Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 243 - 17. desember 2008 bilar SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Bilasølan hjá Reyni Sevice, sum hevur hildið til í leigaðum hølum á Hjalla síðan 7. apríl í ár, flytir nú inn í ein stásiligan nýggjan bygning, sum er bygdur í niðara enda á virk­isbygn­ inginum hjá Reyni Service í Hoyvík­ Bilasøla Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Fríggjadagin 19. desember verður móttøka í nýggja sølubygninginum hjá Reyni Service í Hoyvík. Nýggi bygningurin er gjørdur í samráð við Toyota, eftir tí teir nevna »Retail Concept«, og bygningurin líkist øðrum Toyota bilasøl­ um úti í heimi við øllum tí sum har til hoyrir. Inni í stóra framsýningar­ hølinum er kundamóttøka til innskriving til verkstaðið og avgreiðsla av eykalutum. Har eru eisini stórir sjónvarps­ skíggjar og teldur til kund­ arnar at nýta, eins og play­ station til børnini og ein »lounge« til kundarnar at hug­ na sær við kaffi og bløðum. Framsýningarhøllin hjá bilasøluni hjá Reyni Service er upp á tilsamans 440 fer­ metrar og eykalutagoymslan er á 200 fermetrum. Í framsýningarhølunum er pláss til 10­12 bilar. Stóra framsýningarhølið er partvís í tveimum hæddum. Í ovaru hæddini er umsiting og fund­ arhølir. Reyni Service er ein gom­ ul fyritøka, sum tey fyrstu yvir 30 árini helt til í Rætt­ ará, og nú hevur fyritøkan verið í Hoyvík 30 ár. Hóast bygningurin í Hoy­ vík fleiri ferðir hevur verið víðkaður, umbygdur og dag­ førdur, er hetta størsta útbygging og nútímansgerð, sum nakrantíð hevur verið gjørd her á staðnum, sigur Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service. Móttøkan verður fríggja­ dagin 19. desember kl. 14. ­ 17. Øll eru vælkomin at síggja okkara nýggja bygn­ ing. Eisini verður høvi at heilsa uppá verkføraran Heðin Hansen, ið hevði 25 ára starvsdag herfyri. Á skránni verður m.a. liv­ andi tónleikur, røður og okkurt leskiligt til matna. Skráin fyri dagin byrjar kl. 13.55, tá Bet You Are Willi­ am spæla, 14.15 bjóðar Eiv­ ind av Reyni vælkomin, og kl. 14.30 heldur Bjarni Djur­ holm røðu. Eftir tað syngja Laila av Reyni og Bet You Are William. Reyni Service í altjóða Toyota stíli Feðgarnir Eivind og Sámal av Reyni í nýggju søluhølunum hjá Reyni Service í Hoyvík. Umleið 20 prosent bilunum í Føroyum eru Toyota Mynd: Álvur Haraldsen Tíggju tey mest seldu bil­ modellini í Føroyum í 2008. Tølini eru pr. 30. novem­ ber 2008. Nr. 1 Kia Ceed (65 bil­ ar), nr. 2 Toyota Corolla (56 bilar), nr. 3 Suzuki Swift (52 bilar), nr. 4 Suz­ uki SX4 (32 bilar), nr. 5 Toyota Auris (31 bilar), nr. 6 Citroën Berlingo (30 bilar) nr. 6 Ford Focus (30 bilar), nr. 8 Toyota Avensis (29 bilar), nr. 9 Suzuki Liana (28 bilar) nr. 10. Kia Picanto (26 bilar). Sum tað sæst er Kia Ceed mest selda bilmodell í 2008. Citroën Berlingo og Ford Focus eru báðir nummar 6 við 30 bilum hvør. Berg Motors við Kia og Suzuki umboða helm­ ingin av 10 teimum mest seldu bilmodellunum í ár. Kelda: Berg Motors Kia Ceed mest selda bilmodell Bilradio á Rás2 Bilradio verður sent hósdagin kl. 16.05, fríggjadagin kl. 8.00 og leygardagin kl. 11.00.