Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. desember 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 244 - 18. desember 2008 Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, er ikki í iva um, at vit sjálvi hava stóra skuld í kreppuni, tí vit ikki hava stýrt nóg skynsamt. Hann metir eisini, at næstu fimm árini verður tørvur á at læna tíggju milliardir krónur fyri at halda samfelagnum í gongd, tí niðurgongdin hevur verið so stór og fer at halda fram komandi tíðina Kreppa Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Sambært Sigurði Poulsen, landsbankastjóra, er vánalig stýring seinastu árini høvuðsorsøkin til kreppuna, ið vit nú eru í nú, og sum fer at halda fram næstu árini. Tað kann gerast neyðugt hjá landi og kommunum at læna umleið tíggju milliardir krónur fyri at halda samfelagshjólunum malandi. Harafturat metir lands­ bankastjórin, at tað eru fleiri orsøkir til, at neyðugt verður at gera hesi lán. Stýringin hevur ikki verið góð nokk, og tað hevur ført við sær, at fiskiflotin hevur fiskað ov nógv, og tí er ikki nóg mikið av fiski. Nógvar kommunur hava nýtt ov nógvan pening. Bankarnir hava veitt risalán, sum ong­ in megnar at gjalda aftur í bræði. Alt hetta er hent, samstundis sum Løgtingið hevur veitt stórar skatta­ lættar. Betri stýring Hóast tíggju milliardir er heilt fitt av peningi at læna, heimurin sum heild er í kreppu, og tað tí er torført at taka lán, so metir lands­ bankastjórin tað als ikki vera ógjørligt. ­ Tað veldst um føroyingar megna at fáa stýr á egnan búskap, tí tað er ein fyri­ treyt, at útlendskir fíggingar­ stovnar hava álit á okkum. Fyrst mugu vit fáa stýr á fiskivinnuna, soleiðis, at vit fáa eina javnari veiðu. Ein nýskipan av pensjónini krevst eisini, tí tey eldru gerast alsamt fleiri. Land og kommunur mugu vera undirløgd lógum, soleiðis, at peningurin verður nýttur á bestan hátt og samstarvið gerst betur, umframt, at húsarhaldini mugu fáa álit á føroyska búskapinum, greiðir Sigurð Poulsen frá. Fólk eru bangin Ein trupulleiki, ið er rími­ liga stórur, er, at nýtslan hjá húsarhaldunum er vorðin minni. ­ Fólk eru vorðin meira varin ov tað bremsar búskapinum. Hóast nýtslu­ parturin av bruttotjóðar­ úrtøkuni ikki er líka stórur sum í grannalondunum, so hevur tað eina stóra ávirkan á búskapin, at fólk er vorðin varnari. Nýtslan fyllir eini 60 prosent av bruttotjóðar­ úrtøkuni, og minkar hon við einum tveimum prosent­ um, so verður beinanvegin talan um eina 130 milliónir krónur í mistum inntøkum. Hetta er nakað vit síggja henda nú, men hetta er hest tíðaravmarkað, tí tá búskap­ urin fer at ganga betur, so fer nýtslan eisini at vaksa aftur. Men tað er nokk so negativt, at nýtslan minkar, tí tað hevði helst verið minni arbeiðsloysi, um nýtslan ikki minkaði, greið­ ir landsbankastjórin frá. Hann leggur afturat, at eitt annað, ið ger seg galdandi, er, at bankarnir ikki lata líka nógv lán – og fara held­ ur ikki at gera tað í komandi tíðum – og tí spara fólk upp heldur enn at nýta pening. Minni fiskur Seinastu tíðina sæst eisini, at fiskiskapurin er minkað­ ur, og tað hevur sambært Sigurði Poulsen við sær, at vit lættliga kunnu missa ein­ ar 600 milliónir krónur um árið. ­ Hendan gongdin er helst ikki varandi, tí gróðurin undir Føroyum er betri enn miðal í ár. Men sum er, kann talan vera um 600 milliónir í mistum inntøk­ um, og tað verða umleið 200 milliónir krónur í mist­ um skattainntøkum, sigur landsbankastjórin. Í sama viðfangi nevnir landsbanka­ stjórin eisini svartkjaftin, sum hevur verið ein vinna, ið hevur koyrt væl, men sum nú hevur fingið verri fyritreytir. Eisini har er ein munandi inntøkumissur sambært landsbanka­ stjóranum. Fólk fara at flyta Sambært landsbankastjóra­ num fara vit helst at síggja, at arbeiðsloysið fer at hækka upp í eini fimm pro­ sent. Hóast hetta ikki er nógv samanborið við grannalondini, er hetta sam­ bært landsbankastjóranum ikki nakað positivt fyri fólkatalið í Føroyum. ­ Vit fara helst at síggja eina ávísa fráflyting, men tað verður á ongan hátt sum í 90unum, greiðir Sigurð Poulsen frá. Landið stabiliserar Í hesum tíðum, har tað mes­ ta gongur verri, eru tó nakr­ ir fáir glottar. ­ Alivinna er ein av fáu glottunum, men landið og Tórshavnar kommuna virka eisini stabiliserandi upp á gongdina í samfelagnum. Tí er umráðandi, at landið ikki sker alt sítt virksemi, metir Sigurð Poulsen. Sambært landsbanka­ stjórinum er orsøkin til, at tað loysir seg hjá landinum at halda samfelagnum koyr­ andi, at tað fyri tað mesta er talan um fyribilseyðkenni, ið halda búskapinum niðri. ­ Koyrir tað almenna við hallið, so verða Føroyar sum heild ikki verri fyri, men tað vera almennu kassarnir, og tað kann mann gera í avmarkaða tíð, greiðir Sigurð Poulsen frá. Sambært landsbankastjóra­ num er arbeiðsloysisskipan­ in eisini væl fyri, og tað verður ein fyrimunur í komandi tíðum. Ov stórt hall Hóast landsbankastjórin metir, at landið má koyra við hallið komandi árini, metir hann, at hetta skal gerast við máta. ­ Í upprunauppskotinum til fíggjarlóg fyri 2009, var hallið 570 milliónir krónur, og tað sigur seg sjálvt, at tað ikki ber til at koyra við einum tílíkum hallið yvir fleiri ár. Eg vil ikki siga nak­ að tal, ið er passandi, men tekur mann eitt hall upp á 400 milliónir krónur, og hevur tað yvir fimm ár, so verður beinanvegin talan um tvær milliardir krónur, sigur Sigurð Poulsen. Sum fíggjarlógin sær út í dag, verður komandi ár talan um eitt hall á umleið 500 milliónir krónur. Sambært Sigurði Poulsen, skal mann eisini ansa eftir, ikki at spara ov nógv, tí tað fer bara ein trýsta búskapin enn meira. Hann leggur afturat, at mann kann hava eitt so stórt hall, sum lán­ veitararnir kunnu góðtaka. Strukturhall Sambært Sigurði Poulsen er veruliga stóri trupul­ leikin, at Føroyar hava eitt strukturhall. Tað vil siga, at eitt normalt ár – ið sambært landsbankastjóranum, er torført at finna í svingandi føroyska búskapinum – vísir tað seg, at javnvág ikki er í almennu kassunum, sum tað skuldi verið. Tí er talan um eitt strukturhall. Fyri at fáa skil upp á hetta strukturhallið, er tørvur á at fáa skil uppá pensjónirnar, fiskivinnuna og at fáa land og kommunur at samstarva betri, samstundis, sum hetta verður eitt krav, fyri at fíggja hallið komandi árini. Kann altíð gerast verri Hóast vit longu hava mist nógv, tí vit ikki hava stýr á hesum bygnaðarligu veik­ leikunum, so metir lands­ bankastjórin ikki, at tað er ov seint at loysa trupul­ leikarnar. ­ Tað kann altíð gerast verri. Og longri vit bíða við at fáa skil upp á bygnaðin, verður kreppan verri og frá­ flytingin størri. Føroyar mugu læna tíggju Sambært tølum frá Hagstovuni, sum Landsbankin hevur viðgjørt, er ein stór niðurgongd í fiskivinnuni seinastu tíðina. Sambært landsbankastjóranum verður talan um ein inntøkumiss hjá landskassanum á einar 200 milliónir krónur Sambært landsbankastjóranum vilja bankarnir illa geva lán sum er, og hetta er ikki ein gongd, ið fer at venda enn á sinni. Hesum grundgevur hann eisini við tølum frá Hagstovuni, ið landsbankin hevur sett saman, sum vísa, at stígur hevur verið í bæði inn- og útlánunum seinastu tíðina Jólasangløta í kelduni Aftur í ár skipar Keldan í Skálafirði fyri jólasangløtu tollaksmessukvøld 23. desember klokkan 21. Seinastu árini hevur hetta verið eitt sera væl vitjað tiltak. Ymisk sangluttøka hevur verið, og í ár koma Ecclesia, Frelsunnaherurin, Zamar, Anbritt Poulsen og onnur at luttaka. Tað verða bæði sangframførslur og nógvur felagsangur. Aftaná sangløtuna verður møguleiki at hugna sær við kaffi, køkum o.ø. Hetta plagar at verða serliga hugnaligt, har fólk sita og práta og slappa av aftaná at jólainnkeypi er liðugt. Tiltakið er ókeypis, tó verður ein innsavnan til missión og herbergið hjá Frelsunarherinum.