mikudagur 17. desember 2008síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
28
nr. 243 • 17. des. 2008
John var við Skálabergi í 11
mánaðir út í eitt. Teir veiddu undir
Íslandi og fóru niður at landa. Teir
merktu lítið til kríggið. Tað var
bert eitt álop eina ferð, tá ið teir
vóru niðri og landaðu. Tá kemur
ein flúgvari og kastaði tríggjar
bumbur. Men tá komu bretsk
jagaraflogfør og sloppið var.
Men tað var sjálvsagt heilt
serligt at sigla undir krígnum. Teir
máttu ikki lata seg úr, heldur ikki
tá tørnað varð inn.
Teir ansaðu eftir minum, tá ið
teir sigldu. Ein dagin skutu teir 12
minur og sigldu á ta 13, uttan at
tað tó hendi nakað.
John var eisini heima undir
krígnum. Pápin var havnafúti,
og hann var við at gerast gamal.
Ofta var eisini buldrasligt, so
John avloysti pápan við hvørt.
Síðan hendir tað, at Fugloyggin
10. oktober 1941 verður bumbað
av týskum flogfari á Klaksvík
og søkkur. Hon verður tikin
uppá land og fær eina rættiliga
umvæling t.d. nýggjan motor og
verður gjørd um til trolara. Tað
var heldur ikki so nógv trolfólk at
fáa. So John fór við her. Skipari
var Jógvan Jacobsen, sonur Jóan
Jacob á Viðareiði. Har fór John
við í 1943 um heystið. Hann var
við har 1944-1946. Annars var
tað pussiga, at á fyrsta túrinum
vóru 10 navigatørar við, men teir
mundu ikki funnið Ísland!
Av ”Fugloynni” fór John um-
borð á ”Elsu”. Skipari var Hans
Jacobsen av Toftum, sum seinni
førdi ”Brimnes”. Teir veiddu eisin
við troli. Men sum frá er liðið,
man trolingin við teimum smærru
skipunum ikki hava givið nóg
mikið, tí tá skuldu so væl Elsa
sum onnur skip riggast um til línu
at veiða undir Grønlandi. Men
hetta bar eisini til, og teir fingu
nógvan fisk.
Síðan fór John umborð í Kross-
stein hjá Haraldsen í Fuglafirði,
og var har 11 mánaðir umborð út
í eitt. Lassi Johansen á Strondum
var skipari og Adolf Olsen í
Søldafirði var stýrimaður. Seinni
varð John 2. stýrimaður við
Krosssteini. Tað gekk hampiliga
at byrja við, men sum frá leið,
fóru allir á húsagang, og vórðu
seldir sum gamalt jarn.
”Ansaði eftir
soninum”
Men í 1964 keypti sonurin
Jóannes, sum bert var 19 ára
gamal, ein gamlan motorbát
”Knúkur” úr Gøtu. Jóannes hevði
júst lært til skipasmið. So hann
gjørdi bátin í stand og fór at
rógva út. So John fór at rógva út
við Jóannes.
Jóannes fór so at læra til
skipara. Hetta var ein tíð, tá illa
gekst at fáa fólk til tey stóru
línuskipini. Tá Jóannes hevði
lært, varð hann biðin um at føra
Jákup B. Tað var eitt stórt lop.
Men stuðlaður allastaðni frá tók
hann bátin uppá seg.
Jóannes var bert 24 ára gamal,
so John fór við, líka sum fyri at
”passað upppá” sonin. Tað gekk
ikki so væl at fáa fólk at byrja við.
Men tað gekk væl hjá Jóannesi
at fiska. So hann hevði sum frá
leið altíð nokk av fólki. John var
við har í nokkso nógv ár. Hann
var 71 ár, tá hann gjørdi seinasta
túrin, men hann var altíð tøkur
sum avloysari. So sigast kann at
John hevur tænt sína ”vernaplikt”
á sjónum. Framvegis eru báðir
synirnir sjómenn, so John kann
sigast at hava sett við.
Giftist við Onnu úr
Norðragøtu
John giftist við Onnu, sum er
úr Norðragøtu, dóttir Anniku
og Jóannes á Fløtti. Tað skal
sigast, at tað hevur verið nógv
samband millum Gøtu og Klaksvík
og hevur hetta ført til, at nógv
gøtufólk eru flutt til Klaksvíkar
og hava stóra ætt har. Hugsa
bert um Gøtu-Jákup, sum kom
úr grannahúsinum hjá teimum
á Fløtti, Tjørnustovu. Úr næstu
húsunum aftur, hjá Ísaki, fóru
eisini fleiri til Klaksvíkar. Enn
sitandi borgarstjóri og varaborgar-
stjóri í Klaksvík eru ættaðir úr
hesum tveimum húsum, meðan
ein nýggjur býráðslimur, Auðunn
Konráðsson, er ættaður av Fløtti!
Anna hevði lært at seyma hjá
Mariannu systur síni. Marianna
hevði lært í Havn hjá Debes
skræddara. Men Marianna doyði
heilt ung. Anna kom sostatt til
Klaksvíkar at seyma hjá Doreus
Hvidbro, sum var granni hjá
teimum hjá John. Seymingin her
var ”fínari skræddarí”. Millum
annað vóru seymaðir klædningar.
Tað var seymað fyri fólk, og ikki
minst fyri tað “fínara” slagið í
Klaksvík.
Tað rann saman millum Onnu
og John, og tey gistust 22.
desember 1943 í Gøtu kirkju.
Men seymingina tók Anna við
sær í hjúnarlagið. Hon hevur,
sum rímiligt er, seymað uppá
børnini, og hon hevur seymað fyri
fólk. Nógv var seymað burtur úr
gomlum. Serliga kom hetta væl
við undir krígnum.
Tey bæði Anna og John eldast
væl. Anna er 97 og John er 91.
Anna skemtar framvegis um sín
unga mann!
Systir Onnu, Sunneva, giftist
eisini til Klaksvíkar við Mikk
Thomassen. Tað vóru altíð góð
viðurskifti teirra millum, og ann-
ars eisini millum systkini yvirhøv-
ur. Børnini hjá Onnu taka framveg-
is til, hvussu stuttligt tað var at
koma til Norðragøtu at ferðast.
Onnur systkin hjá Onnu vóru
Dorthea, Johan og Eyði, sum
búðu í Norðragøtu. Beiggin Jóan
Magnus doyði undir krígnum í
sigling úti í heimi. Nú er Anna so
einsamøll eftir. Framvegis minnist
Anna ta gomlu Norðagøtu. Eisini
húsið heima á Fløtti, har omman
og abbin Jóan Magnus og Mari-
anna búðu millum húsini á Fløtti
og Tjørnustovu.
Tann sum skrivar hesar reglur
er annars gamal granni hjá teim-
um á Fløtti í Norðragøtu. Sigast
kann um tey, at tey eru friðar- og
skilafólk, sum hava verið av bestu
grannum.
Anna og John eiga fýra børn.
Tey eru Jóannes, Ásmund,
Magna og Svanhild. Tey eiga
so 11 barnabørn og fyribils 19
langabba- og langommubørn.
Frálík sperra
Tá John fylti 85 ár, skrivaði hann
niður nøkur orð til sínar eftirkom-
arar. Hetta eru vísdómsorð. John
sigur millum annað:
“Í “Søgur og skemt av Sandi”
lesa vit um ein prest, sum vígdi
eitt par. Drongurin varð eyknevnd-
ur ”sperran”, tí presturin skuldi
siga: Ӯgteskabet er som en
spærre, det er to dele som støtter
hinanden”.
Eg fekk ein góðan sperrulut at
stiðja meg við. Við hesum góða
luti at stiðja meg við, kom eg um
mjóðan og út á slætt.
Nú eru vit gomul. Vit hava havt
nøkur góð ellisár. Vit liva væl og
hava nógv at frøðast um. Eg havi
fingið mínar dreingjadreymar til
veruleika. Eg havi nørt um ogn
okkara og kann røkja hana sjálvur.
Eg koyri í egnum bili. Dreymurin
um bát og neyst varð eisini
verunleiki. Sjálvt um eg bleiv 80
ár, áðrenn eg fekk hann undir tak
og brúki hann lítið sjálvur, so kann
eg frøðast um, at hann er har, so
eftirkomararnir kunnu brúka hann.
Nú kann eg takka mínum børnum
og abbabørnum, og ikki minst
mínum góða sperriluti fyri stuðul
og hjálp og siga við skaldinum:
Tøkk havi Gud fyri lívið. Tú eina
kann veita mær styrki.”
Vakrari kann tað ikki sigast. Anna
hevur verið John ein góður stuðul
øll hesi árini eins og John eisini
hevur verið góður stuðul hjá Onnu.
Sum sagt dugur John væl at
greiða frá. Hann eigur nógva
meira tilfar enn tað, sum kann
rúmast í eini slíkari grein. Verður
heilsan fara vit at frætta meira
frá honum í komandi Miðvikum.
Men í hesum umfari verður
ynskt tykkum báðum hjartaliga
tillukku við tykkara stóra degi. Tit
hava verið eini megnarhjún!
Børnini hjá Onnu og John. F.v. Jóannes, Magna, Svanhild og Ásmundur
John saman við abbasoninum, Auðunn Konráðsson, formaður í Meginfelag
Útróðrarmanna og nývaldur býráðslimur í Klaksvík
John saman við sínum systrum. F.v. Lucia, g. Jensen, búði í Roskilde, Korinta
g. Højgaard, John sjálvur, Jens g. Hjorth, búði í Hellereup og Sanna Malena g.
Ziska. John er einsamallur eftir
Komandi partur
Teir komandi tveir mikudagarnar er jólaaftan og
nýggársaftan. Tá kemur blaðið ikki út. Næsta regluliga
Miðvika verður tískil 7. januar