hósdagur 18. desember 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 244 - 18. desember 2008
Uttan fráboðan
hava føroysku
peningastovnarnir
við virkni frá 24.
november í ár gjørt
av at steðga nýtsluni
av Visa Elektron
sum gjaldskort um
næturnar. Kaféir,
barrir, hýruvognar og
brúkarar eru óvitandi
um broytingina og
hava brent seg fleiri
ferðir av tí sama og
standa spyrjandi eftir
GjaldinG
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinastu árini hava rættiliga
nógv ung valt at fáa sær eitt
gjaldskort av slagnum Visa
Elektron. Hetta kortið er
gjørt serliga til ung fólk, av
tí at hetta kortið ikki kann
setast í trot. Men hetta er
eftir øllum at døma ikki tað
einasta, hetta slag av korti
ikki kann.
Náttina til sunnudagin
23. november kundi tú
nevnliga fara á barr, kafé,
seta teg í ein hýruvogn ella
keypa á internetinum og
gjalda við Visa Elektron
uttan trupulleikar.
Náttina eftir er støðan ein
heilt
onnur. Tá
høvdu
peningastovnarnir gjørt av
at stramma upp við nýtsluni
av Visa Elektron, og kundi
tú tá brádliga ikki longur
nýta
hetta
kortið
sum
gjaldsmiðil frá klokkan 2
til 5.30, sama tíðarskeið
sum sjálvtøkurnar kring
landið eru stongdar.
Orsøkin
til
at
peningastovnarnir
hava
tikið hesa avgerð er at
peningastovnarnir, í samráð
við P/F Elektron, ið umsitir
tekniska partin av skipanini
og
týdningarmest
saldoeftirlitið,
frá
24.
november hava sett nýggjar
mannagongdir í gildi, sum
siga, at mest loyvda nýtsla
á Visa Elektron kortunum
er null krónur um náttina
frá klokkan 2 til 5.30.
Tískil kanst tú ikki nýta
Visa Elektron kortini sum
gjaldsmiðil frá klokkan 2
til 5.30, soleiðs sum kundi
áðrenn.
Hvørki brúkari ella
seljari fingu boð
Tá tú fær tær eitt Visa
Elektron
gjaldskort
frá
peningastovnunum, fær tú
samstundis
útvegað
ein
bókling ella eitt hefti við
brúkarareglum saman við
kortinum. Í hesum hefti, í
øllum førum hjá Eik Banka,
stendur tó skrivað at kortið
ikki
kann
nýtast
sum
úttøku- ella gjaldskort í
tíðarskeiðnum frá klokkan
2 til 5.30 um náttina.
Hóast hetta stendur í
brúkarareglunum hevur tað,
síðan
kortið
kom
á
marknaðin, verið gjørligt at
nýta kortið sum gjaldsmiðil
hetta tíðarskeiðið.
Hetta hava bæði brúkarar
og seljarar tikið til sín og
vant seg við. Serliga hevur
hetta
verið
nýtt
í
vikuskiftunum, tá nógv ung
fólk nýta hesi kortini til at
gjalda við á kaféum, í
náttklubbum, pitsabúðum
ella fyri hýruvognin.
Tískil
standa
bæði
brúkarar og seljarar nú
brádliga sum tvey stór
spurnartekin
og
uttan
frágreiðing, tá kortið verður
avvíst av terminalinum.
Hvørgin
veit
grund-
gevingina.
Eigarin
av
kortinum veit at peningur
er tøkur á kontuni, og
seljarin veit at terminalurin
tekur Visa Elektron og at
sambandið er í lagi, tí onnur
kort ganga ígjøgnum.
Teknisk frágreiðing
Tað er fyritøkan P/F Elek-
tron, ið umsitur allan pen-
ingastreymin fyri bankarnar.
Við teirri skipan og teirri
útgerð, teir hava í løtuni,
verða teir noyddir at lata
skipanina aftur nakrar tímar
um náttina, frá klokkan 2 til
5.30,
meðan
teir
gera
backup av skipanini og
tryggja tann platformin,
skipanin er bygd á.
Hesar tímarnar, meðan
skipanin ikki er virkin, er
saldoeftirlitið eisini niðri.
Hetta merkir so at tað lyfti,
sum bankarnir geva, tá teir
útflýggja kortini, at tað ikki
kann
yvirtrekkjast,
er
ógjørligt at halda. Hesar
tímarnar bar nevnliga til at
Óneyðugt
at boða
frá
Tá peningastovnarnir
gjørdu av at steðga fyri
allari nýtslu av Visa
Elektron um náttina,
boðaðu teir ongum frá
um broytingina.
Í brúkarareglunum
fyri hesi kortini stendur
skrivað, at hesi kortini
ikki kunnu nýtast sum
úttøku- ella gjaldskort í
tíðarskeiðnum frá
klokkan 2 til 5.30. Sjálvt
um hetta stóð skrivað í
brúkarareglunum, var
tað gjørligt at nýta
kortini í hesum
tíðarskeiðnum, og tað
hava brúkarar og seljarar
vant seg við.
Tá bæði brúkarar og
seljarar hava vant seg
við at kortini eisini
kunnu nýtast um náttina,
áttu tit so ikki at boða
tykkara kundum frá hesi
broytingini?
- Í hesum førinum
hildu vit ikki at tað var
neyðugt at boða frá
hesum inntrivinum. Vit
halda okkum bara til
brúkaratreytirnar og tað,
sum vit hava
marknaðarført kortið
við. Hasi kortini eru
hóast alt opin 20 tímar í
døgninum, og vit kunnu
bara ráða okkara
kundum til at taka
kontantan pening út,
áðrenn sjálvtøkurnar
lata aftur, ella at altíð
hava tvey ymisk kort á
sær, skuldi annað ikki
rigga, sigur Gunnar
Nolsøe, deildarleiðari
hjá Eik í Suðurstreymoy.
Bankar læsa gjaldskort
Føroyingur fongslaður fyri drápsroynd
Ein 39 ára gamal maður er fongslaður fyri drápsroynd móti fyrrverandi unnustu síni í Esbjerg.
Hetta skrivar Ugeavisen Esbjerg. Sambært løgregluni í býnum skal maðurin hava roynt at
kvala 44 ára gomlu kvinnuna við einum kodda. Eftir hvat skilst, er talan er um ein føroying,
men hesi tíðindi vil løgreglan ikki vátta. Maðurin royndi í tveimum førum at kvala kvinnuna,
sum tó slapp leys báðu ferðirnar, hann royndi at gera hetta. Stutt aftan á kom onkur úr
familjuni inn í íbúðina, sum meldaði tilburðin til løgregluna. Maðurin hevur verið í
grundlógaravhoyring, sum varð hildin fyri stongdum hurðum, og her varð varðhalds-
fongslaður fram til 9. januar. Løgreglan vil ikki upplýsa meir um í løtuni um tilburðin.