Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. desember 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 243 - 17. desember 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Heimasandsmaðurin, Páll Hentze, er stutt síðani farin um tey seksti árini. Hann er føddur heiman á Sandi 15. november 1948. Pápin, Martin Kristian Hentze, var sonur Petur Hentze av Sandi. Mamma Petur æt Maren Sofie, sum var ættað sunnan úr Víkabyrgi, var fødd Djurhuus. Mamma Páll, Marin Súsanna, van­ liga nevnd Marsanna, fødd Johannesen, var ættað úr Katrinarstovu í Funningi, dóttir Dánial og Juliannu fødd Dahl. Umframt Páll fingu Marsanna og Martin hesi børnini: Petur, sum búði í Havn, Jógvan, sum býr í Søldarfirði, Dánjal, sum búði á Sandi og sum andaðist í september í ár, Marin, sum býr í Havn og Julianna, sum býr í Skopun. Eftir at pápin Martin var deyður, búði mamman hjá beiggjanum Dániali. Hoyrdu til brøðrasamkomuna Foreldrini Marsanna og Martin vóru trúgvandi fólk, og komu trúfast í Elim, brøðrasamkomuna á Sandi. Páll og systkin hansara vuksu sostatt upp í einum gudsóttandi heimið. Páll var einans 9 ára gamal, tá ið hann kom til trúgv á Jesus sum frelsara sín. Hann hevur mangan glett seg um hesa avgerð, og um at hava Harran við á lívsleið síni. Páll byrjaði at ganga í gamla skúla heima á Sandi í august 1955 og fór úr skúl­ anum í mai 1962. Hesin skúlin varð ikki fyri einki kallaður ”gamli skúli”, tí hann var bygdur í 1884. Til skips við Jóan Petur hjá Mouritsi Páll fór úr skúlanum og til skips sum kokkadrongur við bátaskipinum, skonnart­ ini „Hvítabjørn“, sum áður hevði itið s/s Godthåb. Skip­ ari var hin so vælkendi Jóan Petur hjá Mouritsi í Vági. Pápabeiggarnir, Jallgrím og Jóan Petur, vóru eisini við Hvitubjørn hendan túr­ in. Stýrimenn vóru Martin Hentze, pápi Páll og pápa­ beiggin Evald Hentze, áður vælkendur skipari, sum førdi snurriváðsbátin, ”Álv­ ur”, sum skopuningar áttu. Evald førdi ”Maritenu”, ”Hannu”, ”Sannu”, ”Skarva­ nes” og ”Silverspray”. Hann var góður fiskiskipari. Seinasta túrin Evald, pápa­ beiggin, var skipari, var um heystið 1963. Tá førdi hann línubátin ”Dagstjørnuna” til Esbjerg at landa saltfisk und­ an Grønlandi og New­found­ landi, og frá Esbjerg gekk leiðin til Hatløverft í Ulstein­ vik, har skipið skuldi til trygdareftirlit. Síðani var far­ ið til Ålesund at lasta inn­ búgv til ein møbilhandil í Klaksvík og agn til Fiska­ sentralin í Havn. Hendan túr­ in var Páll við sum dekkari. Í smiðjulæru hjá hjá Wenzel Petersen Á heystið 1962 var Páll sum kokkadrongur við Nýbygninginum, línibátin­ um Dagstjørnan SA 168, bygdur á a/s Hatløværft i Ulsteinsvik í Noregi. 1. apr­ íl 1964 fór Páll í smiðjulæru hjá P/F Wenzel Petersen í Havn og tók sveinaroynd heystið 1968. Eftir lærutíð­ ina arbeiddi Páll sum svein­ ur hjá P/F Wenzel Petersen. Á maskinmeistaraskúla í Keypmannahavn Hann fór til Keypmannahavn­ ar at ganga á Maskinmeistara­ skúlanum á Jagtvej í Keyp­ mannahavn, har hann tók maskinmeistaraprógv í juni 1971. Í juni mánaði árið eftir tók Páll víðkað maskinmeist­ araprógv. Í skúlafrítíðini, meðan Páll gekk á Maskin­ meistaraskúlanum í Keyp­ mannahavn, róði Páll út við m/b ”Vesturfarinum” og ar­ beiddi á el­verkinum á Sandi fyri P/F Wenzel Petersen. Maskinstjóri 1972­1973 arbeiddi Páll sum elektrikkari hjá el­felagnum Wellanlæg í Keypmannahavn fyri at verða góðkendur sum sum ravmagnsinnleggjari. Tey næstu trý árini sigldi hann sum maskinstjóri við fiskamjølsverksmiðjutrolar­ anum ”Helsing E 155”, ið fyrr hevði verið bjargingar­ skip úr Esbjerg. Tá ið Páll hevði fríløtur heima hesa tíðina hann sigldi við ”Helsing E155”, róði Páll út við m/t ”Vestur­ farinum” SA.20, og var fleiri túrar við línu­ snellu­ og garnaskipinum ”Polli” SA 183 av Sandi, sum skip­ arin, skyldmaðurin Demm­ us Hentze førdi og átti sam­ an við brøðrum sínum. Siglir saman við eiðis­ brøðrunum í Esbjerg Í mai 1976 fór Páll sum maskinmeistari við ídnaðar­ trolaranum ”Oriaden”, hjá Jaspuri Ellingsgård og brøðrum hansara av Eiði, allir raskir fiskimenn. ”Ori­ aden” var fremsta skipið í Esbjerg. Sama ár fekk Jasp­ ur ein nýggjan trolara, sum kallaðist ”Vestprøven”. Sigldi 25 ár við Kosan­bátunum Í sepember 1976 fór Páll at sigla hjá reiðarínum Kosan Tankers a/s, ið helt til í Vester­ farimagsgade 1, í Keyp­ mannahavn. Hann sigldi í hesum reiðarínum til 2005. Tá flaggað øll skipini út og filippinar tóku yvir. Páll sigldi hjá sama reiðaríi í 29 ár. Tá ið hann hevði siglt í reiðarínum í 25 ár helt reið­ aríið 25 ára samkomuhald við innbodnum gestum fyri Páll í september 2001. Hetta var ein hugnalig løta við røð­ um. Mynd av honum kom á veggin saman við øðrum, sum høvdu starvast hjá reið­ arínum í drúgva tíð. Heiðurs­ gávan var ein mánaðarløn, eitt stormbarometur og blómur. Í frítíð síni, meðan Páll, sigldi hjá „Kosan Tankers a/s, arbeiddi hann hjá Chald­ ur Frozen Fish í Grimsby. Á heysti 1978 og summarið 1981 var Páll fýra ísfiska­ túrar sum maskinmeistari við trolarinum Hvannhólmi úr Skopun. Summarið 1982 var hann fýra túrar. Maskineftirlitismaður hjá Hans Paula Johannesen Sama ár fór Páll til skipa­ smiðjuna Nordsø í Ringkøb­ ing sum maskinkønur at hava eftirlit við tveimum farma­ skipum, sum Hans Pauli Jóhannesen lat byggja har. Hetta varð orsøkin til at Páll búsettist í Ringkøbing í 1982. Fyrra skipið fekk navnið ”Herborg” og seinna, ”Karo­ lina”. Sum maskinmeistari hevði Páll ábyrgdina av at fáa bæði skipini út av skipa­ smiðjuni. Tað fyrra skipið fór við stykkjagóðsi frá Belgia til Algier, haðani leiðin gekk til Ibiza at lasta 1500 tons av salti til Føroya Saltsølu. Útiseti í 24 ár Eftir at hava búði í Danmark í 24 ár seldi Páll húsini í Ringkøbing og flutti heim­ aftur til Føroya í 2006. Hann giftist við Mariu í Ullvøru­ húsinum og hava tey bygt nýtt heim á Heygsvegnum í Havn. Hann er sera glaður at vera komin heim aftur á klettarnar at búgva, hóast óveðrið leikar meira í her heima enn á flatlondum. Siglir framvegis úti Aftan á at hava siglt við Laur­ itzen Kosan a/s, sigldi Páll eitt ár hjá kemikalie tang­ areiðarínum a/s Herning Shipping. Síðani hevur hann siglt sum maskinstjóri hjá kemikalie­reiðarínum M. H. Simonsen í Svendborg. Dámar væl at rógva út Bátur hevur altíð hoyrt til húsið á Sandi, har Páll er upp­ vaksin. Hann hevur altíð dámað væl at rógva út og hevur verið nógv út at rógva saman við beiggjunum, Dáni­ ali og Jógvani, tá hann hevur verið heima frá útisigling. Páll er heimkærur og dámar væl at hugna um heimið. Hann hevur altíð okkurt at takast við, og hevur altíð dámt væl at hugnað sær við børnunum í familjuni. Áhugaður í bókmentum Páll hevur nógv áhugamál. Honum dámar væl at granska í serligum bókmentum, sum eru frá gomlu tíðini, kanna gamlar myndir, somuleiðis alt innan fiskiskap og aðra skipaferðslu. Hann fylgir við tí, ið hendir í samfelagnum, og dámar væl at fylgja við øllum, ið kemur fram av nýggjari menning innan tekniska økið, ið hevur við sjóferðslu at gera. Barndómsbygdin dregur framvegis Honum dámar sera væl at fara suður til Sands at hugna sær, ella suður á sól­ skinsoynna, Sandoy, sum bróðurin Dánial plagdi at taka til. Páll og systkin hans­ ara eiga nú barndómsheimið, hagar leitað verður fyri at minna seg á barnaárini og góða og trygga umhvørvið, ið tey øll vuksu upp í. Leygarmorgunin 20. desember verður opið hús í heiminum á Heygsvegnum 18 í Havn millum kl 10.00 –14.00. Páll verður heilsaður við ynski um signing Harrans víðari fram á lívsleiðini. mp Páll Hentze seksti Páll umborð á Vesturfarinum