mikudagur 17. desember 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 - 17. desember 2008
23
tíðindi
Fyri at atkvøða send eini sms boð til 1930, við koduni, ið stendur aftan
fyri tað navnið, ið tú vilt atkvøða fyri. Hvørt sms kostar 5 kr., og tú hevur
loyvi at atkvøða einaferð fyri hvørja planet. Øll føroysk fartelefonhald bæði
hjá Føroya Tele og hjá Vodafone kunnu luttaka.
Tey, ið eru við í atkvøðugreiðsluni taka samstundis lut í lutakasti um fleiri
góðar vinningar
Tú kanst vera við til at avgera vinnaran
Pætur Zachariassen
Ársins besti sangari í fjør, Boys
In A Band oddamaðurin er
egin og stuttligur, og kanska
mest týdningarmikili brikkurin
í putlispælinum, ið ger Boys
In A Band til ein av Føroya
bestu bólkum nakrantið. Eftir
sigurin í fjør í GBOB, hevur
bólkurin givið sína fyrstu
fløgu út, og Pætur sleppur á
fløguni at prógva, at røddin
hjá honum klárar at standa
seg uttan andlitsbrøgdini og
armaveipanina, ið vit kenna á
konsertum. Pætursa orkufulli
sangur gevur ljóðmyndini hjá
Boys In A Band nakað heilt
serligt. Hann hevur eitt sera
sterkt útrykk, og vinnur nógv
hjørtu, tá hann letur munnin
upp. Hetta verið seg á Eurosonic
í Hollandi, by:Larm í noregi,
Canadian Music Week í Kanada,
South by soutwest í Texas, The
Great Escape í Onglandi, SPOT
í Danmark, Iceland Airwaves
í Reykjavík ella á 24 tíma
konsertferð kring Føroyar.
Kári Sverrisson
Røddin hjá Kára Sverrissyni
er egin og áhugaverd. Longu
tá hann fyrst í 90’unum sang
“Eru vit til” á fløguni Amnesty
tónar, var einhvør við bara
einum veti av skili fyri tónleiki
greiður yvir, at her var talan
um ein heilt serligan sangara.
Nøkur ár frammanundan gjørdi
hann nógv við at vera málmaður
í fótbólti, men hann læt seg
úr handskunum og tók heldur
gittar hond. Kári var sentralur
limur í tónleikabólkinum
Enekk, sum var ein nýskapandi
fólkatónleikarabólkur, og millum
og eftir útgávur hjá Enekk
hevur Kári Sverrisson spælt
sum solistur. Í ár hevur Kári
enn einaferð fanga áhugan hjá
føroyingum og útlendingum
í frálíka bólkinum Orka, har
hansara rødd er savnandi
lurtaravinarliga elementið. Tí er
Kári enn einaferð í uppskoti til
heiðurin sum besti sangari í 2008.
Teitur Lassen
2008 hevur verið eitt stórt ár hjá
Teiti Lassen. Eitt ár har gittarin
er lagdur til viks, og røddin
er vorðin primera ljóðførið.
Við fløguni The Singer royndi
Teitur nýggjar og slóðbrótandi
leiðir, har hansara rødd gjørdist
melodiska kjarnan í eini
tónleikamynd, ið onkuntíð var
serstakliga alternativ. Fløgan
legði ummælarar fyri føturnar
á dámliga havnarmanninum og
lat pallar upp, ið áður hava verið
lukkað land fyri Teit. Hetta gav
honum tildømis heiðurin at lata
upp appilsingula pallin upp á
ársins Roskilde Festivali, og
fyri stuttum stóð hann á palli
í Operaini í Keypmannahavn
við Undirhaldsorkestrinum hjá
Danmarks Radio í rygginum.
Fjórða ár á rað er Teitur í
uppskoti til heiðurin besti
sangari.
Høgni Lisberg
Høgni Lisberg er fløguaktuellur
við triðju fløgu síni “Haré
Haré” og undir nýggja
kunstnaranavninum Hogni. Á
nýggju fløguni er hann vaksin við
uppgávuni. Frá at verða lovandi
tónleikanavnið, ið vit upplivdu
á “Most Beautiful Things”
og “Morning Dew”, er Høgni
vorðin ein búgvin komponistur,
multitónleikari og eisini ein
veruliga góður sangari. Hann
hevur lært at brúka røddina á
besta og mest áhugaverda hátt,
so áhugaverdan hátt, at hann
nú telist millum uppskotini til
bestu mannligu songrøddina í
ár. Tónleikurin á “Haré Haré”
er rútmiskt sera áhugaverdur
og gevur fyrrverandi Clickhaze
trummuleikaranum heilt rætta
elementið at spæla sær í, við
røddini sum enn einum ljóðføri,
ið hann meistarliga brúkar.
Jens Marni Hansen
Ráa rokk røddin hjá Jens Marna
Hansen var ein partur av
ljóðmyndini hjá Kjølum, All That
Rain og seinni eisini
Showmonnum. Men í ár er
maðurin, ið plagdi at rópa seg
næststuttligasta mann í Kollafirði
endiliga komin út á fløgu undir
egnum navni. Á The Right Way
uppliva vit ein nógv búnaðan
sangara, ið dugur at brúka
røddina til at lyfta tann góða og
væl spælda, men heldur vanliga
popprokkin uppá eitt óvanligt
støði. Sum upphiting fyri Bryan
Adams á Tórsvølli vísti Jens
Marni, at hann ikki stóð aftan
fyri kanadisku fyrimyndina, tá
tað kom til røddina. Jens Marni
er í ár á fyrsta sinni í uppskoti til
heiðurin sum Føroya besta
mannliga songrødd.
Tilnevning besti sangari
pla bs 1
pla bs 2
pla bs 3
pla bs 4
pla bs 5