hósdagur 18. desember 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 244 - 18. desember 2008
Fólkatingið hevur í
dag fyrstu viðgerð av
spurninginum, hvørt
samkynd, ið liva í
skrásettum parlagi,
skulu hava loyvi at
ættleiða børn
Lógarbroyting
Eydna skaale
eydnaskaale@hotmail.som
Tað er Simon Emil Ammitz
bøll (UFG), sum hevur sett
uppskotið fram. Hann vil
hava, at samkynd í skrásett
um parlagið skulu hava
somu rættindi at ættleiða,
sum hinkynd pør og einlig.
Ammitzbøll vísir á, at
milliónir av børnum liva
undir vánaligum umstøðum,
og bert ein stórur innsatsur
ímóti fátækradømi, kann
hjálpa hesum børnunum.
Ættleiðing
kann
kann
hjálpa nøkrum av hesum
illa støddu børnunum til ein
tryggan og góðan uppvøkst
ur. Hann sigur víðari, at
samkynd eru júst so væl
egnað sum hinkynd, tá tað
ræður um at geva børnum
eitt gott, trygt heim, um
sorgan og kærleika.
Ein treyt skal tó vera, at
sínamillum avtalur skulu
gerast ímillum Danmark og
ymsu
ættleiðingarlondini
um, hvørt samkynd skulu
kunna ættleiða. Londini
skulu hava møguleika at
nokta, um tey ikki vilja lata
børn til samkynd pør.
Samkynd betri
rættindi
Í 1999 varð danska lógin
broytt soleiðis, at samkynd
hava loyvi at ættleiða børn,
sum samkyndi partnarin
hevur frá undanfarnum par
løgum. Ammitzbøll vísir á,
at henda lógin viðurkendi
eginleikarnar hjá samkynd
um at uppæla børn, og hann
dugir tí ikki at skilja, hví
samkynd pør ikki kunnu
ættleiða.
Í Norra, Svøríki, Íslandi,
Hollandi, Belgien, Stóra
bretlandi,
Spania
og
Andorra
hava
samkynd
møguleika at ættleiða.
Undan svensku avgerðini
um at veita samkyndum
møguleikar at ættleiða, var
ein stór kanning gjørd.
Kanningin vísti, at samlaða
granskingin vísir, at børn
við samkyndum foreldrum
bæði sálarliga og sosialt
hava ment seg júst, sum
børn frá hinkyndum parløg
um. Kanningin vísir eisini,
at eingin munur er á kynd
menningini hjá børnum frá
sam og hinkyndum heim
um.
Ammitzbøll hevur onga
danska kanning at vísa á,
men hann er ivaleysur í, at
úrslitini mugu metast at
verða tey somu í granna
londunum báðum.
Treytir
Treytirnar skulu vera, at
pør, ið ynskja at ættleiða,
skulu vera fylt 25 ár, og
hava búð saman í minsta
lagið 2 ½ ár, tá tey søkja.
Tey skulu somuleiðs vera
gift ella vera í skrásettum
parlagi, umframt at bústað
urin skal vera egnaður at
uppala børn í. At enda skal
parið vera hampuliga fyri
fíggjarliga.
Samkynd loyvi
at ættleiða