mikudagur 17. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 243 • 17. des. 2008
MIÐvIkaN
27
nógv at arbeiða. Og tað arbeiði
sum var, máttu giftir menn hava.
John vildi fegin útvega sær
kunnleika. So hann fór á háskúla
ein vetur. Annars var eisini
motorskúli í bygdini, sum Johan
í Grótinum skipaði fyri. Her gekk
John eisini ein vetur fyri ikki at
ganga fyri einki.
Til Grønlands við
”Ekliptiku”
Men loksins fór John til skips í
1934, tá hann var 16 ára gamal.
Hann fór til Grønlands við ”Eklip
tiku” hjá Jákup Heinesen. Her
var John við í fleiri ár. Skipið varð
tá í tíðini roknað sum eitt tað
frægasta í flotanum.
Tá hevði Eklipitika einki stýr
hús. Í ivalíkindum stóðu tveir
menn bundnir við róðrið. Eina
ferð fingu teir ein stóran sjógv.
Tá avtornaði sótu báðir menninir
á dekkinum við rattinum ímillum
sín, allar snældurnar vóru brotn
aðar. Tað eydnaðist at fáa eina
stóra rørtong um møtrikkin í hjart
anum, har rattið hevði sitið, og at
bendsla hana fasta, so hon kundi
brúkast at stýra við.
So varð lagt til at repa. Sjógvur
in var so ringur, at reptaljuløbarin
varð tikin niður í lugarið, so at rep
ið bleiv niðurhálað í lugarinum.
Teir menn, sum vóru á dekkinum,
vóru allir í línu.
John hevur hoyrt nógv um
sjógv, og helt at hetta ikki var so
óvanligt. Men tílíkt hevur hann
ikki verið við til síðan.
Royndartúrurin til
Eysturgrønlands
Tá teir komu aftur vártúrin í 1935
vóru teir liggjandi við fiskinum.
Skiparin hevði ánilsi av, at prísurin
sum frá leið fór upp. Carl á Lag
keypti loksins fiskin fyri 36 oy/kg,
sum var besti prísur tað árið.
Seinni í 1935 fóru teir til Eystur
grønlands. Hetta var ein serligur
rannsóknartúrur.
Eysturgrønland var ein heilt
ókendur heimur tá í tíðini. Løg
tingið samtykti í 1935 at stuðla
eini kanningarferð við kr. 15.000,
og var hetta nógvur peningur tá.
Ekliptika var væl egnað til
endamálið. Hon var uppá seg
nýggj, bygd í 1922 í Noregi og
serstakliga ætlað til íshavsferðir.
Hon hevði motor og hon hevði
radiosendara. Skipið hevur verið
sera framkomið eftir tátíðini.
Teir fóru avstað 4. juli 1935, men
illa gekk. Fyri tað fyrsta var lítið av
fiski at fáa. Tað var bert onkran dag,
at teir fingu nakað av fiski, men tá
forðaði ísurin. Fleiri dagar fingu teir
bert einstakar fiskar.
Men so hendi tað, at meslingar
fóru at ganga umborð. Og hetta
var ikki gamansleikur. Meslingar
kundu vera ein deyðilig sjúka hjá
vaksnum fólki. Men John slapp
kortini væl. Hann kláraði at vera
úr koyggjuni hóast sjúkuna. Teir
fóru tískil inn í Íslandi, til sjúkan
var avhasað, og so fóru teir
avstað aftur. Men framvegis bar
lítið til, og samlaða veiðan fyri
túrin gjørdist bert 21 skippund.
Í 1936 var nakað av fiski, men
í 1937 gekk illa í Grønlandi. Tað
var nógv sjúka umborð. Onkur av
manningini hevði tuberklar, og
hetta merkti, at allir fingu smitt
una. Hetta var vanligt tá og var
eisini orsøkin til tvungnu tuberkla
kanningina av fiskimonnum.
Í 1937 vóru teir eisini á Suður
landinum, og í bókini um Ekliptiku
verður greitt frá úrtøkuni hjá
hvørjum manni. Hendan túrin
forvann John 118 kr!
Í 1938 fekk Ekliptika nýggjan
motor. Teir høvdu ein Tuxham
motor, 1 sylindara, sum var 48
hestar. Nú fingu teir ein sum var
86 hestar við 2 sylindarum. Hetta
var eitt stórt framstig!
Annars letur John at, at
Jákup Heinesen var góður at
vera saman við. Allir høvdu teir
respekt fyri honum.
Kvett á sildaveiðu
Á várið 1939 var Ekliptika leigað
at fara við gørnum undir Íslandi.
Um summarið fóru teir á sild við
nót.
Tá hevði John fortjent so nógv,
at hann fór at læra til skipara í
Havn veturin 1939/40.
Í 1940 fór John aftur við
Ekliptiku. Tað var nógvur fiskur,
prísurin var farin upp aftur. Teir
fóru so á sild um summarið. Teir
landaðu á Hjaltoyri til mjøl og
kanska serliga lýsiframleiðslu.
Skipið tók eini 1200 mál, sum
hvørt var 120 kg. tá var alt
fult uppundir lúnningina. Teir
fortjentu heilt væl.
John minnist einaferð teir lógu
á Kappagrunninum. Teir komu
framá eina stóra sildatorvu.
”Havgásin” kom at biðja sild til
agn. Skiparin bað teir á ”Havgás
ini” steðga, meðan teir kastaðu.
Nógv var í, so tað var so tungt at
draga. So komu teir av Havgásini
umborð at hjálpa. Tað ráddi um
at fáa drigið skjótt, tí um sildin
doyði, sakk hon, og so kundi alt
fara fyri skjeyti. Men væl gekk,
og ”Havgásin” fekk so mikið av
agni sum teir vildu.
Úrtøkan úr einum slíkum kasti
var 1.200 kr. Hetta mátti ljóða
sum eitt ævintýr, tí bert fá ár
frammanundan var ein ársløn hjá
fiskimanni 600 kr.
Flaggið
John greiðir soleiðis frá, hvussu
hann minnist byrjanina av krígnum:
“Í 1939 fyrst í september brast
kríggið á. Vit vóru tá á sildaveiðu
undir Íslandi. Boð komu tá til øll
skip um at mála tjóðarmerkið á
skipssíðuna. Hjá okkum gjørdist
tað danska flaggið. Vit málaðu,
so frægt sum vit dugdu.
Á várið 1940 skuldi sum vant
farast á Suðurlandið við toska
gørnum. Tá varð flaggið málað
um aftur av fakfólki. Vit so avstað
og tað gekk væl. 9. apríl verður
Danmark hersett av týskarum
og beint eftir Føroyar av bretum,
og vit sigldu undir donskum
flaggi. Tá leið túrinum so væl. Vit
skuldu inn á Reykjavík, áðrenn
vit fóru heim. Tá ið vit koma inn
hagar, sóu vit fleiri herskip og
fleiri flogfør. Tað tyktist, sum teir
vóru serliga áhugaðir í okkum,
og var hetta orsakað av danska
flagginum.
Onnur skip, sum høvdu verið
undir Íslandi, og sum vóru á veg
heim, vórðu støðgað av bretum
og beind inn til Reykjavíkar at
skifta flagg. Vit høvdu hoyrt, at
Merkið var góðkent sum tjóðar
flagg. Út fyri Reykjavík lógu
nøkur donsk og norsk skip, sum
bretar høvdu tikið inn til Reykja
víkar. Har inni lógu fleiri føroysk
skip. Millum onnur Rókur hjá
Skipafelagnum. Hetta var eitt
lítið træskip, sum valla førdi 100
tons. Tað var komið til Íslands
eftir seteplum. Tá kríggið brast á
fóru menn at velta. Vanligt var at
fáa set og tøð úr Danmark, men
nú var sambandið jú slitið. Hetta
man hava verið fyrstu ferð Ísland
útflutti eplir.
Skipið hjá okkum varð kannað.
Serligur dentur varð lagdur á, at
flaggið mátti skiftast út. So vit
máttu mála útyvir danska flaggið
á skipssíðuni. Vit fingu máling, so
hetta gekk gott.
Tað gekk verri at fáa eitt før
oyskt flagg. Teir áttu ikki nakran
passandi hvítan dúk. Men at enda
fingu vit eitt flagg frá onkrum
øðrum.
Nú var einki regluligt samband
millum Ísland og Føroyar. Skipini,
serliga tey á Tvøroyri, lógu klár
at fara á Eysturlandið. Tey bíðaðu
eftir sild, sum skuldi koma úr
Íslandi við Drotningini. Men hon
var løgd.
Vit høvdu ein lítlan banjara
tóman eftir í lastini. Hann varð
so fyltur við sild til Mortensen á
Tvøroyri. Vit komu so á Tvøroyri við
sildini. Tá var lagið á reiðaranum
Gudmundi gott. Men tá var bara
eitt skip eftir á Tvøroyri. Hini vóru
farin til Havnar at bíða. Tey máttu
so suður aftur eftir agninum,
áðrenn tey sluppu avstað.
Økslin bjargaði
lívinum
Í 1941 vóru skipini rættuliga farin
at sigla niður við fiski. Hetta
gav nógvan pening, men var
sera vandamikið. Henda sigling
kravdi minni manning. Skiparin
hevði ætlað, at John skuldi við.
Men hjá honum fór økslin úr
lið, og hetta vildi so undir øllum
umstøðum forðað John í at fara
við. Og tað vildi so illa til, at
fyrsta túrin hjá Ekliptiku hvørva
teir á veg úr Aberdeen.
Komin fyri seg aftur fór John
at rógva út við norskum báti, sum
kallaðist ”Ulf”, sum var eina av
norsku fiskibátunum, sum rýmdu
undan týskarum undir krígnum.
Fór við trolara
Men so slapp John
við (fyrsta) Skálabergi.
Jóan Magnus, beiggi Onnu, gekk
burtur 11. apríl 1945 við danska
skipinum Panama, har hann var
fjarritari umborð. Hann gjørdist bert
34 ára gamal
Foreldrini hjá Onnu, Annika og Jóhannes Gøthe
Foreldrini hjá John, Johannes og Malena Lassen
➘