hósdagur 18. desember 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 244 - 18. desember 2008
uttan ávaring
yvirtrekkja kortið við keypi
á internetinum ella í kaféum
og ørðum. Hetta tí at
peningastovnarnir,
sjálvt
um
teir
søgdu
í
brúkarareglunum at kortið
ikki
kann
nýtast
sum
gjaldskort hesar tímarnar,
loyvdu at kortið kundi
nýtast sum vanligt.
Misbrúktu vindeygað
Sambært Øssur Nolsøe,
deildarstjóra hjá Eik í
Suðurstreymoy, er orsøkin
til at peningastovnarnir nú
tátta í, at teir sóu at alsamt
fleiri við vilja valdu at
brúka
hetta
vindeygað,
meðan saldoeftirlitið var
niðri, til at keypa við
kortunum, sjálvt um eingin
peningaligur dekningur lá
aftanfyri. Hetta var serliga
galdandi
fyri
keypi
á
heimasíðum.
- Vit
marknaðarførdu
kortið uppá at tað ikki bar
til at yvirtrekkja kortið, og
vit valdu at tátta í tá vit sóu
at hesin trupulleikin stakk
seg
upp,
sigur
Øssur
Nolsøe, deildarstjóri hjá
Eik í Suðurstreymoy.
GEVIÐ GÆTUR
Í greinunum á hesum síðum verður bert tosað við
Gunnar Nolsøe, deildarstjóra hjá Eik í Suðurstreymoy
sum umboð fyri peningastovnarnar. Men talan er also
um allar peningastovnarnar í Føroyum, sum hava
stongt fyri nýtsluni, og er tað tí ikki bert Eik Banki, at
talan er um.
Framhald av Talent komið
Í nýggja Svarta Kassanum, sum er framhald av Talent, sleppa børn og ung á ein
hugtakandi og stuttligan hátt at tekna, evna, spæla leiklutir og royna sína vitan og víðka
sjónarringin, verður sagt í skrivi frá teimum, sum standa aftanfyri spælið Talent. Svarti
Kassin er ein lættari útgáva av spælinum. Talent er upprunaliga gjørt sum eitt
familjuspæl og at spæla í liðum, men Svarti Kassin er eisini góður í skúlahøpi, tí nógva
av tilfarinum er læruríkt og hóskar væl í lærugreinum sum leiklist, evning, landalæru
og søgu. Eisini riggar tilfarið væl til góðar innihaldsríkar spurnarkappingar og
hugnaløtur.Fyri at fáa fulla úrtøku av Svarta Kassanum er tað best at hava uppruna
útgávana av Talent, verður sagt. Tað er felagið Talent.fo sum hevur gjørt spælið og eisini
evnað tær mongu uppgávurnar, avbjóðingarnar og spurningarnar, sum eru at finna í
Svarta Kassanum.
Púra nýtt
fyri mær
Tá vit ringdu til
Petur Splidt, stjóra í
Auto, gjørdist hann
ikki sørt bilsin, tá
vit greiddu honum
frá, at Visa Elektron
ikki kann nýtast
um náttina. – Hatta
visti eg ikki, sigur
bilstjórin, tá vit
greiða honum frá
støðuni
Gjaldskort
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Síðan 24. november hevur
ikki verið gjørligt at nýta
Visa Elektron um náttina.
Nakrir av teimum, ið hava
stórst nýtslu av hesum
kortunum um náttina, eru
hýruvognsførarar. Serliga
verður tað nógv brúkt í
vikuskiftunum, tá nógv
ung fólk eru í býnum. Men
tá vit ringdu til Petur
Splidt, stjóra í Auto, at
spyrja, hvussu teir hava
merkt hesa broytingina,
visti hann av ongum.
- Hatta visti eg als ikki
av. Tað ljóðar mær eitt
sindur undarligt, at vit ikki
hava fingið nakra fráboðan
um at Visa Elektron ikki
kann nýtast um náttina
longur. Vit hava 34 termi-
nalar, ið allir kunnu taka
Visa Elektron, og eg vildi
bara hildið at mann fekk
okkurt at vita, tá ein slík
broyting verður gjørd,
sigur Petur Splidt.
Sambært stjóranum hava
teir ikki havt stórvegis
trupulleikar av hesum enn,
men kemst tað nokk av at
fólk sum oftast hava
somikið av leysum á sær,
at tey fáa goldið kontant, tá
kortið ikki riggara.
- Men eisini hava okkara
bilførarar verið rættiliga
stórsinnaðir og latið fólk-
um eina rokning, soleiðs at
tey kunnu koma oman í
Auto dagin eftir at gjalda,
um kortið ikki riggaði og
tey einki leyst høvdu á sær.
Kanska tí hava vit ikki havt
nakað serligt tap av tí enn,
greiðir Petur Splidt frá.
Nú ber ikki longur til at
gjalda við Visa Elektron
um náttina. Uttan at hava
boðað nøkrum frá, hava
peningastovnarnir gjørt av
at læsa kortini frá klokkan 2
til 5.30. Peningastovnarnir
siga at eingin fráboðan var
neyðug, tí tað stóð longu í
brúkarareglunum
Kanska hevur tú longu verið í hesi
støðuni. Tú hevur longu smakkað
tær á ølina, bitið í pitsuna ella situr
í hýruvogninum, men fær síðan at
vita, at kortið verður avvíst. Tú veit
at peningur er tøkur, og seljarin
veit at terminalurin er í lagi,
men hvørgin veit, at bankarnir í
veruleikanum hava læst kortið
Mynd: Jens Kristian Vang
Hýruvognarnir hava ongantíð fingið nøkur boð um,
at Visa Elektron ikki longur hevur nakran dekning um
náttina. Fleiri hýruvognar taka ikki móti Visa Elektron
longur