hósdagur 18. desember 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 244 - 18. desember 2008
Ótangar finna sær
frægd í at gera
herverk á jólabýin
hjá Tórshavnar
kommunu, og eitt
kvøldið varð høvdið
brotið av Mariu Moy í
dukkuframsýningini
HERVERK
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna hevur
gjørt nógv burtur úr jólunum
við nógvu ljósketunum og
serstakliga við hugnaliga
jólabýnum í Sparikassagarð
inum. Trupulleikin er bara,
at jólabýurin fær ikki frið.
Tað byrjaði fyri tveimum
vikuskiftum síðani, men nú
er tað blivið til hvørt kvøld,
at ungdómar gera seg inn á
jólabýin, sigur Rókur Tumm
asarson frá Snarskivuni.
Hann sigur, at lásini verða
brotin, og so sita ungdómar
eftir øllum at døma inni í
húsunum og hugna sær og
roykja. Eisini verða ljósperur
brotnar, og hetta hendir
sjálvt um Ansni hevur eygað
við jólabýnum.
Tað er næstan so, at tað er
frægari í vikuskiftunum, tí tá
er so nógv fólk í býnum. Og
tá hava vit eisini vaktir gang
andi at ansa eftir jólabýnum,
tá dansurin endar, sigur
Rókur Tummasarson.
Hann heldur, at tað er
ógvuliga harmiligt at her
verk skal verða gjørt á jóla
býin, tí kommunan hevur
nýtt nógvar pengar upp á
hann.
Vit hava fingið nýggj
hús, sum eru gjørd í sam
starvi við Tekniska skúla.
Tað hevur kostað komm
ununi 200.000 krónur, og tá
er tað harmiligt, at noyðast
at brúka nógvar pengar til
umvælingar og vaktir, sigur
Rókur Tummasarson.
Brotið dukkur
Rókur metir, at tað eru ung
dómar, sum einki annað
hava at taka sær fyri, sum
gera seg inn á jólabýin.
Gerandiskvøld er einki
fólk vanliga í býnum, og tá
er lættari hjá teimum ungu
at krógva seg. Viðhvørt sær
tað út, sum hava tey roynt
at seta eld á, men tað kann
kanska hava verið rakettir
ella annað nýttársfýs, sum
kann hava verið brent av,
sigur Rókur Tummasarson.
Eisini hava ótangarnir
gjørt seg inn lutir í jóla
býnum, og tað eina kvøldið
hevði onkur brotið høvdið
av Mariu Moy.
Vit hava nú eisini verið í
samband við løgregluna og
heitt á hana um at hava eyg
uni við jólabýnum, tá teir
koyra runt um næturnar
kortini, sigur Rókur Tumm
asarson.
Men enn er so neyðugt
hvønn morgun at sópa
glassplintur saman og seta
nýggjar perur í ljósketurnar,
eins og nýggj lás mugu
setast á húsini. Og tað
harmast tey, sum hava við
jólabýin at gera, um.
Maria Moy avhøvdað
Menn frá kommununi mugu taka upp eftir ótangunum hvønn morgun
Mynd: Jens Kristian Vang
Stjørnukast í Tórsgøtu
Borgarstjórin, býarverkfrøðingurin og tekniska deild hjá
Tórshavnar kommunu hava í dag loyvt Kringvarpinum at
senda nýggjárskonsertina Stjørnukast beinleiðis úr Reins
arínum í Tórsgøtu í miðbýnum í Havn týsdagin 30. desemb
er. Í hesum sambandi verður Tórsgøta, frá Mariu Poulsen
til og við Miðlahúsinum, stongd frá klokkan 17 og fram til
á midnátt hetta kvøldið. Tilnevningar, fimm í hvørjum
bólki, eru gjørdar, so kringvarpslurtarar kunnu velja ársins
ítróttanavn og ársins tónleikanavn. Atkvøtt verður um
heimasíðuna hjá Kringvarpinum www.kringvarp.fo.
Hóast stórt mann
tal hevur leitað eftir
Honnu Christopher
sen í tríggjar dagar,
er hon sum sokkin í
jørðina
LEITING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
So hvørt sum tíðin gongur
minkar vónin um at finna
78 ára gomlu Hannu Chri
stophersen aftur á lívi.
Løgreglan hevur leitað
við hundi til seint í gjár
kvøldið, og leitingin varð
tikin upp aftur tíðliga í
morgun. Leitað hevur verið
frá Svartafossi oman í
Hoydalar við hundi, men
eingin farvegur er at finna
eftir gomlu konuni.
Av løgreglustøðini verður
sagt, at enn verður leitað
intenst, men sum tíðin líðir
fer intensiteturin helst at
minka. Leitingin verður
spakuliga víðkað, men tað
eru kortini ikki nakrar
ætlanir í løtuni at leita
aðrastaðni í landinum.
Seinnapartin fer bjarg
ingarfelagið at leita framvið
landi við bátinum Lív, og
leitað verður eisini í Vest
manna og Kvívík.
Tað var mánakvøldið, at
Hanna bleiv burtur, og nú,
tríggjar dagar seinni, er
framvegis einki lívstekin
fingið frá 78 ára gomlu
konuni.
Eingin farvegur eftir Honnu
Leitað verður við hundi
eftir 78 ára gomlu Hannu
Christophersen
X-Mass
í Reinsarínum
Leygarkvøldið 20. Desember verður
eitt sokallað XMass Heavy Metal
Special tiltak í Reinsarínum í
Tórsgøtu í Havn, har bólkarnir
Synarchy og Sic luttaka. Tiltakið
byrjar klokkan 22 og heldur á fram
til klokkan 02.