mikudagur 17. desember 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 17. desember 2008
21
Í síðstu viku var Óli
Jacobsen gestur í Bil
radio á Rás2. Tað er
ikki tí at hann á gam
alsaldrinum er farin at
koyra bil, men av tí at
hann ongantíð hevur
koyrt bil og hevur ikki
koyrikort. Hann hev
ur eisini verið úti fyri
onkrum hendingum í
ferðsluni
Óli Jacobsen, fyrrverandi
formaður í Fiskimannafel
agnum
og
núverandi
journalistur á Sosialinum,
sigur, at hann ongantíð hev
ur tikið koyrikort og heldur
ongantíð koyrt bil.
Hóast konan og tey flestu
av børnunum hava koyrikort
og tveir bilar eru í húsinum,
hevur Óli ongar ætlanir um
at taka koyrikort. Hann er í
dag 65 ára gamal.
Í sendingini sigur hann
frá, hvussu tað var í Gøtu,
har hann vaks upp, og
hvussu hann minnist teir
sum koyrdu rutukoyring har.
Hann hevur ferðast nógv
uttanlands og hevur verið
úti fyri onkrum óhappi í
ferðsluni, bæði á súkklu og
sum fótgangari uttanlands.
Óli letur væl at ferðsluni
í Føroyum sum fótgangari,
men hevur tó onkur hjarta
suff í sambandi við bussar
og bussstoppistøð. Hann
brúkar
nógv
bussarnar,
bæði Bussleiðina í Havn og
Bygdaleiðir.
Sendingin
Bilradio
á
Rás2 har Óli er gestur, verð
ur endursend leygarmorgun
in 20. desember kl. 10.
mg
Óli klárar
seg fínt
uttan bil
Í ár eru 60 ár liðin síðan
tann kendi Citroën 2CV
fyrstu ferð alment varð
sýndur fram í 1948. Bilurin
var annars gjørdur klárur at
framleiðsla í 1939, men ann
ar veraldarbardagi gjørdi, at
bilurin varð útsettur í nøkur
ár. Citroën 2CV var fyrstu
ferð sýndur fram á Paris
Motor Show í 1948 og kom
á marknaðin árið eftir.
Bilurin varð gjørdur í
samfull 42 ár. Framleiðslan
steðgaði í 1990. Tá vórðu
yvir fimm milliónir 2CV
framleiddir. Citroën 2CV
hevði nógv kelinøvn sum
t.d.
StudentaJaguar
og
Rugguhesturin.
Nógv verður framvegis
gjørt burturúr at 2 CV fyllir
60 ár. Í heyst hevur ein stór
2 CV framsýning verið á
eini vísundaligari miðstøð í
París og á høvuðssætinum
hjá Citroën í París hava eis
ini 2 CV framsýningar ver
ið, eins og á altóða bilafram
sýningini í París í oktober.
Nýggjasta tiltakið er ein
oyðimarkarferð, har fýra 2
CV eru við í tí sonevnda ”2
CV Mehari Cup”, sum er
ein ruta upp á 6.000 kilo
metrar frá Cassis (Kasis),
nærhendis Marseille í Frak
landi til Dakar í Senegal.
Rutan er stórt sæð gjøgnum
sandin, sum er millum
Marokko og Senegal.
mg
Citroën 2CV fyllir 60 ár
Citroën 2CV hevði nógv
kelinøvn sum t.d. Studenta-
Jaguar og Rugguhesturin
Citroën 2CV var gjørdur klárur at framleiðsla í 1939
Fýra 2 CV eru við í tí sonevnda ”2 CV Mehari
Cup”, sum er millum Marokko og Senegal
Citroën 2CV er ein kultbilur
Tað er ikki ofta, at
Óli Jacobsen situr á
førarasetrinum í einum bili
Mynd: Álvur Haraldsen
bilar