at siga frá. Síðan var hon hjá bókbindar- num H. N. Jacobsen. Haðani vóru eisini nógvar skemtligar søgur. Hon var politiskt áhugað, sjálv- stýrissinnað um ein háls. Hon hevði verið í Havn, tá Føringa- tíðindini var í vælmaktini. Hon fylgdi væl við í politikki, bæði innan og uttanlanda. Hon var stillari fyrst hjá S. P. Zacharians- sen og síðan hjá Hákun Djurhuus, og var tað, til hon var heilt gomul. Hevði tað verið í dag hevði hon helst sitið á løgtingi. Amerikanarin Pápi John var Jóhannes Lassen (1873-1954), vanliga nevndur amerikanarin. Hann fór 16 ára gamal við norskari slupp. Hon var á veg til Íslands at fiska og legði at her at fáa fólk. Tey árini, steðgur kom í skipsfiskiskapin her norðuri, fara nakrir menn við norsk- um ella enskum sluppum. Summir av teimum fylgdu við skipunum og fóru í langfarasigling, og var Johannes ein av teimum. Í 11 ár ferðaðist hann um øll lond og allar heimspartar við teimum stóru trí- og fýramastraðu fullriggarunum. Ein ferðin gekk frá Boston í Norðuramerika tvørtur um Atlantshavið, suður um Afrika, tvørtur um Indiska havið til Australia. Hendan ferðin vardi fýra mánaðir, og ongantíð høvdu teir samband við land. Haðani gekk leiðin tvørtur um Stillahavið til Chile, síðan suður um Kap Horn og norður aftur til Boston. Heimkomin fór Jóhannes til skips aftur, lærdi til skipara og førdi skip í fýra ár, men helt hann hetta sjólívið vera fátækt og einstáttað samanborið við langfarasiglingina í heitum londum. Nøkur ár var hann við skonnartini ”Karen”, sum klaksvíkshandilin átti, og sum sigldi við fiski til Spania og Portugal. Tá tær stóru barkentinu- riggaðu skonnartirnar vóru keyptar úr Frankaríki seinast í 20- unum, mundi hann vera einasti maður, sum dugdi at fáast við hesi seglskip, og førdi hann fleri av teimum heim til Føroyar. Jóhannes visti nógv at siga frá sigling við seglskipi í passat- og hvirluvindum í suðurlondum, uttan motor, radio og nútímans navigatiónsamboð. Hann fekk nettupp um endan á hesum stolta tíðarskeiði í siglingarsøguni. Slapp ikki til skips, tá hann ætlaði sær John er føddur í Klaksvík í 1917, og er hann tískil nú 91 ára gamal. Hansara barndómur hevur verið sum hjá øðrum í hansara aldri. Klaksvík var jú ein lítil bygd tá í mun til í dag. Tey høvdu kúgv saman við einum øðrum húsi. John fór í skúla sjey ára gamal. Lærarar vóru Alexander Enni- berg, Símun Petur Zachariassen, Magnissa Jacobsen, Elsa av Skarði, Sámal Petersen, sum gjørdist løgtings- og landsstýris- maður fyri Sjálvstýrisflokkin, og Andreas Thomsen, úr Norðragøtu. Tá John var 14 ára gamal, skuldi hann eftir vanligum siði verið farin til sjós. Men júst hesa tíðina var tað ringt at sleppa burtur. Tað vóru ringar tíðir. Hetta var jú beint undir stóru heims- kreppuni. Skipararnir vildu bert hava teir góðu fiskimenninar við. So tá var tað ikki nógv at vænta hjá ungum óroyndum drongi. Tað, sum John so fekst við, tá hann fór úr skúlanum, var, at hann hjálpti pápanum, sum var havna- meistari og fortoyningsmaður. Hetta var nú mest heyst- og vetrararbeiði, tá skipini lógu. Tá skipini komu heim av suður- landinum á vári var fiskaarbeiði. Men tað var um hesa tíðina, at fransaskonnartirnar byrjaðu at koma. Hesar kravdu eitt serligt kynstur at rigga til. Men her var pápin sera kendur á hesum øki frá síni tíð í uttanlandasigling, so hann tók uppá seg at rigga skonnartirnar til. Hetta hjálpti John pápanum við. Tí kom John tíðliga at vita nógv um skip. Í veruleikanum hevði John meira hug til landbúnað enn til fiskiskap. Men uttan at vera borin til garð var ikki so nógv at velja í uttan at fara til skips, og hann heldur eisini, at hann hevði góða sjónáttúr. Fiskiskapur gav so bert arbeiði á sumri. Um veturin var ikki so John fór til skips við Ekliptiku. Her eru teir á royndarveiðu undir Eysturgrønlandi Systkini hjá Onnu. F.v. Dorthea, Johan, Sunneva, Eyði og Anna. Nú er Anna einsamøll eftir, 97 ára gomul